Skip to main content

37. DRONGURIN, IÐ BURTURTIKIN VARÐ AV HAVFRÚNNI

 

Uppskrift úr Kunoy

homework help verizon college scholarship essaysEina ferð var tað ein maður og ein kona, sum einki høvdu at liva við uttan tað lítla, maðurin vann á útiróðri.

Ein dagin, sum hann er á útiróðri og situr við snørinum, kemur ein havfrúgv uppundan og sigur við hann:

“Vilt tú geva mær tað, ið kona tín ber undir beltinum, so skalt tú altíð fiska nógv.”

Maðurin hugsaði einki meira um hetta, uttan lovaði, at tað skuldi hon fáa. Um kvøldið, tá ið hann kom aftur, segði hann konu sínari frá, at nú fór hann altíð at fiska nógv, men hon fór at missa lyklarnar, ið hon bar undir beltinum, og so sigur hann henni frá, hvat hann hevur lovað havfrúnni. Men konan er so ógvuliga forharmað:

“Tú veitst, at eg beri meira enn lyklarnar undir beltinum; eg eri nógv við barn.”

Maðurin verður nú ikki minni forharmaður enn hon, men her gerst einki við: lovað er lovað. Næstu ferð hann er útrógvin hevur hann lyklar hennara við og kastar á sjógvin.

Tíðin líður, og tann dagur kemur, at konan eigur eitt evnaligt dreingjabarn. Drongurin veksur til, og mamman er altíð aktsom um hann. Tá ið hann er átjan ára gamal, halda foreldrini ongan vanda vera fyri honum, og hann sleppur til útróðrar við pápanum.

Ein dagin, sum teir hava verið úti á havi og leggja aftur at landi, stígur pápin upp úr bátinum; men í sama bragdi kemur ein meldurglaða og tekur bátin við dreinginum í út á sjógvin, so einki sást aftur til hansara. Hin gamli gongur nú heim til hús við tungum sinni.

Drongurin í bátinum veit einki til sín, fyrr enn hann er komin upp á ein sand: har sær hann ein mann koma gangandi ímóti sær. Maðurin sigur við hann:

“Hann, sum kemur her, fær nógv at stríðast við; tú verður at royna, hvat tú kanst, at loysa eina jomfrú, sum er gyklað føst í jørðina.”

So sigur hann dronginum, hvønn veg hann skal ganga.

“Tá ið tú ert komin nakað langt, fært tú at síggja tvær jomfrúir, og tær fara at rópa eftir tær; men ið hvussu tær rópa, skalt tú ikki svara. Tá ið tú kemur nakað longur fram, situr ein triðja jomfrú føst í jørðini; til hennara skalt tú fara og gera, sum hon biður teg.”

Drongurin fer til gongu og kemur til tær tvær jomfrúirnar; tær rópa og geyla eftir honum, men hann vendir sær ikki á, ei heldur hann svarar teimum. Hann gongur longur fram og kemur til ta triðju jomfrúnna. Hon sigur við hann:

“Leingi havi eg væntað teg; nú ert tú komin.”

So sigur hon honum, hvat ið hann verður at gera fyri hana, at hon kann sleppa leys.

“Tú skalt sova tríggjar nætur í hasum húsinum. Tað verða tríggjar ringar nætur, tí har kemur fult av trøllum, tá ið tú ert sovnaður; tey fara at skúgva undir teg, hamsa og royta teg, møsna fyri tær, nísta og rópa inn í oyruni á tær; men svarar tú teimum einki og leggur ikki lag í, hvussu tey fara við tær, so missa tey mátt teirra og megi til endan, og í tann stað loysni eg upp úr jørðini.”

Hann lovar at hjálpa henni, hvat ið hann kann, og hon fær honum eina bók, sum hann skal lesa í fyri ikki at hyggja at trøllunum: men vil hann svíma av máttloysi, skal hann rætta bókina frá sær.

