• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Tobbi

 

Eina ferðina var tað ein fátækur útróðrarmaður, sum búði í einum lítlum húsum við strondina saman við konu síni og einum soni, ið æt Tobbi.

Tey eiga neyst og bát niðri í fjøruni.

Ein dagin eru feðgarnir báðir úti á kyrrindunum. Meðan teir sita á einum plinki, síggja teir eitt stórt skip fyri fullum seglum, og hóast tað er deyðastilli, kemur tað við fullari ferð ímóti teimum; tað gekk so skjótt, at hóast hin gamli dró upp beinanvegin og fór til árar, var tað ikki meir, enn tað eydnaðist at rógva til viks, so teir komu ikki í bógfonnina.

Men alt í einum, nú støðgar skipið, og skiparin rópar av bógnum, um teir høvdu nakran fisk at selja honum.

”Jú, tað hava teir,” svarar útróðrarmaðurin. Feðgarnir leggja nú at borði, ein togstigi verður fírdur niður, og útróðrarmaðurin fer upp á dekkið, hevur fiskin, hann teyggjaði saman, við sær.

Tobbi, sum bert er fimtan ára gamal, situr eftir í bátinum.

Hin gamli fær fyri fiskin tað, hann er verdur, og enn betur. Nú verður Tobbi róptur upp á skipið eisini, tí teir skulu báðir hava eitthvørt at njóta, verða bodnir niður í kahúttina. Har verða teir nú settir til búgvið borð og njóta allan blíðskap.

So skal farast av stað aftur. Tá ið gamli er komin í bátin, biður sikiparin lata seg hava henda raska, vakra dreingin eftir, tí teir hava brúk fyri einum messudreingi.

Tað vil útróðrarmaðurin ikki: ”Kona mín og eg eru farin at eldast, vit kunnu ikki umvera hann, og av tí hann er okkara einasta barn, vilja vit heldur ikki missa hann.”

”Ja, ja,” svarar skiparin, ”tað er kanska eitt sindur um hatta, tú sigur, men vit hava brúk fyri einum manni, so tað fer ikki at hjálpa til.”

Teir loysa nú skutfestuna og seta ferð aftur á skipið, og tað fer við dúvandi ferð frá tí ovfarna útróðrarmanninum.

Tobbi leyp aftur á hekku og stardi tungur í huga eftir tí lítla bátinum; men skipið sigldi sína leið, so hann var skjótt úr eygsjón, og drongurin sá bert himmal og hav.

Alt hetta, ið hendi, tóktist honum meira og meira undarligt; hóast hann tók tað toluligari nú enn í fyrstani. Heim longdist hann og tókti synd í foreldrunum, sum sótu so eina eftir. Hann fer at hyggja gjøllari at skipinum. So stórt og vakurt far hevur hann aldri sætt áður, alt so fínt og so væl røkt, hvør endi uppgjørdur, øll tog nýggj og av besta tilfari; jú, hetta var ikki eiti á skip, tað mátti hann siga.

Men nú gongur sólin til viða, og hann vil sova. Hættar sær niður aftur í kahúttina. Tá er borðið burtur; men ein uppreidd song stendur á dúrkinum. Menniskja hvørki hoyrir ella sær hann nakað til. Ája, hann letur seg úr, leggur seg í seingina, lesur og signar seg, so leggur hann seg við friði, og skjótt svevur hann sum ein steinur.

Tá ið hann vaknar aftur um morgunin, er sólin longu høgt á himli og sær inn til hansara gjøgnum kúgveygað. Ein kaffimunnur stendur framman fyri seingina. Hann letur seg í, fær sær drekkamunnin, men varnast nú, at skipið liggur stilt; og tá ið hann loypur upp í kappan, sær hann, at tað liggur við bryggju. Seglini eru tikin og øll væl og virðiliga uppgjørd - ætlar sær beinanvegin í land; men tað ber ikki til, skipið liggur ov langt frá. So fer hann niður aftur í kahúttina. Tá stendur búgvið morgunmatarborð fyri honum við øllum góðum mati og víni. Ája, hann etur seg mettan og fer aftur á dekkið.

Tá er landgangur lagdur. Glaður og fróur fer hann frá borði.

