Deknurin og gandakallurin
Leysliga eftir gomlum ævintyri.
Í St. Jego búði einaferð ein deknur, sum so fegin vildi læra gand. Hann fær uppspurt, at Don Illian í býnum Taledo er mætasti gandakallur í landinum og fer til gongu at leita henda mann upp. Jú, hann kemur í øllum góðum til Taledo, fer inn til gandakallin og sigur síni ørindi, at hann so fegin vil læra gand.
Don Illian sat í einrúmi og las, tá ið deknurin kom inn. Ógvuliga blíður var gandakallurin at koma til, men vildi einki til at taka undir við hesum at læra deknin kunstir sínar: ”Nú bíða vit við tí enn,” heldur hann fyri, ”tygum eru komin av gongu og hava fyri neyðini at fáa ein bita at eta og hvíla eina løtu fyrst.” Deknurin fær víst skemmu at vera í, og av tí, at hann er ferðamóður, leggur hann seg at hvíla eina løtu. Tað er skjótt, hann verður boðin til borðs, og har verður vístur allur blíðskapur móti gestinum.
Tá ið teir hava etið, hevur deknurin aftur á orði um ørindi síni: ”Eg havi hoyrt frá vala monnum, at tygum eru mætasti gandakallur í landinum, nú fái eg tygum at læra meg snildirnar?”
Don Illian svarar: ”Tygum eru deknur, hoyri eg, og um alt gongur sum vanligt, verða tygum skjótt prestur, biskupur ella enn hægri. Mín roynd er tann, at sovorðnir menn eru grammir at gloyma tey, sum gjørdu teimum væl, tá ið teir fyrst eru komnir til heiðurs og æru. Eg kvíði fyri, at um eg nú geri tygum til vildar, verður mín løn eingin, ja, kanska ótøkk afturat.”
”Jú, jú,” deknurin bað hann ikki vera býttan. ”Tað skal vera tað fyrsta, eg geri, komi eg til nakað ræði, at samsýna tygum tignarliga, og eg vil minnast tygum í størsta takksemi til mín doyggjandi dag. Lít á míni orð, eg eri ikki tann maður, at eg gloymi vælgerðir, ið verða vístar mær, nei, nei.”
Dagurin gekk við samráðingum um, hvørja samsýning gandakallurin skuldi hava fyri læru sína. Tá ið liðið var at kvøldi, vóru teir samdir; lønin skuldi vera tann, at so skjótt deknurin var komin til nakað ræði, skuldi hann lata son Illians fáa eitt embæti.
Tá ið henda semja er komin í lag, sigur gandakallurin við gestin: ”Gandur kann bert lærast í einrúmi. Kom við mær henda vegin.” Áðrenn teir fara, talar Illian á arbeiðskonu sína og biður hana gera akurhøsn til nátturða; men hon skal ikki seta fuglarnar á teinin, fyrr enn hann sigur til. Teir fara so báðir, fyrst gjøgnum fleiri rúm í tí stóra húsinum, síðan niður eftir einari høgari trappu, sum tykist vera dekninum so long, at hon ongantíð fær enda, og hann ógvast við, tá ið teir eru komnir so langt niður, at áirnar hoyrast renna høgt uppi yvir teimum, og teir hoyra, hvussu tað brakar og brestur í sjálvari jørðini.
Nú koma teir niður í eina stóra høll, ið er avtakin við bókum. ”Her skulu tygum búgva, meðan tygum eru næmingur mín,” sigur gandakallurin. Teir seta seg niður og tosa um, hvørja bók teir skulu fara undir fyrst.
Best sum teir eru samdir um hetta og skulu taka bókina, koma tveir menn niður til teirra við einum brævi til deknin. Hann brýtur innsiglið og lesur. Tað er frá einum farbróðuri, ið er biskupur í St. Jego. Nú letur hann vita, at um bróðursonurin vil síggja hann á lívi, má hann koma at vitja hann beinanvegin. Hetta kemur illa við, tí deknurin ræðist fyri, at fer hann fyrst hiðani, verður tað seinna dagin, hann fær lært nakran gand, letur tí sendisveinarnar vita, at tað ber honum ikki til at koma, bað heilsa bispinum tað.
Tríggjar dagar seinni komu sendisveinarnir aftur og siga frá, at nú er bispurin deyður, og tað er beinast, at deknurin kemur ikki heim, tí ætlanin er at velja hann til høvuðsbisp eftir skyldmannin, og so er tað sámuligari, at hann er ikki hjástaddur.
Næstu ferð, sendisveinarnir koma, eru tað tveir riddarar í fagrasta skrúð. Teir níga til jarðar fyri dekninum, kyssa hann á hondina, rætta honum eitt prýðiligt skjal, ið kunnger, at hann er valdur til høvuðsbisp í St. Jego.
Don Illian fer nú til lærusvein sín og sigur: ”Nú havi eg lært tygum kunstir mínar, og av tí, tygum nú hava fingið vald og heiður, vóni eg, tygum minnast sáttmálan okkara millum og lata son mín fáa deknasætið eftir tygum.”
Men tann nýggi høvuðsbispurin risti við høvdinum og segði, at hesa ferð bar tað sær ikki til, bað ikki taka seg illa upp, at hann mátti lata bróður sín koma framfyri: ”Men komið tygum til St. Jego við mær og takið sonin við, eitthvørt fái eg til hann, tað stendst ikki á.”
