• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Vakurleikin við slørunum

Nú er tað ein kongur og ein drotning; tey eiga eingi børn, men vilja kortini so staðiliga hava eitt. Tí bað drotningin so inniliga til sankta Mariu og segði: ”Á, tú heilaga Guds móðir, gev mær eitt barn, so lovi eg tær, at tá ið barnið er fjúrtan ára gamalt, skal eg gera ein brunn í slotsgarðinum, sum rennur við olju eitt heilt ár.”

Tað varir ikki leingi, nú er drotningin upp á vegin, og tá ið at teimum stundum kemur, føðir hon ein væl skaptan son. So væl trívist hann, at hann veksur líka nógv ein dag, sum aðrir dreingir í tveir. Hann verður bæði vakur og sterkur.

Tá ið hann nú er vorðin fjúrtan ára gamal, minnast foreldrini lyftið, tey hava givið, gera ein brunn í slotsgarðinum, og út av honum flýtur olja. Kongasonurin stendur mangan í vindeyganum og sær, hvussu fólk allastaðni frá kemur at brunninum at fáa sær olju.

Nú er árið liðið, og brunnurin er um at torna upp. Tá er tað ein gomul kona, sum hoyrir um hesa oljuna og sigur fyri munni sínum: ”Hevði eg bert vitað av hesum áður; men hvør veit, kanska larrar enn.” Hon tekur eitt lítið krúss og ein njarðarvøtt við sær, fer av stað. Tá ið hon kemur at brunninum, sær hon, at oljan flýtur ikki longur; men tað stendur ein løgg eftir í botninum. Konan tekur njarðarvøttin og heldur hann niður í oljuna, kroystir so úr honum niður í krússið; hetta ger hon nakrar ferðir og fær krússið fult.

Men kongasonurin stendur uppi á svalanum og sær hetta; hann tekur í hugmóð ein stein og blakar, rámar, so krússið brotnar, og oljan fer til spillis. Tá verður tann gamla konan ill og ynskir honum: ”Meg lysti, at tú aldri verður giftur, fyrr enn tú hevur funnið vakurleikan við teimum sjey slørunum.”

Frá tí degi verður kongasonurin tungur í huga og hugsar altíð um vakurleikan við teimum sjey slørunum. Ein dagin sigur hann við foreldrini: ”Gevið mær nú signing tykkara; tí eg ætli mær út í ta víðu verøld at finna eydnuna.”

”Á, sonur mín,” sigur mamman ovfarin, ”hvørja eydnu vil tú finna? Tú hevur jú alt, tú kann ynskja tær; verð hjá okkum drongur! Vit hava givið so mangt eitt lyfti, áðrenn vit fingu teg, og tú er okkara einasta barn, vit orka ikki at lata teg frá okkum út í ta ótryggu verøld at fjakka.”

Men kongasonurin víkur ikki frá tí, hann hevur sagt, og læt foreldrini vita: ”Góðu foreldur, vilja tit ikki geva mær signing tykkara, verði eg noyddur at fara av stað fyri uttan hana; tí eg ætli mær ikki at vera her heima longur.”

Nú faðir og móðir hoyra hetta, lata tey hann gera, sum hann vil, og geva honum sína signing. Hann tekur nú nakað av pengum upp á seg, saðlar ein stásiligan hest og ríður av stað. Leingi ríður hann eftir einari gøtu, hóast hann veit einki um hana, uttan at hon førir hann longur og longur burt frá heiminum. Eitt langt og sjey breið ríður hann heilt í blindum; tí hann veit ikki eitt graml um, hvar vakurleikin við teimum sjey slørunum er at finna.

Men tá ið hann nú hevur riðið bæði dagar og nætur, kemur hann eitt kvøldið at einum skógarjaðara; har sær hann væl hildið hús; her býr ein bóndi við konu og børnum.

Kongasonurin hugsar við sær: ”Har fari eg at biðja mær innivist í kvøld, ríði so inn í skógin, tá ið morgunin kemur aftur.”

Ája, hann dunkar á dyrnar og letur upp, biður um innivist, meðan náttin er. ”Tað er gaman í,” siga bóndin og konan, tey eru bæði blíð og góðgjørd.