Men einki menniskja hann sær, hvørki umborð ella á landi. Hann fer nú gangandi eftir einum longum, sløttum veg við nógvum vøkrum trøum báðumegin við. Hann gongur og gongur; men av tí hesin vegur aldri tykist fáa enda, vendir hann aftur og skal ganga sama veg aftur á bryggjuna. Nú er vegurin fullur av forræði, grót, vatnhol, kjarr og alt sovorðið, so tað er við neyð og deyð, hann kemur aftur á strondina. Men tá ið hann skal fara umborð aftur í skipið, sær hann, at tað hevur loyst, setur á segl og er á veg út av havnini.

Tobbi er illa við, sum vera man. Men her er einki at gera, skipið fær hann ikki aftur. Hann hyggur seg um og sær nú, at vegurin, hann kom eftir, er líka slættur, sum fyrru ferð hann gekk eftir honum, og so fer hann aftur til gongu. Leiðin tykist líka endaleys hesa ferð; men hann gongur og gongur dagin at enda. Tá hómar hann eitt slott langt, langt burtur, gongur nú hugaliga fram móti tí, glaður yvir aftur at hitta fólk, fáa at eta og eina song at liggja í.

Langt om leingi kemur hann fram til slottið, sum er tað størsta og vakrasta, hann nakrantíð hevur sætt. Grindin stendur opin, og hann gongur inn í tann víða borgargarðin, hyggur seg væl um; men menniskja hvørki hoyrist ella sæst. Nú ger hann sær dælt og fer upp tær breiðu marmortrappurnar, at borgardurunum. Lykilin stendur í, hann letur upp og fer inn.

Síðani reikar hann um borgina, gongur sal úr sali, sum hvør er stórfingnari enn annar, hyggur at øllum tí dýra innbúgvi - gull, silvur, krystal, agat og marmor; men menniskja sæst einki, og eingin tunga talar.

Einaferð nú kemur hann inn í eitt lítið rúm; har stendur borð reitt til eitt menniskja, við øllum góðum mati og víni. Tobbi setur seg óræddur og etur seg mettan.

Nú fer hann út aftur í borgargarðin, gongur og hyggur at øllum, ið har er at síggja. Men tað seinkar, og hann fer inn aftur í tað lítla rúmið á slottinum. Tá er borðið burturbeint, og ein reidd song stendur á gólvinum. Tobbi er móður og vil illa sova; hann hugsar seg um eina løtu, men letur seg so úr og leggur síni sjómansklæði vakurt saman á ein stól við seingina. So leggur hann seg, lesur og signar seg. Um eina løtu svevur hann trygt og fast.

Tá ið hann vaknar aftur, er liðið langt út á morgunin. Í staðin fyri sjómansklæðini, hann legði frá sær, liggur nú á stólinum tann prýðiligasti jallabúni, nakar kann ynskja sær; hvørt plagg, ið hoyrdi til, og enntá ein hóskandi stavur at hava í hondini. Tobbi kennir seg eitt sindur illa við av hesum, leggur seg eina løtu afturat og hugsar seg um, hvussu hann skal gera. Men so fer hann upp, letur seg í tann fína búnan og fer sær ein túr út á borgargarðin.

Um eina góða løtu fer hann inn aftur í tað lítla rúmið. Nú er seingin burturbeind, men tveir kaffikoppar standa skonktir á einum borði. Tobbi setur seg og drekkur annan koppin. Nú sær hann, at samstundis verður kaffið burtur í hinum koppinum við.

Aftur fer drongurin ein túr út á geilar at síggja seg um. Hesa ferðina er hann eitt sindur leingi burtur. Tá ið hann nú kemur inn aftur í tað lítla rúmið, er morgunmatarborð reitt til ein persón. Hann ger sær dælt, etur seg mettan, drekkur seg ótystan og fer so aftur at reika um borgina; men einki menniskja hann sær, og einki hann hoyrir.

Um middagsleitið er aftur borðreitt fyri tvey. Tobbi setist at fáa sær. So hvørt hann etur sín verð, sær hann, at hin verður eisini burtur, og tá ið hann tømir sítt vínglas, verður hitt tómt eisini.

