• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Urtagarðsmaðurin og harragarðsfólkini

Einar fýra fjórðingar frá høvuðsstaðnum stóð ein gamal harragarður við tjúkkum múrum, tornum og prýðiligum skjøldrum.

Her búðu, men einans um summarið, eini rík, aðalborin harragarðsfólk, og hesin harragarður var tann vakrasti og besti av øllum gørðunum, tey áttu. Hann var spildurnýggjur at síggja til uttan, og hugnaligt var og allir hentleikar innandura. Ættarbúmerkið var høgt í stein uppi yvir portrinum, og deiligar rósur krøktu seg rundan um búmerkið og útskotsgluggan, eitt stórt grasteppi breiddi seg framman fyri garðin. Har var reyðtyrnikjarr og hvíttyrnikjarr, har vóru sjáldsom blomstur, eisini uttan fyri vakstrarhúsið.

Harragarðsfólkini høvdu eisini ein dúgligan urtagarðsmann. Tað var fragd í at síggja blomsturgarðin, frukt- og nýtsluplantugarðin. Uttan fyri henda garðin var ein partur av tí garðinum, sum hoyrdi til harragarðin í gomlum døgum. Har vóru kjarrgirðingar, sum vóru kliptar, so at tær líktust krúnum og pýramidum. Aftan fyri tær stóðu tvey stór og elligomul trø. Tey høvdu næstan ongi bløð, og tað sá út, sum ein hvirluvindur hevði verið har og tveitt mykju-klumpar upp í trætopparnar, men hesir klumpar vóru fuglareiður og ikki mykjuklumpar.

So leingi, sum nakar mintist, hevði ein riðil av krákum og hjaltakrákum átt í hesum trøunum, so at tey vóru líka sum ein fuglabýur, og fuglarnir vóru húsbóndafólkini, húsánararnir, elsta ættin, ið búð hevði á harragarðinum, tey sonnu húsbóndafólkini. Fyri fuglunum vóru tær smáu mannaverurnar, sum búðu niðri undir teimum, av lítlum áhuga, men tær sluppu at vera har, tó at tær gingu og buldraðu við byrsum, so at tað kreyp í fuglabringuni, og hvør fuglur fleyg av í ræðslu og rópti ”kramm, kramm, kramm!”

Urtagarðsmaðurin hevði ofta havt á orði við harragarðsfólkini um, at hesi gomlu trøini áttu at verði feld. Tey vóru onki vøkur, og vóru tey burtur, so hevði ivaleyst eisini sloppist frá hesum málamiklu fuglunum, sum helst mundu farið at gjørt sær reiður aðrastaðni. Men harragarðsfólkini vildu hvørki missa trøini ella fuglarnar. Hetta var nakað, sum gamli harragarðurin ikki toldi at missa, tey høvdu verið har frá araldstíð, og sovorðið mátti ikki beinast burtur.

”Hasi trøini eru arvalutur fuglanna, og hann eiga teir at sleppa at varðveita, mín góði Larsen!”

Urtagarðsmaðurin æt Larsen, men her hevur tað í grundini ongan týdning.

”Hava tygum, lítli Larsen, ikki nóg mikið um at fara? Allan blomsturgarðin, vakstrarhúsini, frukt- og nýtsluplantugarðin?”

Jú, tað hevði hann, og hann røkti tey, hjúklaði um tey og aldi tey fram við eldhuga og dugnaskapi, og hetta máttu harragarðsfólkini ásanna, men tey duldu ikki fyri, at tey úti hjá fremmandum høvdu fingið fruktir og sæð blomstur, sum smakkaðu betur og vóru vakrari enn tey í urtagarðinum hjá teimum sjálvum. Hetta harmaði urtagarðsmannin, tí hann vildi tað besta og gjørdi sítt besta. Hann var heilhugaður og trúgvur í starvi sínum.

Ein dagin sendu harragarðsfólkini boð eftir honum og søgdu tignarliga, men við mildni við hann, at tey dagin fyri høvdu fingið bæði súreplir og perur, sum vóru so saftarmikil, og sum smakkaðu so væl, at bæði tey og allir gestirnir máttu sanna, at tey høvdu ikki smakkað nakað so gott. Fruktirnar vóru helst útlendskar, men tað mátti fáast hendur á teimum, og tær máttu fáast at vaksa her, um veðurlagið upp á nakran máta loyvdi tað. Tey vistu, at fruktirnar vóru keyptar frá høvuðsfrukthandlaranum inni í býnum, og nú skuldi urtagarðsmaðurin ríða inn til býin og fregnast um, hvaðani súreplini og perurnar vóru komin, og so royna at fáa hendur á gróðursetingargreinum.

Urtagarðsmaðurin kendi væl frukthandilsmannin, tí tað var júst til hann, at hann húsins vegna plagdi at selja avlopið av fruktini, sum vaks í harragarðinum.