Hann verður so har um náttina.

Morgunin eftir takkar kongasonurin fyri seg, sigur farvæl og fer ríðandi móti skóginum. Tá ið bóndakonan sær, hvønn veg hann fer, rópar hon á hann:

”Vakri unglingi, hvar ætlar tú tær? Tak ikki tey óráð fyri at ríða inn í tann myrka skógin; har eru størri vandar, enn tú grunar; í hesum skóginum eru øgiligir risar og villini ódjór, sum verja inngongdina til vakurleikan við teimum sjey slørunum. Tann, sum har fer inn, kemur ikki heilur heim.”

Men kongasonurin svarar: ”Er hetta leiðin til vakurleikan við teimum sjey slørunum, so er tað henda vegin, eg skal fara.”

”Nei, fyri okkara bøn, far ikki” sigur konan, ”tú veit ikki, hvussu nógvir kongasynir, ið eru farnir inn í handa skógin; men eingin er komin út aftur úr honum.”

Kongasonurin víkur kortini ikki frá sínari ætlan. Tá sigur bóndakonan: ”Um tó hóast alt vil royna eydnuna, so hoyr, hvat eg havi at siga tær. Eina dagsferð hiðani inni á skóginum býr ein einbúgvi. Far inn har og gist, bið hann vísa tær vegin og geva tær góð ráð.”

Kongasonurin takkar konuni og ríður inn í skógin; longur og longur ríður hann, til hann úti á kvøldinum kemur til smáttuna hjá einbúgvanum. Tá ið hann dunkar á dyrnar, spyr ein grovmælt rødd fyri innan: ”Hvør er tú, ið her kemur?”

”Ein fátækur ferðamaður, sum biður um innivist, meðan náttin er.”

”Á, nei, nei, nei, eg avnokti teg í Guds navn” rópar einbúgvin.

”Avnokta meg nýta tygum nú ikki, eg eri eitt kristið menniskja,” sigur kongasonurin.

Tá letur einbúgvin upp dyrnar og biður hann koma inn, spyr, hvaðani hann kemur, og hvar leiðin gongur. Men nú hann hoyrir, at kongasonurin skal út at finna vakurleikan við teimum sjey slørunum, sigur hann:

”Eg ávari teg, ungi maður; vend heldur aftur, meðan væl er, royn ikki tann leik, tú misferst!” sigur einbúgvin.

Men kongasonurin víkur ikki frá sínari ætlan. Umsíðir sigur einbúgvin: ”Eg kann ikki hjálpa tær; men eini ráð skal tú fáa: Tá ið tú kemur til eina grind, sum hongur á einum hongsli og tveitir, hong hana tá líkindaliga á hongslini. - Hvíl teg nú; í morgin skal eg vísa tær leiðina. Eina dagsferð longur inni á skóginum býr eldri beiggi mín, hann kann kanska hjálpa tær. Men til nátturða kann eg bert geva tær helvtina av mínum breyði og vatni, tí eg eigi einki. Hvønn morgun kemur ein eingil av himli við vatni og breyði til mín, og tí livi eg av.” Teir býta vatnið og breyðið ímillum sín.

Í lýsingini morgunin eftir fer unglingin av stað; hann ríður dagin langan gjøgnum tann tjúkka, myrka skóg. Í skýmingini sær hann eitt ljós langt burturi; tá ið hann nærkast tí, sær hann aðra einbúgvasmáttuna. Hesin bróðirin tók líka vinarliga ímóti, sum hin fyrri hevði gjørt, og spurdi, hvat hann søkti í hesi villini mørk. Tá ið kongasonurin hevði sagt honum frá øllum, royndi hann eisini at tosa unglingin frá at fara longri, bara venda aftur, meðan leikurin var góður. Men kongasonurin er treiskur og vil ikki hoyra eitt orð um at venda aftur. Umsíðir sigur einbúgvin: ”Beiggi mín hevur givið tær eini góð ráð; nú vil eg gera tað sama: Tá ið tú á leiðini sær ein asna og eitt ljón, har ljónið hevur hoyggj í kjaftinum og asnin kjøt, far tá bara óræddur og hjálp teimum, so hvørt teirra fær sína røttu føði. Men legg teg nú fyrst at sova; í morgin skal eg vísa tær leið til elsta beiggja mín, hann býr eina dagsferð longur inni í skóginum.”