Soleiðis gongur tað á hesum undarliga slotti í langa tíð. Drongurin etur og drekkur, trívist, svevur væl um nætumar og hevur tað í einum og øllum sum ein prinsur. Men menniskja sær hann einki.

Eitt kvøldið, nú er seingin reidd til tvey. Tá ið hann hevur lagt seg og sløkt ljósið, kennir hann tað, rætt sum eitt kemur og leggur seg undir liðina á honum. Men hann letur ikki við seg koma, og tað hendir ikki meir.

Tá ið hetta nú verður lagið hvørja nátt í langa tíð, rópar Tobbi einaferð: ”Hvat er alt hetta, hví eri eg tikin frá foreldrum mínum fyrst umborð á skipið og síðani higar? Eg kenni á mær, at her er onkur hvørja nátt, men ongan síggi eg, og eingin talar við meg!”

Tá svarar eitt undir liðini á honum: ”Tú er førdur burtur og komin higar, tí tú skal bjarga mær. Eg eri ein prinsessa, sum eri hertikin í hetta trøllaslottið. Eitt argt trøll ræður øllum her. Men nú skal tú vera mær trúgvur, vera tigandi og royn aldri at fáa meg at síggja; tí ger tú tað, verður tað okkum báðum til vanlagnu allar dagar.”

Tobbi biður nú prinsessuna vælsignaða sleppa sær heim at vitja foreldrini nakrar dagar.

Hon er treyg í fyrstani; men av tí hann biður og bønar, gevur hon eftir; men um átta dagar má hann vera aftur, tí annars verða tey bæði fyri vanlagnuni allar tíðir.

Morgunin eftir liggja tey fínastu ferðaklæði fyri seingini hjá dreinginum. Hann letur seg nú í, fer út av slottinum og eftir sama veg, hann var komin. Nú var slætt og gott at ganga. Skipið lá ferðabúgvið við bryggjuna. So skjótt hann er komin um borð, fer tað frá, setur á segl og siglir út av havnini; men mann sær hann ongan. Tað siglir allan dagin. Tá kvøldið kemur, fer Tobbi niður í kahúttina og leggur seg at sova. Tá ið hann vaknar aftur næsta morgun, er skipið komið til lands. Hann fer beinanvegin frá borði og heim til foreldur síni.

Faðirin er ikki heima, men móðirin kom út.

”Góðan morgun,” sigur drongurin.

Men móðirin kendi ikki son sín, so stórur var hann vorðin, og so fínur var hann ílatin. –

”Takk, harri,” svarar hon og nígur.

”Sleppi eg at gista hjá tygum, mamma?”

”Nei, tað man ikki fara at bera til hjá fátækrafólki sum okkum at hýsa slíkum harra.”

”Tað sakar einki. Her hava tygum pengar, far og keyp tað, sum neyðugt er til mat og drekka, og ger eina góða máltíð til trý fólk.”

Nú kemur faðirin heim og undrast á, at har er komið so fínt fólk til garðs.

Tá ið mamman hevur fingið matin á borðið, spyr hon, um teir báðir fremmandu, sum skuldu eta saman við harranum, mundu ikki koma skjótt.

”Teir fremmandu?” tekur gesturin uppaftur, ”tað eru vit trý, sum eta skulu.”

Tey gomlu bæði undrast á henda góðgjørda gest; men seta seg kortini til borðs við honum.

Tey tala saman, og gesturin spyr, um tey eingi børn hava átt.

Tá fer mamman at gráta, og faðirin sigur frá, hvussu teirra einasti sonur var førdur burtur við einum stórum skipi – ”Ja, Harrin veri við honum! Vit verða ivaleyst aldri at síggja hann meira.”

Tá sigur gesturin: ”Ja, men eg eri jú sonur tykkara. Kenna tit meg ikki?”

Nú var eingin endi á gleði í hesum fátækrahúsinum; tey gomlu bæði læðu og grótu uppi yvir soninum, sum tey høvdu syrgt so leingi.

Nú sigur Tobbi teimum frá øllum sínum ævintýri frá byrjan til enda og leggur afturat:

”Men um átta dagar má eg av stað aftur til prinsessuna; tí tað havi eg so staðiliga svorið henni.”

