• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

48. VAKURLEIKIN OG BEISTIÐ

 

Uppskrift úr Skálavík

Eina ferð var ein stórur keypmaður, sum hevði sigling um verøldina. Ein dagin, sum skipini vóru heimkomin, og hann skuldi avstað til at vitja tey, bað hann døtur sínar - tríggjar vóru - ynskja av sær hvør sítt tingið, hvat ið tær vildu.

Tær eldru báðar ynsktu tá hvør sín stakk, hin yngsta eitt epli. Stakkaklæðið fekk hann brátt, men einki epli. Harmafullur um hetta fer hann heim aftur.

Á veginum fer hann inn í eini hús; matur stendur borðreiddur, men einki fólk hann sær. Svangur er hann og setst at eta.

Tá ið hann reisist aftur, er honum hyggjandi út ígjøgnum vindeygað oman í ein garð, hvar eitt træ stendur við nógvum eplum uppiá. Hann oman og tekur eitt til at bera dóttrini.

Nú tykir honum, sum alt skuldi rotið oman yvir hann, bæði fjøll og hús; eitt trøll kemur til hansara og er so ónt, heldur tað vera nóg mikið, at hann hevur etið sær matin, um enn hann fór ikki at stjala epli við.

Keypmaðurin sigur frá ynskinum hjá yngstu dóttur sínari og býður at geva trøllinum eplið aftur.

Men trøllið sigur nei: tað vil einki hava uttan dóttrina sjálva.

Maðurin verður at játta og fer heim við eplinum, enn meira harmur enn áðrenn hann fekk tað.

Hann sigur dóttrini frá øllum, sum til hevur borist; men hon biður hann ikki syrgja - hon skal fara til trøllið, sigur hon.

So flutti hann hana í trøllhúsini, sum trøllið hevði biðið hann. Nú tókti henni tað sama sum pápanum, at alt vildi róta oman yvir hana, og alt í einum kom trøllið; tað var so blítt við hana og bað hana eiga seg.

Nei, tað vildi hon ikki.

Hvørt kvøld bar trøllið hetta upp á mál, at hon skuldi eiga tað til mann; men hon sýtti í heilum. Eitt kamar var, sum spegil var í; hvør, sum hugdi í tað speglið, sá alt.

Ein dagin, sum hon fór at hyggja í hetta speglið, sá hon pápan liggja sjúkan av sorg.

Um kvøldið, tá ið trøllið kemur aftur, er hon so sorgarbundin.

Hon man hava verið í speglinum í dag, sigur trøllið: men hon skal ikki syrgja, tí hon skal sleppa heim til at vitja pápan og siga frá, at hon livir væl; tó má hon skunda sær aftur.

Hon so gjørdi.

Trøllið biður hana enn sum fyrr hvørt kvøld eiga seg; men einki batir við hana.

Ein annan dag, sum hon hyggur í speglið, sær hon systrarnar laga til brúdleyps, og nú ið trøllið kemur heim um kvøldið, situr hon aftur so syrgin.

Hon skal sleppa í brúdleypið, sigur trøllið: men aftur má hon koma tað snarasta, hon kann, og ikki vera longur, enn brúdleypið stendur. Hetta lovar hon og fer so heim í brúdleypið hjá systrunum.

Men heima letur hon yvirtala seg til at vera longur, enn hon hevur lovað trøllinum, og eina nátt eftir tað, at brúdleypið er endað, droymir hon, at trøllið er deytt av sorg um hana: hann liggur úttandur eftir einum stokki niðri í garðinum.

Um morgunin skundar hon sær avstað tað snarasta, hon kann, aftur í trøllhúsini og setur seg, sum hon er von; hon bíðar, men einki trøll kemur til hennara.

So fer hon oman í garðin at leita, sum hon hevur droymt - nú liggur hann har, úttandur eftir einum stokki, deyður fyri henni at síggja.

Tá heldur hon, at, hevði hann nú livnað úr aftur, so skuldi hon havt hann til mann, tí hann hevur verið so góður við hana.

Í sama bragdi, sum hon hevur talað hetta orðið, reisist hann upp livandi og er natúrligt fólk; hann hevði verið umskapaður so, at hann kundi ikki koma at vera fólk aftur, fyrr enn ein genta lovaði at hava hann til mann, og í tí vildi eingin genta samtykkja, tí hann var so ljótur og ósjónligur - og siga frá, at hetta var honum viðurlagt, kundi hann ikki, tí so vann lyftið einki á gandinum.

Kongasonur var hann, men varð kallaður “beistið” av tí, at hann var umskapaður til trøll. Men hon varð kallað “vakurleikin”.

So giftust bæði og vóru verandi í somu húsunum.

Frásøgn: Marjun í Nýggjubúð, Skálavík

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

48 AT 425 C

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019