Næsta morgun fer kongasonurin longri fram á vegin, ríður allan dagin gjøgnum tann tætta, myrka skóg. Um kvøldið kemur hann til tann triðja einbúgvan; hann er so gamal, at skeggið røkkur heilt á jørð. Gamli tekur væl ímóti kongasoninum og spyr, hvørt hann kann hjálpa honum við nøkrum.

Kongasonurin sigur honum nú, at hann er á veg til vakurleikan við teimum sjey slørunum, biður geva sær góð ráð.

”Legg teg nú fyrst við frið at sova,” sigur oldingin. ”Í morgin skal eg so tosa við teg.” Teir fara til songar, og náttin líður.

Morgunin eftir sigur einbúgvin við kongasonin: ”Lurta nú væl eftir hvørjum orði, eg sigi tær; tí gloymir tú nakað burtur, er úti við tær. Fyrst skal eg geva tær trý ting at hava við: nøkur breyð, nakrar rísikustar og ein eldblásara. Tá ið tú ríður handa vegin, sum eg nú peiki tær á, kemur tú fyrst til ein asna og eitt ljón. Fylg tú bert ráðunum frá miðlingabeiggja mínum, so sleppur tú fram við teimum í øllum góðum. Síðani møtir tú nøkrum risum, sum sláa við stórum jarnlurkum á stiðja. Bíða, til allir risarnir hava lurkarnar á loft og kunnu ikki síggja fyri sær, leyp tá til og slepp tær framvið. Síðani kemur tú til eitt fikutræ, sum forðar tær. Træið ber fáar og vánaligar fruktir. Tú skal taka nakrar fikur av tí, men kasta tær ikki burtur, et tær og rósa teimum, rósa trænum eisini. So sleppur tú ótálmaður framvið. Tá ið tú er sloppin fram við trænum, kemur tú umsíðir til eitt stórt slott. Har býr ein ræðulig risakelling inni, sum goymir at vakurleikanum við teimum sjey slørunum. Fyrst ræður um at sleppa sær inn á slottið. Beint, tú kemur, er slotsgrindin opin; men so byrjar hon at tveita. Gloym tá ikki ráðini, yngsti beiggi mín gav tær, so sleppur tú ótálmaður framvið. Beint, tú er komin innum, leypa nøkur ljón upp og vilja eta teg; men blaka tá breyðini fyri tey, so leggja tey seg ivrig at eta og gera tær einki. Tá ið tú fer upp slotstrappurnar, koma húskallarnir hjá risakellingini ímóti tær við stórum lurkum; av tí teir eiga ongar kustar, sópa teir tær stóru trappurnar við lurkum sínum; gev teimum tá tínar rísikustar og vís teimum, hvussu teir skulu nýta teir, so verða teir blíðir og sleppa tær framvið í frið og náðum. Longri inni á slottinum koma kokkarnir hjá risakellingini og vilja leggja á teg. Gev teimum tá eldblásaran, tú hevur við, og vís teimum, hvussu hann skal nýtast, so verða teir blíðir og týðir; tí teir eiga ongan eldblásara.

Umsíðir kemur tú inn til risakellingina sjálva. Hon sítur á einari stórari trónu, og har hon styðjar albogarnar, standa tríggjar smáar kistur, í hvørjari av kistunum er ein vakurleiki við sjey slørum. Gev risakellingini nú hetta brævið. Hon fer tá út í eitt annað rúm at lesa tað; sigur við teg, at hon fer at skriva eitt lítið svar, biður teg bíða eina løtu. Men trúgv henni ikki, rým, gríp eina av kistunum og rúk av stað við henni; tað ger tað sama, hvørja tú tekur; men ansa eftir, at tú nemur ikki við hinar kisturnar. Allir verjarnir vilja lata teg sleppa framvið í frið og náðum. Men ríð skjótt, so risakellimgin fær ikki fatur á tær. Kistuna má tú ikki lata upp, fyrr enn tú kemur út úr skóginum at einari keldu; tí tá ið tú letur upp, biður vakurleikin beinanvegin geva sær vatn, og hevur tú tá ikki vatn, doyr hon. Rættar tú teg nú gjølla eftir øllum mínum ráðum, kemur tú kanska snikkaleysur frá hesari hættisferð.” -

Síðani sigur einbúgvin kongasoninum farvæl og biður hann fara í Guds navmi.