Tá ið dagurin er allur, fer hann inn í húsið, og um midnátt, sum hann liggur í songini, hoyrir hann eitt ógvuligt buldur: tað eru trøllini, ið koma við háva og vasi.

“Kristið fólk er inni,” rópa tey og sláa saman í ein dans.

So fara tey til songina, klípa og toga í hann; men ið hvussu tey fara við honum og møsna og gabba fyri honum, fáa tey hann ikki at svara til. Tá ið tað leið út ímóti lýsing, rýmdi alt.

Um morgunin fer hann til jomfrúnna og sigur, hvussu sær hevur gingist.

“Hetta er frægasta náttin,” sigur hon; “tvær eru eftir, og hvør fer at versna eftir aðrari. Nú sært tú, at eg eri førkað upp úr jørðini til kníggja, men hinar báðar jomfrúirnar eru soknar longur niður.”

Um kvøldið fer hann aftur inn í húsið, og eina løtu eftir tað, at hann er lagstur, koma trøllini buldrandi.

“Kristið fólk inni,” rópa tey og fara við tað sama til songina at gera honum mein. Tey hamsa, royta og klípa hann, taka dýnuna burtur av honum, toga hann higar og hagar, nísta og rópa inn í oyruni á honum; men ikki kunnu tey fáa hann til at tala. í endanum vil hann svíma og rættir bókina frá sær; tá halda trøllini hann vera deyðan, sláa ein dans upp og rýma so um sólarris.

Um morgunin, tá ið hann fer upp, er hann ógvuliga ússaligur, sum hann er viðfarin. Hann aftur til jomfrúnna.

“Nú eri eg komin upp undir øklarnar,” sigur hon, “og á hinum báðum er bert høvdið oman fyri jørðina; men nú er ringasta náttin eftir - stendur tú hana ígjøgnum, so eri eg leys. Trøllini fara at kynda upp bál og kasta teg á tað; men tá vænti eg at vera á lofti, so eg kann hjálpa tær.”

Á triðju nátt vaknar hann um midnátt av einum ræðuligum buldri; trøllini koma við levind og gang og fara at songini at hamsa, royta, klípa og toga í henda neyðar drong, verri enn nakrantíð. Tey pota inn í eyguni á honum, nísta, rópa og geyla; men so eiðasørt, at hann rørist. Í endanum rættir hann bókina frá sær av máttloysi. Trøllini halda hann vera deyðan og fara at dansa. Men sum tey hyggja aftur at songini, kemur róp í:

“Ikki er hann deyður enn! nú skal bál kyndast til at brenna hann á!” og so tey at dragsa saman brennivið og kynda bál.

Tá ið eldur er farin at loga, taka tey hann fram úr songini og kasta hann á bálið; men í sama bragdi er jomfrúin hjá og loftar honum. Tá fóru øll trøllini á dyr, geylandi og baldrandi.

“Tú hevur verið trúgvari, enn eg kundi væntað,” sigur jomfrúin; “tú hevur nú gjørt tað, at eg eri sloppin leys, og at hinar tvær eru undirgingnar. Húsini eigi eg; tey skulu vit klæða við reyðum og seta í stand.”

So giftust tey bæði.

Tá ið ein tíð var umliðin, segði hann við hana, at hann lá á ferð heim til foreldur síni, men visti sær ikki nøkur ráð til at finna heim.

Hann kundi sleppa, segði hon, men legði honum tó ríkan við, at hann skuldi ikki tala um hana ella taka hana upp á tunguna heima: annars gekk tað honum illa. So gav hon honum ein ring at seta á armin. Ringurin hevði ta kraft, at tað, sum hann ynskti sær við honum, tað fekk hann í stundini. Hann ynskti seg heim og var hjá foreldrunum alt í einum. Hann bað tey hýsa sær; men tey kendu hann ikki aftur og søgdu:

“Vit eru so fátæk, at vit hava ikki evni til at taka ímóti fremmandum fólki, og aldri av tí fínara slagnum.”