Og urtagarðsmaðurin reið inn til býin og spurdi frukthandilsmannin, hvaðani hann hevði fingið hasi so ógvuliga nógv róstu súreplini og perurnar.

”Ja, men, vælsignaður, tey eru frá tygara egna urtagarði!” segði hann og vísti honum bæði súreplir og perur, sum hann væl kendi aftur.

Tá kunnu tit ætla, at hann gjørdist glaður, urtagarðsmaðurin, og hann skundaði sær heim at siga harragarðsfólkunum frá, at bæði súreplini og perurnar vóru úr teirra egna urtagarði.

Hesum fingu harragarðsfólkini seg ikki at trúgva. ”Hatta ber ikki til, Larsen, kunnu tygum fáa skrivliga váttan frá frukthandilsmanninum um hetta?”

Og tað fekk hann, eina skrivliga váttan fekk hann.

”Hetta var løgið!” søgdu harragarðsfólkini.

Og nú komu hvønn dag stórar skálir við hesum avbera góðu súreplunum og perunum á borðið hjá harragarðsfólkunum, og tey sendu stórar nøgdir av hesum góðu fruktum til vinir og kenningar bæði í býnum og uttan fyri býin, ja, til útlandið eisini, men tey løgdu aftrat, at summarið hevði nú verið serliga gott til slíkar træfruktir allastaðni í landinum.

Nú gekk ein tíð. So vórðu harragarðsfólkini boðin til døgurða hjá kongi, og dagin eftir sendu tey boð eftir urtagarðsmanninum. Tey høvdu fingið melónir so saftríkar og so smakkgóðar, og tær vóru úr vakstrarhúsinum hjá kongi sjálvum.

”Tygum mugu fara til urtagarðsmannin hjá kongi og fáa fatur á nøkrum kjarnum av hesum avbera góðu melónum!”

”Men urtagarðsmaðurin hjá kongi hevur fingið kjarnirnar frá okkum!” segði urtagarðsmaðurin smílandi.

”So hevur tann maðurin dugað at betra munandi um fruktirnar,” søgdu harragarðsfólkini. ”Tí melónirnar vóru framúr góðar!”

”Ja, so kann eg vera stoltur!” segði urtagarðsmaðurin. ”Eg skal siga tykkum, míni náðigu harrafólk, at urtagarðsmaðurin hjá kongi hevur ikki verið so heppin við sínum melónum í ár, og táið hann sá, hvussu avbera væl okkara sóu út, og hvussu væl tær smakkaðu, so bað hann lata seg fáa tríggjar av okkara niðan á slottið!”

”Larsen! Far nú ikki og billa tær inn, at hatta vóru melónir úr okkara urtagarði!”

”Tað haldi eg fyri vist!” segði urtagarðsmaðurin og fór niðan til urtagarðsmannin hjá kongi og fekk eina skrivliga váttan um, at melónirnar, sum vóru á kongliga døgurðaborðinum, vóru komnar frá harragarðinum.

Hesum gjørdust harrafólkini ógvuliga bilsin av, og tey duldu ikki fyri tí, men søgdu frá søguni og sýndu váttanina fram, og melónkjarnarnir vórðu sendir víða um til vinir og kenningar, sum hina ferðina við súreplunum og perunum.

Og tað frættist, at tað eydnaðist væl, og at góðar, vælsmakkandi fruktir vuksu upp av hesum kjarnunum, og fruktirnar vórðu uppkallaðar eftir harragarðinum hjá harragarðsfólkunum, so at hetta navnið var at síggja bæði á bretskum, týskum og fronskum máli.

Hetta hevði ongin droymt um áður.

”Bara urtagarðsmaðurin ikki fer at halda ov mikið um seg sjálvan!” søgdu harragarðsfólkini.

Men urtagarðsmaðurin tók tað upp á ein annan máta, tí nú fór hann at royna at bera tað so í bandi, at hann fór at fáa navn sum besti urtagarðsmaður í landinum, royna á hvørjum ári at ala okkurt sjáldsamt og gott fram í urtagarðinum, og tað gjørdi hann. Men mangan fekk hann at hoyra, at tær fyrstu fruktirnar, súreplini og perurnar, vóru tey bestu, og at ongantíð seinni komu nøkur teimum nær. Rætt var tað, melónirnar vóru heilt góðar, men tað var ikki sama fruktin, og tað bar til at siga, at jørðberini vóru góð, men kortini ikki betri enn tey, sum vuksu í øðrum urtagørðum, og táið so vetrarradisurnar eitt árið ikki eydnaðust so væl, tá snúði prátið seg ikki um annað enn tær miseydnaðu vetrarradisurnar, sjálvt um mangt annað gott var at tosa um.