Unglingin ríður nú av stað, ríður bæði langt og leingi, helmar ikki í hvørki nátt ella dag. Nú fær hann eyga á ljónið og asnan, sum berjast um fóðrið, soleiðis sum einbúgvin hevði sagt. Hann gongur óttaleysur til hesi grummu dýr, skiftir fóðrið um hjá teimum, so hvør fær tað, tí hóvar. Tey vera tá friðarlig og lata hann fara framvið í frið og náðum. Sum hann nú ríður longur fram á vegin, hoyrir hann langt burtur frá ein øgiligan gang; tað eru risarnir við sínum stóru jarnlurkum, sum sláa í stiðjan. Tá ið hann kemur til teirra, bíðar hann, til allir risarnir hava jarnlurkarnar á loft; tá ríður hann fram og sleppur ósæddur ímillum teirra, tað forðaði ikki. Nú kemur hann til fikutræið, sum stóð og møtti við fruktum sínum á. Hann tekur nakrar fikur; hóast tær eru smáar og einkisverdar á at líta, etur hann tær og rósar óført: ”Ja, tað má eg siga, hetta eru tær leskiligastu fikur, eg nakrantíð havi borið í munn. Og so træið sjálvt, ikki havi eg sætt so vakurt fikutræ mín dag, hevði betur átt tað heima hjá mær sjálvum.” Hann sleppur fram við trænum í øllum góðum.

Kongasonurin ríður enn eina tíð. Tá kemur hann til slottið, har risakellingin býr. Men grindin stóð og tveitti upp og í alla tíðina - á einum hongsli. Hann stígur av hestinum, tekur grindina av og heingir hana á bæði hongslini, so hon hongur, sum hon skal. Hann fer innum. Men í tí sama koma nøkur ljón leypandi beint ímóti honum og vilja eta hann. Tá tekur kongasonurin breyðini, hann hevur við, og blakar fyri tey. Ljónini leggja beinanvegin á breyðini at ríva í seg, og hann fer framvið í øllum góðum. Nú hann skal ganga upp slotstrappumar, koma húskallarnir hjá risakellingini ímóti honum við sínum stóru lurk-um, sum teir sópa trappurnar við. Tá ið teir síggja kongasonin koma, leypa teir til og vilja beina fyri honum. Men hann er so kvikur, tekur rísikustarnar og gevur teimum, vísir teimum, hvussu teir skulu nýtast: ”Hyggið her, sópið trappurnar við hesum, so verða tit lidnir um eina løtu.” - Beinanvegin verða húskallarnir blíðir og takka fyri gávuna: ”Ja, hetta eru ólíka amboð enn lurkarnir,” siga teir. Kongasonurin sleppur framvið í øllum góðum. Gongur longri inn á slottið; men hann er ikki komin langt, nú leypa kokkarnir hjá risakellingini ímóti honum, skulu leggja á. Men hann er so kvikur og gevur teimum eldblásaran, vísir teimum, hvussu hann skal brúkast: ”Hyggið her, hetta er ólíka lættvintari hjá tykkum, enn at tit noyðast at liggja sjálvir og blása í eldin.” Tá verða kokkarnir so findarglaðir, ja, tað máttu teir siga, hatta var ólíka at hava. Og kongasonurin sleppur fram-við í frið og forligheit.

Umsíðir kemur unglingin inn í ein stóran sal, har risakellingin sjálv situr á einari trónu, grim og rúgvismikil, øgilig á at líta. Albogarnir hvíla á trimum smáum kistum. Beint sum hann hevur nigið og heilsað henni kurteisliga, rættir hann henni brævið.

