• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

33. TEY GOMLU, SUM BARDUST UM GREYTARSNEISINA

 

Uppskrift úr Árnafirði

Eina ferð var tað ein maður og ein kona, sum vóru so ógvuliga fátæk. Ein morgun kom ein bóndi inn til teirra og spurdi mannin, um hann vildi koma til arbeiðis hjá sær. Tað var “ja” hjá hesum fátæka, áðrenn hin hevði hálvtalað orð,

“tí,” segði hin fátæki, “eg vænti mær reiðiliga út á greytin í kvøld frá tær afturfyri, annaðhvørt av mjøli ella av korni.”

So fór hann til arbeiðis hjá bóndanum, og tá ið dagur var at kvøldi komin, fekk hann í løn ein hálvan fjórðing av korni. Hann tók posan á nakkan og gekk til hús; konan skundaði sær á kvørnina við korninum til at mala og gav ikki uppat, fyrr enn liðugt var; tí alt skuldi út á greytin.

Sum hon var at gera henda greyt, orkaði hon ikki at røra og bað mannin koma at hjálpa sær, og so rørdi hann, til allur hálvfjórðingurin var útágjørdur.

Tá ið kókað var, tók konan sneisina uppúr og setti seg at sleikja hana.

“Nei,” sigur maðurin, “eg eigi sneisina at sleikja, tí eg rørdi.”

“Sneisina fært tú ikki,” sigur konan; “tí eg gjørdi útá.”

So klandraðust tey eina løtu, til tey gjørdust rættuliga ónd og fóru saman at berjast um hesa vanlukku sneis. Fyrst bardust tey inni, so út ígjøgnum dyrnar og síðan burtur frá húsinum.

Tvey børn, sum tey áttu, drongur og genta, sótu eftir heima og bíðaðu; men eingi foreldur komu aftur. Børnini livdu væl, so leingi sum greytur var til í pottinum, men tá ið hann var tómur, høvdu tey einki at liva við.

So rýmdu tey av húsinum bæði, hon við pottinum og hann við einum hundi: tað einasta livandi, tey áttu eftir. Tá ið tey høvdu gingið nakað langt, orkaði hon ikki meira at bera pottin og skifti um við beiggja sín. Tey gingu saman, til gøtan skar sundur, og síðan fór hvørt sín vegin, hann við pottinum á høvdinum og hon við hundinum undir liðini.

Gentan gekk leingi og kom til ein kongsgarð. Har varð hon fest í tænastu og kom at vera væl kend og vinasæl av øllum, tí hon var bæði dúglig og skilagóð og førdi seg væl upp á allan hátt. Kongasonurin legði ást á hana, og tá ið hon hevði tænt har í nøkur ár, var endin tann, at hann skuldi giftast við henni. Stórt skuldi brúdleypið vera, og nógv varð boðið bæði av høgum og lágum.

Brúdleypsdagin, sum tey sita við borðið, verður brúðrini hyggjandi út ígjøgnum vindeygað, og hon tekur at smírast. Tá sigur kongurin:

“Tað er ikki siður í hesum landi, at brúðurin smírist við brúdleypsborð.” Hon svarar:

“Hygg út ígjøgnum vindeygað!”

Kongurin hyggur og sær beiggja hennara koma gangandi tvørtur fyri vindeygað við greytarpottinum á høvdinum. Hann varð tá innboðin og settur við brúdleypsborðið.

Eina løtu eftir tekur hon at læa so hjartaliga. Tá sigur kongur:

“Undarligt er við hesari brúður: hon situr og lær enn.” Hon svarar:

“Hygg út ígjøgnum vindeygað!”

Hann so ger og sær foreldur hennara koma berjandi um greytarsneisina tvørtur fyri vindeygað. So sendi hann fólk út at skilja tey sundur og taka sneisina av teimum.

Tá ið greytarskarnið var vaskað burtur av teimum, vórðu tey innboðin og sett til borðs við hinum.

Síðan vórðu tey bæði gomlu verandi í kongsgarðinum, livdu væl og samdust væl; men ongantíð fingu tey lov til at vera inni, tá ið greytur varð gjørdur.

Frásøgn: Súsanna Mikkjalsdóttir, Árnafirði (Símun Johannessen av Skarði skrivaði upp)

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

33 AT 545

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019