• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

64. TEY GÓÐU HJÚNINI

 

Uppskrift úr Skálavík

Eina ferð vóru tvey hjún so ógvuliga góð hvørt við annað. Djevlarnir høvdu leingi lagt seg eftir at fáa sett ilt ímillum teirra; men tað batti alt einki: tey vóru líka góð.

Eina ferð hevði ein ónd kona sett seg í vegin fyri hinari, har sum hon visti, at hennara vegur lá, og gav seg í tos við hana. Hin ónda eymkaði seg um, at nú fór maður hesa góðu konuna at doyggja, men eini ráð segði hon seg vita:

”Hevði tú kunnað fingið finnin burtur, ið situr undir hálsinum á manni tínum, so hevði hann ikki doyð.”

”Hvussu skal eg fáa finnin burt?” spyr hin.

Ónda kona biður hana sita eftir um kvøldið og lata mannin leggja seg einsamallan: hon skal bíða, til hann er sovnaður, og so fara við knívi í aðrari hond og ljósi í aðrari at honum og skera finnin burt.

Tá ið henda ónda hevur lært ta góðu hetta, setur hon seg seinni um dagin í vegin fyri manni hennara og sigur við hann:

”Nú kemur kona tín at drepa teg í kvøld, tá ið hon heldur teg vera sovnaðan; tú skalt tí royna at vaka í nátt; hon kemur til tín við knívi í aðrari hond og ljósi í aðrari.”

Tá ið ektakonan helt mann sín vera sovnaðan, gekk hon, sum henni var ráðlagt, til songina við ljósi og knívi til at skera finnin burt. Men maðurin vakti; hann steig upp, tók knívin av henni og rendi hana ígjøgnum og síðan seg sjálvan eisini.

Alt tað, sum djevlarnir vóru ikki mentir, voldi tann ónda konan.

Frásøgn: Jógvan Dánjalsson Øre, Skálavík

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

64 AT 1353

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019