Móðirin biður hann taka eldføri við sær, so hann kann sláa eld onkra náttina og síggja, hvør tað er, hann hevur hóslag við. Men hann noktar fyri hesum. Áðrenn hann fór avstað, stakk hon tinnu og stál upp á hann, so hann visti ikki av.

Foreldrini høvdu stóra gleði av at hava sonin hjá sær; men áttanda dagin sigur hann farvæl, gevur teim alt, tey hava fyri neyðina av pengum, heilsar teimum og fer oman á skipið, sum liggur og bíðar. So siglir hann av stað.

Dagin eftir er hann aftur á landi og fer til gongu niðan á slottið.

Har er alt sum áður; Tobbi etur, drekkur og trívst. Hvørt kvøld varnast hann, at har er onkur, sum leggur seg undir liðina á honum í seingina, men einki hann sær. Soleiðis gongur í langa tíð.

So eina ferðina, hann liggur við andvekri í myrkrinum, nú fær hann sovorðnan hug at síggja, hvat hetta er fyri eitt, sum er har hjá honum. Hann tekur tinnu og stál, sum móðirin hevði koyrt í lumman hjá honum, slær eld og fær at loga. Nú sær hann, at tað er ein gudavøkur genta, sum liggur í fasta svøvni. Meðan hann nú stendur og hyggur og gleðist yvir, so vøkur hon er, støkkur ein neisti á armin á henni, og hon vaknar hjartkipt, rópar:

”Hvat hevur tú gjørt, hví fylgdi tú ikki mínum ráðum? Nú verða vit bæði óeydnisfólk allar dagar.”

Tobbi, hann verður ógvuliga illa við, kunnu vit ætla, og iðrar seg um hetta, hann hevur gjørt, og spyr, um hann tó ikki kann hjálpa, tí tað er hansara einasta ynski at sleppa at hjálpa henni, um tað so skal galda lívið.

“Nei,” svarar prinsessan, “nú má tú beinanvegin fara burtur av slottinum. Far, far, tín óeydnisfuglur!”

Men Tobbi roynir at yvirtala og fullvissa hana um, at hann vil hjálpa, hvat tað so skal kosta honum.

Tá svarar prinsessan: ”Tú magnar ikki at hjálpa; tí tú skal fara til eitt kongsríki langt, langt hiðani. Fyrst skal tú drepa ein dreka við trimum høvdum. Tá ið drekin er deyður, loypur ein bjørn út úr honum. Tá ið tú drepur bjørnina, loypur ein úlvur út úr henni. Tá ið tú drepur úlvin, loypur ein ravnur út úr honum. Tá ið tú drepur ravnin, kemur ein dúgva úr honum. Tann dúgvan hevur eitt epli í nevinum; fær tú fatur á hesum eplinum, áðrenn tað nemur við jørðina, og gevur mær tað, eri eg bjargað. Men hetta er einki mansbarn ført fyri at gera. Far tí hiðani beinanvegin, tí tú hevur verið mær ótrúgvur og sætt meg á nátt.”

Tobbi royndi at ugga hana sum best og lovaði at gera alt, hann kundi - spurdi gentuna:

”Men eru tá eingi ráð at fáa lívið av hasum drekanum?”

”Jú,” sigur prinsessan, ”við brennivíni, fyrst hálva kannu, síðani heila kannu, og triðju ferð hálvaaðru kannu.”

Tobbi letur seg nú í sín gamla sjómansbúna, tekur eina øksi í hondina og fer av stað.

Men nú er leiðin ikki tespilig - klettar og grót, díki og kjarr! Hann gevst ikki á føti, strembar allan dagin.

Úti á kvøldinum kemur hann til ein bera í skóginum. Har liggur eitt deytt ross; uttan um tað ganga ein bjørn, ein revur og ein ravnur, kunnu ikki semjast um at býta rovið ímillum sín. Nú Tobbi kemur framvið, biðja tey hann gera teimum tann beina at býta rossið.

Jú, Tobbi gevur seg til, tekur øksina og kutar rossið sundur ímillum tey, so øll trý verða nøgd.

Øll takka tey honum fyri hjálpina og ynskja honum góða ferð - hvat hann skuldi hava afturfyri?

