• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

54. TVÆR FRÍGGJARASØGUR

 

Uppskrift úr Fugloy

1) Ein maður, sum var burtur á ferð, bar eyga við eina gentu, sum honum líktist frálíka væl á. Hann fregnaðist gjølla um hana, og heimafturkomin segði hann soninum frá og vildi hava hann avstað alt í einum at fríggja til hesa gentu.

Sonurin avstað og kemur til húsini, har sum gentan eigur at vera. Einki fólk er í roykstovuni, men hann hoyrir nógv fólk tosa í glasstovuni.

Nú hugsar hann við sær sjálvum: Um har eru fleiri gentur, hvussu skal hann so finna ta rættu burturúr? Hann hittir upp ráð: skipar byttur, bukkur, døllir, stampar, pottar, lok, krakkar, stabbar og tílíkt framman fyri glasstovudyrnar og setst so aftur á pallin kvirrur.

Eina løtu eftir gongur glasstovuhurðin, og út kemur ein genta. Hon gleiðar (gleivar) um alt hetta, ið fyri henni stendur, rørir einki og er so úti av durunum alt í einum.

Drongurin hugsar: “Hatta man vera eitt ódugnadýr; hasari heilsi eg ikki.”

Hann situr aftur eina løtu; so gongur glasstovuhurðin aðru ferð, og út kemur ein genta. Hon ber seg at á sama hátt sum hin fyrra, og hann letur hana fara, sum hon kom.

Hurðin gongur á triðja sinni so sáttliga, og út kemur ein genta. Við tað sama hon sær alt hetta, ið samandragsað er, hevur hon á orði:

“Jesus vælsigni meg! hvussu er her vorðið?” og tekur so at beina fyri øllum, hvørt aftur á sítt pláss.

Tá reisist drongurin úr sessi, heilsar henni og ber síni bønarorð fram. Tað var ja, ið hann fekk. Men hetta var hin sama gentan, sum pápin hevði víst honum á.

2) Ein drongur fór burtur at fríggja. Sum hann gongur, kemur hann til eini hús, fer inn og sær eina gentu sita og spinna á fótarokki í roykstovuni. Hann heldur hana vera dugnaliga, sum hon situr og spinnur, ber fram bønarorð og fær ja. So hann avstað aftur.

Eina tíð eftir kemur hann aftur at vitja; gentan situr og spinnur við sama lag, og ullin sama lit.

Hann kemur mangar ferðir; altíð spinnur hon, og altíð hevur ullin sama lit. Av hesum fær hann umsíðir illgruna, og fyri at koma til royndar, um hetta man vera svik ella ikki, tekur hann lykilin úr skríni hennara og stingur inn í karðaviglan (villan), sum snaraður er tvørtur um fótarokkin.

Árið eftir kemur hann aftur at vitja, og hon sigur nú við hann, at, tá ið hann var her seinast, bar tað so undarliga á, at hon misti lykilin til skrín sítt burtur, og ikki hevur hon funnið hann aftur enn.

Tá sá drongurin, at alt var sama ullin, ið hon hevði sitið og spunnið alla tíðina. So bað hann henni farvæl og kom ikki aftur.

Frásøgn: Gulak Jakobsen, Kirkju

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

54 Nr. 1 AT 1464 C

54 Nr. 2 AT 1453

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019