Kellingin setur seg at lesa tað, hyggur upp við sínum ræðuligu eygum og sigur grovmælt:

”Bíða eina løtu, vakri unglingi, meðan eg skrivi eitt svar.” Hon fer út í eitt annað rúm.

Men kongasonurin visti, at hon fór at hvessa sær tenninar; tí var hann ikki seinur, tók eina av teimum smáu kistunum og leyp sum snarast av stað við henni. Hann kemur ótálmaður fram við kokkunum, húskøllunum, ljónunum og grindini, leyp á hestin og tvísporaði av stað, tað dýrasta, hann kundi. Eisini fikutræið, risarnir við jarnlurkunum, ljónið og asnin lótu hann fara í frið og seinkaðu hann ikki.

Tá ið risakellingin kemur aftur í tann stóra salin við nýbrýndum tonnum, sær hon, at unglingin er burtur. Hon telur beinanvegin kisturnar og sær, at ein er horvin. ”Svikalist! svikalist!” rópar hon, so tað ljóðar sum toran um alt slottið, loypur út eftir kongasoninum: ”Hví sleptu tit honum út?” rópar hon á kokkarnar.

”Vit hava tænt tær í so mong ár,” siga kokkarnir, ”og aldri hevur tú givið okkum ein eldblásara, sum kundi lætta okkum arbeiðið; men hesin vakri unglingin gav okkum ein og var vinarligur við okkum; tí sleptu vit honum framvið.”

Hon loypur út á trappuna til húskallarnar: ”Hví slógu tit ikki unglingin kaldan við lurkum tykkara?”

”Vit hava tænt tær í so nógv ár,” svara húskallarnir, ”og aldri hevur tú røtt fyri at geva okkum ein kust, sum kundi lætta okkum arbeiðið; men hesin vakri unglingin hevur givið okkum nakrar og var vinarligur við okkum; skuldu vit tá sláa hann kaldan afturfyri?”

”Og tit ótýggi, ljónini,” rópar hon ovursint, ”hví ótu tit hann ikki?”

”Tigur tú ikki, skal tú sjálv verða etin,” siga ljónini ovursint og vísa bithornini, ”her hava vit gingið so nógv ár; nær í veranum hevur tú leskað okkum eina matartuggu? tað gjørdi tann vakri unglingin; tí lótu vit hann fara í frið.”

Nú rópar risakellingin á grindina: ”Hví slepti tú tjóvinum út, sneiðursett?”

”Í so mong ár havi eg hildið slottið stongt,” sigur grindin; ”men aldri hevur tú røkt fyri at heingja meg líkindaliga á hongslini, havi hingið her eftir øðrum kjafti og slongt; men tað gjørdi unglingin, nú hann kom. Tí læt eg hann fara í frið.”

”Á, tú fikutræ, hví sveik tú meg, slepti unglinginum av stað við tjóvafolanum?” rópar risakellingin við báðum ørmum á loft.

”Í so mong ár er tú hvønn dag komin fram við mær,” sigur fikutræið; men aldri hevur tú tikið eina einastu fiku av mær og etið. Tað gjørdi hesin vakri unglingi, og aftaná róstí hann bæði mær og fikum mínum; tí læt eg hann fara framvið í frið.”

Kellingin leyp nú til risarnar og illkendi teir fyri, at teir drupu ikki unglingin, tá ið hann kom við kistuni, hann hevði stolið. Men teir svaraðu: ”Hví noyðir tú okkum at standa og sláa í stiðjan alla tíðina? Tá ið vit hevja jarnlurkarnar, kunnu vit jú ikki síggja, um nakar kemur framvið.”

Kellingin loypur til ljónið og asnan og deilir tey, fyri at tey sleptu unglinginum við kistuni framvið, ”hví skræddu tit hann ikki sundur?”

”Á, tig tú!” sigur ljónið, ”ella eti eg teg. So mong ár hevur tú gingið fram við okkum og hevur ikki gitt at býta fóður um ímillum okkum, so vit fingu tað, hvørt kundi eta; men hesin vakri unglingin gjørdi tað, og tí lótu vit hann fara við frið.”

Tá mátti risakellingin venda aftur við sítt gráin skinn; tí eingin vildi hjálpa henni at fáa fatur á tí vakra unglinginum við kistuni.