Tað sá næstan soleiðis út, sum at harragarðsfólkini høvdu fragd av at siga: ”Ikki bar til í ár, lítli Larsen!” Ja, tey sýntust at frøa seg yvir at kunna siga: ”Ikki bar til í ár!”

Einar tvær ferðir um vikuna bar urtagarðsmaðurin blomstur úr blómugarðinum inn í stovuna hjá harragarðsfólkunum, og altíð dugdi hann at seta tey so skynsamliga saman, so at litirnir komu rættiliga til sín rætt.

”Tygum hava góðan ans fyri litum, Larsen,” søgdu harragarðsfólkini, ”tað er ein gáva, sum tygum hava fingið frá Várharra og ikki frá tygum sjálvum!”

Ein dagin kom urtagarðsmaðurin við eini kristalskál. Í henni lá eitt ákannublað, og á ákannublaðnum lá ein stór, geislandi blá blóma við tí langa stelkinum niðri í vatninum.

”Lotusblóman úr Hindostan!” róptu harragarðsfólkini.

Sovorðna blómu høvdu tey aldri sæð áður, og um dagin varð hon sett í sólskinið og um kvøldið í vesturskinið. Øll, sum sóu hana, hildu hetta vera eina sera vakra og sjáldsama blómu, ja, hetta segði eisini tann kvinnan, sum var mett at vera tignarligast í landinum, sjálv prinsessan, sum bæði var klók og eygagóð.

Harragarðsfólkini fingu tann heiður at handa prinsessuni blómuna, og hon fór við henni niðan á slottið.

So fóru harragarðsfólkini oman í urtagarðin at henta eina blómu av sama slag, um hon var at finna, men tey funnu onga. So róptu tey á urtagarðsmannin og spurdu, hvaðani hann hevði fingið ta bláu lotusblómuna.

”Vit hava leitað og leitað og onga funnið!” søgdu tey. ”Vit hava verið í vakstrarhúsinum og allastaðni í blómugarðinum!”

”Nei, rætt er tað, har er hon ikki at finna!” segði urtagarðsmaðurin. ”Tí hatta er bara eitt fátæksligt blomstur úr nýtslugarðinum! Men satt er tað, vøkur er hon, hon líkist mest einum bláum kaktusi, og kortini er hon ikki annað enn ein ertnablóma!”

”Hatta skuldu tygum havt sagt okkum beinanvegin!” søgdu harragarðsfólkini. Vit vistu ikki betur, enn at hatta var ein fremmand blóma. Nú hava tygum gjørt okkum fyri skommum fyri prinsessuni. Hon sá blómuna hjá okkum, helt hana vera so vakra, men kendi hana ikki, tó at hon dugir væl plantufrøðina, men tann vísindin hevur onki við nýtsluplantur at gera. Hvussu bar tað til, mín góði Larsen, at tygum funnu uppá at koma við einum sovorðnum blomstri inn í stovuna. Tað er beinleiðis at halda okkum fyri gjøldur!”

Og tann vakra, bláa blóman, sum var tikin úr nýtslugarðinum, varð tikin út úr stovuni, tí har sømdi tað seg ikki at hava hana, og harragarðsfólkini fóru til prinsessuna at biðja um fyrigeving og søgdu, at hatta blomstrið var bert eitt blomstur úr nýtslugarðinum, sum urtagarðsmaðurin hevði funnið uppá at seta fram, men nú høvdu tey deilt hann fyri tað.

”Tað var bæði synd og skomm!” segði prinsessan. ”Hann hevur latið eygu okkara upp og víst okkum eina skreytblómu, sum vit als onki vistu um, hann hevur víst okkum á vakurleikan, har sum vit als ikki dugdu at leita eftir honum! Hereftir skal urtagarðsmaðurin í slotsgarðinum bera mær eina sovorðna blómu inn á slottið hvønn dag, so leingi ertnaurtirnar blóma!”

Og hetta hendi.

Og harragarðsfólkini søgdu við urtagarðsmannin, at hann eisini skuldi bera teimum eina nýtikna ertnablómu hvønn dag.

”Hon er í grundini so vøkur!” søgdu tey, ”so løgið tað kann tykjast!” Og tey róstu urtagarðsmanninum.

”Nú dámar Larseni!” søgdu harragarðsfólkini. ”Hann er sum ein spiltur ungi!”

Táið heystið kom, gjørdist eitt ræðuligt illveður. Sum náttin leið, alt meir vaks vindurin, og stormurin gjørdist so nógvur, at nógv trø, sum stóðu í útjaðaranum av skógini, vórðu skrødd upp við rót til stóra sorg fyri harragarðsfólkini, men til gleði fyri urtagarðsmannin, tí tey stóru trøini við fuglareiðrunum fóru øll um koll. Tó at stormurin var nógvur, so hoyrdist skilliga, hvussu krákurnar og hjaltakrákurnar kráaðu og bardu veingirnar móti rútunum á garðinum.