”Einki petti,” svarar drongurin. ”Eg eri ikki tann maður, at eg taki afturfyri at dugna eina hond.”

”Jú, jú,” søgdu dýrini, ”eiðasørur skal tú ikki verða” - Bjørnin gevur honum nú evni at skapa seg í bjarnarlíki og hava fimtan bjarna styrki; revurin gevur honum evni at skapa seg í revalíki við fimtan ferðir so góðum tevi sum revurin, og ravnurin gevur honum evni at skapa seg í ravnslíki og at flúgva fimtan ferðir so væl sum ravnurin.

Drongurin takkar teimum fyri hesar hentu gávur og fer víðari fram á vegin.

Tá ið hann er komin eitt sindur longri, rópar hann: ”Drongur, verð revur!” Alt í einum er hann revur og tevjar nú leiðina til tað fjara kongsríkið, har drekin við trimum høvdum búleikar. So rópar hann aftur: ”Drongur, verð ravnur!” - Og so flýgur Tobbi av stað í ravnslíki.

Tað er ikki leingi; nú sær hann eina kongsborg fyri sær og setur seg har í námindunum - rópar: ”Ravnur verð drongur!” Og beinanvegin er hann menniskja aftur.

Hann fer nú inn á ein harragarð tætt uttan fyri borgina og býður seg fram til húskall.

Men tann hábærsligi stórbóndin svarar, at hann visti líka; hevði kanska havt brúk fyri einum neytadreingi at sita hjá hansara nógvu oksum, men tað hevði gingið so illa nú í seinastuni, at teir neytadreingir, hann hevði havt, høvdu mist tríggjar oksar burtur um dagin. ”Tað er hesin ræðuligi drekin, ið liggur her við borgina, sum slúkar teir. Hann hevur tær gávur at draga oksar til sín, um enn teir eru hálvfjórðing burturfrá. Hetta er ikki tað ringasta við drekanum, verri er, at hann skal hava eina moyggj at eta hvønn dag; og nú hevur hann etið so nógvar, at elsta kongsdóttirin skal førast út til hann í morgin. – ”Nei, tað er helst einki til, at tú átekur tær at sita hjá oksum mínum,” sigur harramaðurin.

Men Tobbi er so mótaður á at líta, at harramaðurin tekur hann kortini til neytadrong.

Um morgunin, tá ið hann fer við oksunum, biður hann geva sær eina hálvkannu av brennivíni við. Tað fær hann, hóast harri hansara mutar eitt sindur ímóti.

Drongurin situr nú hjá oksunum, heldur teir so langt burtur frá drekanum, at hann skal ikki kunna súgva teir til sín. Teir leggja seg nú á ból at jótra.

Tá hoyrir Tobbi so øgilig og áhaldandi ýl og grenj í skóginum. Tað er drekin, sum er svangur og leikar í eftir mati.

Í tí sama kemur ein gulldrigin vognur koyrandi, og í honum situr tann elsta kongsdóttirin. Tobbi fer til hana og spyr, hvar hon fer.

Hon sigur nú, hvussu illa hon er stødd, at í morgun er tað hennara lutur at verða etin, tá ið drekin kemur um eina løtu.

Drongurin biður hana stíga av vogninum og hava gott mót, hann skal hjálpa henni. Bað hana seta seg á vøllin, so skuldi hann leggja høvdið í fangið á henni, tí hann vildi so illa sova. Bað hana vekja seg, tá ið drekin leikaði ov illa í. Tað lovaði hon.

Hann sovnar beinanvegin. Meðan hann svevur, tekur kongsdóttirin fingurring sín og knýtir inn í hárið á honum. - Men nú er sovorðin gangur av drekanum, at hon vekur dreingin.

Hann biður hana nú støðga sær her, meðan hann fer inn í skógin at stríðast við drekan, men kemur hann ikki aftur, heldur hann við hana, ”so eri eg ikki førur at verja títt lív.” Hon situr nú eftir helsligin av ræðslu.

Tá ið Tobbi kemur inn í skógin, sigur hann:

”Drongur verð bjørn.”

Beinanvegin er hann bjørn og fimtan ferðir sterkari. So stríðist hann við drekan ein heilan tíma; tá er drekin so móður, at hann heldur fyri og tivar illa: ”Hevði eg nú átt mær ein vatnsopa, skuldi tú ikki vunnið á mær.”