Ímeðan ríður kongasonurin sum harðast gjøgnum tann tjúkka, myrka skógin. Hann kemur framvið aftur hjá teimum trimum einibúgvunum og bóndafólkunum, takkar teimum øllum hjartaliga fyri hjálpina.

Tá ið hann er komin út úr skóginum, hugsar hann um at fáa latið kistuna upp; men ríður kortini longur - til hann kemur at einari keldu. Har stígur hann av baki og letur lokið av kistuni. – ”Vatn!” rópar ein rødd, og tá ið hann hevur stoytt vatn niður yvir kistuna, reisir tann unga gentan, vakurleikin, seg upp. Hennara yndi og vakurleiki er so hugtakandi, at kongasonurin stendur málleysur og hyggur at henni, hóast hon er huld í tey sjey slørini. Øðrum klæðum er hon ikki í.

Nú sigur kongasonurin við vakurleikan við teimum sjey slørunum: ”Klív upp í hetta træið og krógva teg í leyvinium. Ímeðan ríði eg heim á slottið eftir klæðum til tín.”

”Ja, ger tú tað,” sigur vakurleikin við teimum sjey slørunum, ”men vara teg, lat mammu tína ikki kyssa teg, tí ger hon tað, so gloymir tú meg, og tað varir eitt ár, ein mánað og ein dag, áðrenn tú minnist til mín aftur.”

Tað lovar hann henni, og síðani ríður hann heim.

Tað verður mikil frøi á foreldrunum, tá ið tey síggja hann aftur, og tey koma rennandi ímóti honum. Men hann rópar: ”Mamma, mamma, tú má ikki kyssa meg, tí so gloymi eg mína vøkru brúður.” - Nú høvdu kongur og drotning syrgt so sáran yvir sonin, tí tey ivaðust ikki í, at hann langt síðani var deyður. Hann, sum altíð var vanur at verða varðaður og vardur, soleiðis alt í einum at fara einsamallur út í ta víðu verøld at valtra. Tí haka tey grátandi av gleði ímóti honum, sum er hann sendur teimum frá Gudi - á sama hátt, sum tá ið hann varð borin í heim. Tað er nógv at spyrja og nógv at siga frá. Í tí skili líður dagurin, tað kemur langt út á kvøldið. Tey halda tí, at tað er best, prinsurin gistir á slottinum í nátt, so kann hann fara eftir vakurleikanum, sum situr og bíðar í trænum, tíðliga í morgin ári.

Kongasonurin leggur seg nú at sova. Best sum hann er sovnaður, kemur mamman inn til hansara, tí hon vil so fegin síggja sonin og gleða seg yvir hann. Av tí hon hevur gingið og stundað so inniliga eftir honum í so langa tíð, orkar hon ikki annað enn at kyssa hann varliga á kjálkan. Minnist væl, hvat hann hevði sagt, tá ið hann kom; men hon helt seg gera so lítið av, at tað kundi ongan skaða gera.

Men í somu løtu gloymdi prinsurin vakurleikan við teimum sjey slørunum, sum sat uppi í trænum og bíðaði, hann verður verandi hjá foreldrunum.

Vakurleikin situr trúgv í trænum og bíðar. Dagurin gongur, náttin kemur, men kongasonurin kemur ikki aftur. Tá verður hon tung í huga og hugsar: ”Hann hevur kortini latið mammuna kyssa seg, og eg eri gloymd; má tí sita her og bíða eitt ár, ein mánað og ein dag.”

Tá ið nú vakurleikin við teimum sjey slørunum hevur sitið eitt ár í trænum og bíðað, hendir tað ein dagin, at ein ógvuliga mishátt, svørt trælgenta kemur at kelduni eftir vatni. Men nú hon sær niður í hylin í kelduni og fær eyga á spegilsmyndina av vakurleikanum við teimum sjey slørunum, sum situr í trænum uppiyvir, heldur hon, at tað er hennara egna andlit, hon sær, og rópar við: ”Eri eg so vøkur og verði kortini send eftir vatni?” - Síðani brýtur hon krukkuna og fer heim. Men tá ið hon kemur til matmóður sína og hevur einki vatn aftur við sær, deilir hon hana og spyr: ”Hvar er krukkan og vatnið, tú fór eftir?”