So læt hann seg upp fyri teimum, at hann var sonur teirra og væl giftur, og tá vóru tey so ónatúrliga fegin, tí tey høvdu ikki hugsað um at fáa hann at síggja aftur.

Sunnudagin eftir hetta gjørdi ein stórur bóndi har um vegir veitslu, og hagar var hesin nýkomni fremmindi boðin ímillum nógv annað fólk. Tá ið tey sótu til borðs, vísti bóndin konu sína fram fyri alt fólkið og segði, at so vakra konu hevði eingin sæð. Tá svaraði hin fremmindi gesturin til og segði sína konu at vera so nógv vakrari, og so klandraðust teir eina løtu um hetta.

“Eg mátti tó torað at ynskja mær hana her,” heldur gesturin, fer út fyri dyr, tekur ringin og ynskir konu sína at standa við liðina á sær.

Hon stóð hjá alt í senn. Hann fer inn, vísir brúdleypsgestunum hana og spyr, um nakar hevði sæð so vakra konu fyrr.

Nei, hildu tá øll: tað var ikki saman at líkna; og hetta varð bóndin eisini at innganga.

Um náttina svav henda fremminda hjá manni sínum, men um morgunin, tá ið hann vaknaði, var hon horvin og ringurin við.

Nú er hann so ógvuliga forharmaður um, at hann hevur gjørt ímóti boðum hennara; aftur vil hann til hennara, men vegurin er so ómetaliga langur, og ikki veit hann at finna. Hann sigur foreldrunum farvæl kortini og tekur at ganga uppá gjøt.

Tá ið hann hevur gingið í fleiri dagar, hittir hann tveir risar, sum standa og berjast um ein stivlalegg. Hann spyr teir, hví teir standa so. Teir siga:

“Her hava vit staðið í sjey ár; hvørgin vinnur, og hvørgin tapir; men tann, sum fær stivlaleggin, kann leypa fimtan mílir til hvørt spor. Fjør mítt! er kristið blóð í tær, so skil okkum sundur!”

“Ja,” sigur maðurin; “eg skal kasta stivlaleggin upp í loft, og tann, sum loftar honum, tá ið hann dettur niður aftur, skal eiga hann.”

Hetta dámdi risunum væl.

Hann tekur stivlaleggin og kastar upp í loft, men á tann hátt, at hann loftar honum sjálvur, tá ið hann kemur niður aftur. So skundar hann sær at fara í stivlan og loypur fimtan mílir frá risunum við fyrsta spor. Teir eru lotir í fyrstuni, men leypa so aftur saman av illsinni, og endin er tann, at báðir liggja deyðir.

Nú líður skjótt hjá honum í stivlalegginum, sum vituligt, og snarliga stendur hann uttan fyri húsið hjá konu sínari. Hann sær nú, at alt er klætt við svørtum, og slík angist kemur á hann, at hann torir ikki at fara inn.

Sum hann gongur og válar har uttanum, kemur ein arbeiðskona út. Hann spyr hana, hvat ið bagir, og hon sigur, at her býr ein einkja, sum syrgir so illa,tí maður hennara er burtur og kemur ikki aftur; nú heldur hon hann vera deyðan.

Men sum tey stóðu og tosaðu, kom hon sjálv út fyri dyr, beyð honum inn og tók at kæra seg fyri honum. Tá lýsti hann upp fyri henni, at hann var maður hennara. Hon græt av gleði og tað fyrsta, tey gjørdu, var at klæða húsini reyð aftur, sum tey høvdu verið fyrr.

Síðst ið frættist frá teimum, samdust tey væl.

Frásøgn: Lena Gregersen, Kunoy (Símun Johannessen av Skarði skrivaði niður). Erika K. Johannesen, Syðradali, Kalsoy og Regina norður í Húsi, Kunoy hava eisini sagt brigdi, hesum líkt.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

 

37 AT 400