”Her hevur tú vatn,” rópar drongurin og blakar brennivínið í kjaftin á honum, so fløskan brotnar móti tonnunum.

Hesin sterki drykkur ger so mikið, at drekin dánar og verður liggjandi.

Tobbi rópar: ”Bjørn, verð drongur!” Síðani fer hann aftur til ta elstu kongsdóttrina og sigur við hana, at hon er bjargað.

Kongsdóttirin er nú findarglað, kunnu vit ætla, takkar honum í nýtum orðum og býður honum heim á slottið við sær.

Men hann umber seg og sigur, at tað ber honum ikki til, hann hevur sítt at stríðast við. Hon fer nú heim aftur á borgina. Kongurin og alt fólkið gleðast stórliga, tá ið tey hoyra, hvussu til hevur gingist.

Um kvøldið fer Tobbi heim við stóra oksaflokki sínum. Tað kvøldið var eingin oksin burtur.

Morgunin eftir fer hann av stað aftur - fekk við bit og slit eina heila kannu av brennivíni við sær. Alt gongur sum dagin fyri. Men nú er tað tann næstelsta kongsdóttirin, sum kemur koyrandi. Henda dagin stríðist hann í tveir tímar við drekan, áðrenn hann fer at gremja seg um tosta. Tá tekur Tobbi eina heila kannu av brennivíni og blakar í kjaftin á drekanum, og hann dovnar til jarðar. Aftur er henda kongsdóttirin bjargað. Hon er ógvuliga fegin, dansar av gleði og býður honum heim við sær á kongsborgina. Men hann ber seg undan og sigur, at hann hevur sítt at takast við og fer heim við øllum oksum sínum.

Triðja morgunin, hann fer, biður hann um hálvaaðru kannu av brennivíni við sær. Hann fær tað, men uppaftur treyðari enn í gjár.

Nú er tað tann yngsta kongsdóttirin, ið kemur koyrandi. Hon er nógv tann vakrasta av øllum. Eisini hon knýtir fingurring sín inn í hárið á Tobba, meðan hann liggur og svevur við høvdinum í fangi hennara. Og tað er ikki meir, enn hon fær hann at vakna, tá ið drekin kemur og leikar so í, at tað skelvur bæði grót og grund, tí nú hevði hann svøltað á triðja dag.

Tá berjist Tobbi við drekan í tríggjar tímar; so fer beistið aftur at tiva av møði og sigur:

”Hevði eg nú havt mær ein vatnsopa, so skuldi tú ikki vunnið á mær.”

”Her hevur tú vatn!” rópar drongurin og blakar hálvaaðru kannu av brennivíni í kjaftin á honum, so fløskan sorlast móti tonnunum, og hesin sterki drykkur rennur niður gjøgnum hálsin.

Tá doyði drekin, og í tí sama leyp ein bjørn út úr honum. Tá ið Tobbi hevði dripið bjørnina, mátti hann aftur stríðast við ein rev, sum leyp út úr bjørnini, og tá ið revurin var deyður, mátti drongurin drepa ein ravn, sum fleyg út úr honum. Og tá ið ravnurin varð opaður, kom dúgvan út úr honum. Tá er Tobbi so kvikur, breiðir troyggjuna á vøllin, drepur dúgvuna og letur eplið, sum er í henni, detta á troyggjuna.

Nú hevði hann umsíðir fingið hendur á hetta eplið, sum hann hevði stríðst fyri so leingi. Og hann stakk tað upp á seg, tók eisini tungubroddarnar úr drekahøvdunum og hevði við sær. Síðani fer hann til ta vøkru kongsdóttrina og sigur: ”Drekin er deyður, og tú er loyst úr øllum vanda.”

Tá bæði dansar og lær hon av gleði og býður honum at koma heim á slottið við sær. Men hann umber seg sum áður og fer ikki.

Tá ið kongur nú sær allar prinsessurnar og alt sítt land loyst úr tí ræðuliga vanda, sum drekin hevði elvt, gjørdi hann stórt veitsluhald á slottinum.