”Eg sá mína spegilsmynd í kelduni,” sigur trælgentan, ”og tá ið eg eri so vøkur, sum eg eri, beri eg ikki vatn meir!”

Matmóðirin lær at henni og sendir hana beinanvegin av stað aftur at kelduni við einum koparílati at taka vatn uppí.

Trælgentan speglar sær aftur í vatninum og sær alsamt hesa vøkru spegilsmyndina, men er hyggjandi av tilviljum upp fyri seg og fær eyga á vakurleikan við teimum sjey slørunum, sum situr í trænum.

”Vakra genta, hvat ger tú her uppi í leyvinum?” spyr trælgentan.

”Eg bíði eftir unnasta mínum,” sigur vakurleikin, ”hann er ein vakur kongasonur og kemur at føra meg heim um ein mánað og ein dag.”

”Eg komi at greiða tær hárið,” sigur trælgentan, klívur upp í træið og greiðir henni. Meðan hon greiðir, tekur hon eina langa nál við svørtum høvdi, hon hevur hjá sær, og stingur hana inn í høvdið á vakurleikanum; hon doyr ikki av tí, men verður umskapt til eina hvíta dúgvu og flýgur burtur.

Tann mishátta, svarta trælgentan setur seg nú at bíða í trænum eftir kongasoninum.

Prinsurin er alsamt á slottinum hjá foreldrunum og hugsar ikki meir um unnustu sína, sum hann gloymdi í trænum.

Nú búði har á slottinum ein elligomul kamarjomfrú, so gomul, at hon valla kundi málbera seg skilliga. Kongasonurin læði at henni, tí hon talaði óskilliga. Nú ein dagin, hann rætt hevði stuttleikað sær yvir hana, meðan hon flusti eina appilsin, skar hon seg í ein fingur, og ein blóðdropi datt niður á tað hvíta marmorgólvið. Tá rópar tann gamla: ”Gævi tygum máttu ikki verið giftur, fyrr enn tygum hava funnið eina brúður, sum er hvít sum marmor og reyð sum blóð.”

Í somu løtu er árið, mánaðurin og dagurin úti, og kongasonurin rópti: ”Eg havi jú eina so vakra brúður.” Nú tekur hann ein stásiligan vogn og uppaftur stásiligari klæðir, koyrir út til træið, har hann visti vakurleikin sat. Men nú hann kemur til træið og sær tað ljóta skepilsið, har situr, verður hann illa við og rópar: ”Ja, men hvat er hent teg?”

Trælgentam svarar:

”Sólin brann,

og holdið myrknaði,

vindur, vatn

og málið grovkaði.”

”Havi eg verið atvoldin til hetta,” sigur kongasonurin, ”so vil eg gifta meg við tær, hóast tú er vorðin soleiðis á at líta.”

Trælgentan letur seg nú í tey fínu klæðini og koyrir heim á slottið við kongasoninum. Tá ið drotningin sær hesa brúðrina, prinsurin er komin við, sigur hon við sonin: ”Tú kundi ikki havt funnið eina, sum ljótari var. Er hetta vakurleikin, tú hevur tolt so nógv ilt fyri?”

”Eg havi gloymt hana so leingi í einum træ,” sigur kongasonurim, ”meðan hom bíðaði har, hevur sól, vindur og væta gjørt hana so vorðna; tí vil eg gifta meg við henni, hvussu hon síðani er vorðin.”

Nú verður eitt stórfingið brúdleyp hildið, har kongasonurim skal giftast við tí følsku trøllgentuni. Men um morgunin, tá ið høvuðskokkurin ger reint í einum av rúmum sínum, kemur ein hvít dúgva flúgvandi inn og syngur:

”Sig mær kokkur við tín knív,

hví prinsurin fær sær trælavív?”

Síðani flýgur hon burtur; men um middagsleitið kemur hon aftur, tá ið høvuðskokkurin er við at borðreiða til døgurða. Dúgvan syngur aftur:

”Høvuðskokkur, sig tú mær,

hví kongur slíka drotning fær?”

