• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

47. VETIL KONGASONUR


Uppskrift úr Skálavík

Ein bóndi gekk burtur í skógin ein dagin. Sum hann gekk, fór annar fótur hansara niður ígjøgnum eitt hol, og eitt tók um fótin og helt fast. Tað var Vetil kongasonur, sum búði undir jørðini og var fólk á nátt, men umskapaður til úlv um dagin; ikki vildi hann sleppa bóndanum leysum, fyrr enn hann lovaði at geva honum dóttur sína. Bóndin spurdi, hvussu hann skuldi senda hana til hansara.

“Send hana við hosunum í ánna! so skal eg vera fyri henni og taka hana,” segði Vetil.

Bóndin gjørdi, sum hann hevði lovað, og Vetil tók gentuna.

Tey livdu so saman og fingu trý børn; men Vetil bar tey øll, eitt og eitt so hvørt, út til fosturs.

Tá ið kona hansara hevði átt tað triðja barnið, bað hon mann sín lova sær heim at vitja mommu sína, og tað slapp hon.

Tey spyrja hana heima, hvussu hon livir.

Hon livir væl, sigur hon: uttan tað, at maður hennara er úlvur um dagin, men fólk bert á nátt. So telur hon frá, at hann hevur ein finn undir hálsinum, og mamman leggur henni til ráðs, at hon skal lýsa at honum á nátt og skera finnin burt.

Dóttirin lurtar eftir mommuni, og afturkomin til sín sjálvs leggur hon seg til at vaka eina nátt, tendrar ljós, tá ið maður hennar er sovnaður, og tekur at skera finnin.

Tá hvørvur hann alt fyri eitt, og hon sær hann ikki aftur.

Hon út at ganga, ógvuliga forharmað, og kemur í eitt hús, hvar eitt barn gongur á gólvinum.

“Líkt er hetta elsta barni mínum,” sigur hon.

“Tað vita vit líka,” siga tey: “Vetil kongasonur hevur borið okkum barnið at fostra.”

Hon sigur teimum, hvør hon er, og spyr, um tey vita sær nakran hómveg til Vetil kongason; men tey siga nei.

Tá ið hon fór haðani, góvu tey henni ein bláan kjóla.

Hon kom til annað húsið, sá barn ganga á gólvinum og segði:

“Líkt er hetta miðlingabarni mínum!”

Tey søgdu sum í hinum fyrra húsinum, at Vetil kongasonur hevði fingið teimum tað til fosturs; hon spurdi tey tað sama og fekk sama svarið.

Tá ið hon fór haðani, fekk hon ein grønan kjóla.

So kom hon til triðja húsið; har sá hon eitt barn, sum líktist yngsta barni hennara. Alt gekk á sama hátt sum í hinum fyrru húsunum - eingin visti nakað um Vetil kongason.

Úr hesum húsi fekk hon ein reyðan kjóla, fór aftur til gongu og kom inn til ein gamlan mann.

Hann veit, hvar ið Vetil er, sigur hesin gamli: hann er á Glasbjørgi - men hagar sleppur hon ikki uttan hon fær smítt sær jarnklæði, spískar skógvar og jarnhandskar.

Hon til ein jarnsmið, fær smítt sær jarnklæði, jarnskógvar og jarnhandskar og klintrar so upp á Glasbjørg.

Hon kemur til eitt hús, fer inn og sær tvær kellingar sita - tvær gandakellingar eru hetta, sum hava vilt Vetil til sín. Hon spyr eftir Vetil kongasoni.

Hann er her, siga tær.

Kona Vetils biður um hús og letur hin bláa kjólan afturfyri; tá sigur onnur kellingin:

“Hesin er lagamannin at standa brúður í hjá mær við Vetil kongasoni.”

Síðan verður Vetils kona latin inn í seingjarkamarið, har sum Vetil svevur; men ið hvussu hon skakar honum og rópar á hann, kann hon ikki fáa hann at vakna.

“Vedel kongesøn! jeg har klavret på Glasbjærg med jærnsko, jærnhandsker og jærnklæder,” heldur hon við at rópa, men alt til einkis.

Næsta dag biður hon uppaftur um hús og gevur hin grøna kjólan:

“Hesin er lagaður til brúdleypskjóla hjá mær,” heldur hin sama kellingin.

Náttin kemur, og kona Vetils svevur uppaftur hjá manni sínum. Hon heldur við at rópa inn í oyruni á honum tað sama sum fyrru nátt; men ikki fær hon hann at vakna.

Við deginum fer hon aftur til hin gamla mannin og kærir seg fyri honum, at hon fær ikki mann sín at vakna: hon sær hann bert á nátt - á degi er hann burtur.

Hin gamli sigur tá við Vetil, at kona hansara er komin og hevur sovið hjá honum tvær nætur upp í slag, men ikki fingið hann vaknan:

“Nú skalt tú koyra koddan burtur í nátt og liggja á berum við høvdinum; men svørð títt skalt tú hava í hondini. Tá ið neistarnir fúka, eru kellingarnar ikki sovnaðar enn; men tá ið gløðurnar fúka, sova tær, og so skalt tú høgga høvdini av teimum.”

Triðju nátt ger Vetil, sum hin gamli hevur rátt honum og tekur koddan burtur. Meðan neistarnir fúka, bíðar hann; men tá ið gløðurnar eru farnar at fúka, loypur hann upp og høggur høvdini av báðum kellingunum.

So var hann rætt fólk aftur; konan og hann búsettust á Glasbjørgi og tóku børnini aftur til sín, sum hann hevði latið út til fosturs.

Frásøgn: Marjun í Nýggjubúð, Skálavík

 

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

47 AT 425 A

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019