Don Illian læt sær siga, og teir fara avstað til St. Jego. Har verða teir hábærsliga móttiknir av stórum mannamúgvum og veitsluhaldi. Nú eru teir har eina tíð. Men so ein dag kemur sendisveinur við brævi til høvuðsbispin um, at hann er valdur til høvuðsbisp yvir Toulouse við tí framíhjárætti at kunna seta mann í sín stað í St. Jego.
Don Illian fer beinan vegin til høvuðsbispin og minnir hann á lyftið: ”Nú ber til at seta son mín til høvuðsbisp í St. Jego.”
Men høvuðsbispurin bað hann aftur umbera seg, at ikki lá tað soleiðis fyri hesa ferð, hann noyddist at lata henda sessin til ein morbróður sín. ”Men alt tað sama,” tekur hann aftur í orðið, ”komið tygum við mær til Toulouse og takið sonin við, eitthvørt fái eg til hann, treyðugt er tað so.”
Don Illian læt sær aftur siga, og teir fara til Toulouse. Har verða teir móttiknir sum greivar, allir stórmenn á staðnum kappast um at vísa teimum heiður. Tá ið teir hava verið har eini tvey ár, kemur boð frá pávanum, at nú hevur tann heilagi faðir útpeikað høvuðsbispin í Toulouse til kardinal, og tað við teimum serrættindum at útpeika sín eftirmann.
Aftur fer Don Illian til sín gamla lærusvein og minnir hann á lyftið: ”Nú hava tygum drigið hetta so leingi út, at nú kenni eg meg sviknan, og ikki taki eg við undanførslum hesa ferð við, nú krevji eg, at tygum seta son mín í tygara stað í Toulouse.”
Men kardinalurin bað aftur umbera seg, ikki bar tað til hesa ferð, tí hann hevði ein annan morbróður, ein fittan gamlan mann, sum hann mátti lata koma framfyri. ”Men leggið tygum einki í tað, komið við mær til Rom og takið sonin við, har fái eg lættliga eitthvørt til hann.”
Don Illian var ógvuliga illur, men læt sær aftur siga. Teir fara til Rom og koma til hovið, har tann nýggi kardinalurin verður móttikin av glæsiliga ílatnum stórmonnum.
Tað vardi ikki leingi, nú hendir tað, at pávin doyr, og kardinalarnir velja deknin frá St. Jego til hansara eftirmann.
Don Illian fer aftur til hansara: ”Nú fer ikki at bera til hesa ferð heldur at minnast lyftið? Nú krevji eg, at sonur mín fær tær sømdir, tygum hava lovað, og eg taki við ongum undanberingum longur. Nú eru tygum komin til so stórt ræði, sum tygum kunnu fáa, og nú bíði eg ikki longur.”
Pávin svaraði, at tað vóru ongar áneyðir til at troðka so á, nú var hann førur at halda sítt lyfti og ætlaði at gera tað í tann mun, sum rætt og rímiligt kundi vera.
Tá tók Illian harðliga til orða og fanst at pávanum, at hann hevði verið orðloysingur, at hann trúði honum einki gott longur, at hann longu frá fyrsta degi hevði grunað, at hann hevði í kvittanum at svíkja lyftið, um so var, hann gjøgnum árini hevði havt áneyðir at draga avgerðina út, so hevði hann tað ikki nú longur.
Tá loysti pávin av við skeldarins orðum og hótti Illian við at seta hann fastan. Hetta bar ikki til at leika so í móti sjálvum pávanum, nú mátti hesin ágangur, sum hevði vart gjøgnum fleiri ár, halda uppat. ”Minst til, tú er gandakallur, tað er brot móti tí heilagu kirkju at liva av sovorðnum, tað er óbótagerð, eg kann kynda upp undir tær.”
Tá ið Illian sær, hvussu vorðið er, sigur hann farvæl, her var einki at vera eftir longur. So sýtin var pávin, at ikki vildi hann so mikið sum unna honum ferðapening heim aftur til bygd sína Taledo. - Men tann heilagi faðir hvakk við, tá ið gandakallurin í tí sama sigur: ”Ja, ja, tá ið tygara hátign ikki so mikið sum unnar mær ein bita inn í munnin, so má eg týða til akurhønuna, eg bað arbeiðskonuna hava til reiðar til nátturða.” Hann sker í eitt róp og biður seta hønurnar á teinin.
Tá ið pávin hoyrir hetta rópið, er tað, mestsum hann hvøkkur upp úr dvala og sær nú, at alt, hann hevur upplivað, er gykl, at hann er í somu høll, har teir tosaðu um gandabókina, teir skuldu undir at læra, og at hann alsamt er deknur í St. Jego. Tá er hann so nipin, at hann fær ikki orðið upp.
Don Illian læði so smørliga og helt við hann: ”Ja, ja, har sær tú, hvør maður tú er; tað var fyri neyðini, eg fekk hetta at vita, áðrenn akurhønan var stokt.” So setti gandakallurin seg at eta akurhønuna, men deknurin smurdi ikki knívin og fór aftur av durunum, sum hann hevði verið flongdur.
Úr bókini ”Ævintýr 1”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1959.
Upprunaheiti: ”Troldmanden og ærkedegnen”. V. Hermann, B. Pio: “Eventyrbogen”, København 1862