Síðani flýgur tann hvíta dúgvan um eldstaðin og ristir sínar hvítu veingir, so salt dettur niður í matgrýtuna og spillir tað, sum í er. Nú kongasonurin fær henda ovsalta matin, letur hann høvuðskokkin kalla og spyr hann, hvussu tað ber til við hesi óhepnu matgerðini.

”Mær eru gjørdar ónáðir,” sigur høvuðskokkurin og biður so staðiliga um fyrigeving.

Men tá ið sama óhappið hendir hvønn einasta dag við matinum, verður kongur umsíðir illur og vil koyra høvuðskokkin frá; tá opinskárar hann sannleikan: ”Har kemur ein dúgva tvær ferðir um dagin og setur seg í vindeygakarmin, ger mær ónáðir við matgerðini og talar um drotningina.”

Kongur sigur: ”Í morgin skal smyrjast lím í vindeygakarmin, og tá ið dúgvan kemur, skulu tit lata meg tað vita.”

Tá ið tann hvíta dúgvan kemur næsta morgun, hevði kongur longu goymt seg í matkovanum og sá, hvussu hon setti seg í vindeygakarmin, tók at syngja:

”Høvuðskokkur, sig tú mær,

hví kongur slíka drotning fær?”

Men tá ið tann hvíta dúgvan nú vildi fljúgva burtur, sat hon føst í líminum. Tá leyp kongasonurin til og tók hana, streyk henni og pjátraði fyri henni. Nú sær hann henda lítla, svarta knubban í høvdinum á henni og hugsar: ”Á neyðardýrið, hvør hevur plágað teg soleiðis?” Kongasonurin tekur nálina út; og í somu løtu stendur vakurleikin við teimum sjey slørunum framman fyri honum, yndisligari og vakrari enn nakrantíð áður, og sigur: ”Eg eri brúður tín, sum tú gloymdi eftir í trænum. Tann svarta trælgentan, tú hevur tikið til konu, hevur stungið hesa nálina inn í høvdið á mær, so eg varð umskapt til eina hvíta dúgvu, og trælgentan fekk sjálv høvi til at seta seg í træið í staðin fyri meg.”

Kongasonurin letur nú vakurleikan lata í fínasta skrúð og letur hana koyra til slottið í stásiligum vogni, so alt skuldi tykjast, sum hon kom av langferð. Men við trælgentuna segði hann: ”Her kemur ein fremmand hovkvinna; nú tekur tú ímóti henni við øllum kurteisi, og í kvøld skal hon sita til borðs við okkum.”

Trælgentan er væl nøgd við hetta, og tá ið vakurleikin kemur, kennir hon hana ikki aftur.

Tá ið tey nú hava etið, sigur kongasonurin: ”Vakra ungmoy, sig okkum søgu tygara.”

Nú sigur vakurleikin, hvat henni er viðurfarist. Men tann ljóta, svarta trælgentan er so hugtóm, at hon varnast ikki um, hvat tað eru fyri tilburðir, vakurleikin sigur frá.

”Hvat heldur tú um hatta, hovmoyggin hevur sagt okkum frá?” spyr kongasonurin konu sína, hvønn straff heldur tú, henda trøllkvinna skal fáa?”

”Hon hevur ikki betri uppiborið, enn at verða brend á báli.”

Tá rópar kongasonurin: ”Ja, men tað er tín egin dómur, tú fellir; tað var tú, sum var so eirindaleys móti brúður míni, sum tú fann í trænum. Nú skal tú ganga undir henda dóm!”

Aftur verður hildið stórbært brúdleyp, bert uppaftur stórfingnari enn hitt fyrra. Og nú giftist kongasonurin við vakurleikanum við teimum sjey slørunum, sum hann hevði gjørt hesa stóru vandaferð eftir. Og teimum varð langt og gævuligt lív lagað sum kongur og drotning yvir ríkinum, tá ið tey gomlu kongshjúnini løgdu frá sær.

Úr bókini ”Ævintýr 5”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1973.

Upprunaheiti: ”Skønheden med de syv slør”. Gyldendals Bibliotek Verdenslitteratur, bind 1. Kbhvn. 1967.

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019