Har koma allir góðir menn. Ein teirra hevur høgt tey trý høvdini av tí deyða drekanum og hevði tey við sær, legði á eitt gullborð í gildishøllini og segði, at hann hevði dripið drekan og bjargað landinum, nú vildi hann hava eina prinsessu og hálvt ríkið í løn.

Men av tí prinsessurnar vildu ikki kennast við hann og heldur ikki við nakran annan av teimum, sum komnir vóru, læt kongur aftur kunngera um alt sítt ríki, at tann, sum kundi prógva, at hann hevði dripið drekan, skuldi fáa eina av prinsessunum og hálvt ríkið í løn beinanvegin og hina helvtina, tá ið kongurin var deyður.

Heldur ikki hesa ferð kom nakar og gjørdi vart við seg.

Kongur beyð nú, at tað skuldi gjølligari kannast, um onkur fremmandur var komin til høvuðsstaðin ella námindini nú í næsta.

Tá steig harramaðurin fram og segði, at hann hevði fingið ein fremmandan neytadrong fyri stuttum.

Tobbi verður nú kallaður niðan til slottið. So skjótt prinsessurnar sóu hann, lupu tær um hálsin á honum og søgdu: ”Hetta er maðurin, sum bjargaði okkum!” Og tær vístu gullringarnar, sum tær høvdu knýtt í hárið á honum.

Men stórmaðurin, sum var komin við drekahøvdunum, gavst ikki so og rósti sær av, at tað var tó hann, sum kundi framleggja drekahøvdini.

Tá gekk Tobbi fram og læt kjaftin upp á drekahøvdunum og helt fyri: ”Løgið, at her eru ongar tungur í.”

”Tað er ikki løgið,” svarar stórmaðurin, ”tí drekar hava ongar tungur.”

”Jú, eg havi tó tungurnar her!” sigur Tobbi og leggur tær fram.

Hetta var prógvið, ið dugdi. Kongur segði: ”Mítt lyfti stendur við. Tak tær eina av prinsessunum. Hartil fær tú hálvt ríkið beinanvegin og hina helvtina, tá ið eg eri deyður.”

Men Tobbi umber seg við sínum fátæka uppruna, takkar fyri hetta hábærsliga tilboð, nevnir eisini, at hann er trúlovaður frammanundan.

Kongur gevur honum nú nógvar vognar fullar av gulli og silvuri; hartil tvey herlið at fylgja honum vegin fram.

Tá ið Tobbi, sum nú er vorðin vakur og prúður ungur maður, kemur til slottið, har prinsessan situr gandað, sær hann allastaðni guvurnar frá eiturormum, sum liggja og blása. Allastaðni stinkar og rýkur, og uttan um slottið brennur tann klári eldur. Men hann fírdi ikki, herjaði á og kom við neyð og deyð inn í slottið. Leingi mátti hann bíða, tí prinsessan sat og vakti yvir trøllinum, sum lá og svav. Tá ið hann so langt um leingi hitti hana, gav hann henni eplið.

Tá verður hon findarglað og sníkir seg beinanvegin inn til trøllakongin, har hann liggur og svevur, og blakar eplið mitt í pannuna á honum. Tá er eitt ræðuligt buldur og tumbul, sum alt skuldi farið av grund, og tá ið av fjarar, er trøllakongurin vorðin til stein.

Nú kemur prinsessan aftur, flýgur um hálsin á Tobba og rópar: ”Nú eru vit bjargað! Alt, tú sær her, er okkara.”

Men drongurin svarar, at hann óttast enn alt hetta dreka- og ormaslagið, sum við eitri og eldi girðir slottið og alt, sum er.

Tá lær prinsessan og slær hendurnar saman: ”Ja, men nú er alt hetta burtur, tað doyði alt samalt við trøllakonginum.”

Tey halda nú stórt brúdleyp bæði. Hann verður kongur, og hon verður drotning. Ung, vøkur og umhildin ráða og ríkja tey nú í mong ár yvir landi sínum, bæði við gleði og gaman.

 

Úr bókini ”Ævintýr 3”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1968.

Upprunaheiti: ”Fiskarens son i Tennerifa”. Svenska Sagor och Sägner. A/B Lundequistska Bokhandeln, Uppsala.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019