”Nú dámar tygum, Larsen!” søgdu harragarðsfólkini. ”Stormurin hevur felt tey gomlu trøini, og fuglarnir eru rýmdir inn í skógina. Nú er her onki eftir, sum minnir um ta gomlu tíðina, ikki eitt tekin, sum minnir um gamlar dagar. Vit eru hørm um tað!”

Urtagarðsmaðurin segði onki, men hann hugsaði um tað, sum hann altíð hevði havt í huga, at nú skuldi hasin sólskinsbletturin, sum hann ongantíð var sloppin framat, gerast til størsta prýði í urtagarðinum og til gleði fyri harragarðsfólkini.

Táið tey stóru trøini duttu, kroystu tey ta gomlu kjarrgirðingina heilt til jarðar, og her plantaði urtagarðsmaðurin hópin av heimligum plantum úr haganum og skógini.

Tað, sum ongin annar urtagarðsmaður hevði hugsað um at planta ríkiliga í urtagarðin hjá harragarðsfólkunum, setti hann her niður í ta jørð, sum hóskaði best, og hann gav teimum ljós og skugga, sum hvør planta hevði fyri neyðini. Hann hjúklaði um við kærleika, og upp vaks tað í dýrdleika. Baraldurin av jútsku heiðini vaks har og líktist bæði í skapi og liti teirri italsku cypressini, meðan kristtyrnið so blankt, men við hvøssum tindum, var grønt bæði summar og vetur og var fagurt á at líta.

Og fyri framman vuksu trøllakampar av nógvum ymiskum sløgum, summir líktust børnum av pálmatrænum, meðan aðrir eftir útsjóndini væl kundu verið foreldur ta fínligu og vøkru plantuna, sum vit kalla venushár. Har vaks tað lítið umhildna loðgrasið, sum, meðan tað stendur í besta blóma, prýðir væl í eini blómuskipan. Loðgrasið vaks, har sum turt var, men har, sum tað var eitt sindur vátligari, vaks hømilian, eisini ein vanvird planta, men hávaksin var hon, og við sínum stóru bløðum sá hon stórbær og málandi út. Um favn høgt ella meir og við nógvum blomstrum rætti kongaljósið seg upp sum ein fleirarmaður ljósastaki á at líta. Her vuksu skógarmerki og fransagras, og her vuksu hagablomstur av ymsum slag og í nógvum litum, og tað var vakurt á at líta, ein sannur fagurleiki.

Fyri framman og styðjandi seg til jarntráð, sum var spentur framvið, vuksu heilt smá perutrø, sum vóru ættað úr Fraklandi. Har var góður sólargangur, og væl varð fjálgað um tey, og tað vardi ikki leingi, til tey fóru at fáa stórar og væl smakkandi fruktir, sum onki góvu teimum eftir, sum vuksu í heimlandinum, Fraklandi.

Har, sum tey bæði gomlu, blaðleysu trøini høvdu staðið, setti urtagarðsmaðurin eina flaggstong, har Dannebrog veittraði, og stutt frá flaggstongini eina aðra styttri stong, sum humluleggurin snúði seg uppeftir um summarið, men um veturin varð, sum gamal siður var, eitt kornbundi hongt upp í stongina um jóltíðir, so at eisini smáfuglarnir kundu kenna, at jólini vóru komin.

”Hasin góði Larsen fer at vera kensluborin, sum hann eldist!” søgdu harragarðsfólkini, ”men trúgvur sum trøllið er hann!”

A nýggjárinum sást í einum av bløðunum í høvuðsstaðnum ein mynd av gamla harragarðinum. Har sást flaggstongin og stongin við kornbundinum til smáfuglarnar at halda jól í, og hetta var sagt at vera áhugavert, at ein góður, gamal siður var komin aftur til heiður og æru, og slíkt var sagt at vera eyðkent fyri henda gamla harragarðin.

”Altíð verður so nógv gjørt burtur úr tí, sum Larsen ger,” søgdu harragarðsfólkini. ”Hann er ein lukkuligur maður. Vit noyðast at fara at vera stolt av honum!”

Men tey vóru als ikki stolt av honum. Tey kendu seg sum harragarðsfólk, og tey høvdu rætt til at koyra hann, men tað gjørdu tey ikki, tí tey vóru góð av sær, og sum tey, eru nógv góð menniskju til, og tað eiga allir Larsenar at vera glaðir yvir.

Ja, hetta var søgan um urtagarðsmannin og harragarðsfólkini.

Nú kanst tú seta teg at hugsa um hana.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Gartneren og Herskabet”, ”Eventyr og historier. Ny samling”, 1872.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”10 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1980.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019