• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Flúgvandi kuffertið

Einaferð var tað ein handilsmaður. Hann var so ríkur, at hann kundi steinsett alla gøtuna og eina lítla smogu aftrat við silvurpengum. Men tað gjørdi hann ikki. Hann dugdi at brúka pengar sínar øðrvísi. Læt hann eina krónu av hondini, so fekk hann tvíkrónu afturfyri. Sovorðin handilsmaður var hann - og so doyði hann.

Sonur hansara fekk nú allan peningin, og hann var alt annað enn fastur á hondini. Hvørja nátt var hann í grýluveitslu, gjørdi pappírsbátar av bankaseðlum og lappaði á vatninum við gullpengum í staðin fyri at brúka flatar steinar. Soleiðis gjørdist ríkidømi hansara skjótt ódrúgt, og at enda átti hann bara fýra krónur eftir. Onki átti hann upp á kroppin uttan ein gamlan innifrakka og onki upp á føturnar uttan einar gamlar tuflur.

Nú løgdu vinir hansara onki í hann meir, nú teir ikki kundu fylgjast úti við honum. Men ein teirra, sum var eitt hampafólk, sendi honum eitt gamalt kuffert og segði: ”Legg niðurí!"

Jú, tað var gaman í, men hann átti onki at leggja niðurí. So fór hann sjálvur niður í kuffertið. Og hetta var eitt merkiligt kuffert, tí beinanvegin, sum tú trýsti á lásið, fór kuffertið á flog. So trýsti hann, og hey! So fleyg hann upp gjøgnum skorsteinin, langt upp um skýggini, longri og longri út í rúmdina.

Tað brakaði og knakaði í botninum á kuffertinum, og hann óttaðist fyri, at tað fór at skrædna, og tá hevði verið illa vorðið. Gud lati tað ikki henda. Og so kom hann til Turkalands. Kuffertið krógvaði hann í skóginum undir einum følnaðum blaðdunga og fór so inn í býin. Tað kundi hann eisini væl, tí í Turkalandi ganga øll sum hann í innifrakka og tuflum. So møtti hann eini daddu við einum lítlum barni.

”Hoyr meg eitt sindur, turkadadda!" segði hann, ”hvat er hatta fyri eitt stórt slott, her yviri stendur, vindeyguni eru so ovarlaga?"

”Har býr kongsdóttirin!" segði hon. ”Tey hava spáað henni, at hon fer at gerast eydnuleys av dreingjaávum, og tí sleppur ongin inn til hennara, uttan kongur og drotning eru við."

”Takk!" segði drongurin, og so fór hann inn í skógin, setti seg í kuffertið, fleyg upp á takið á slottinum og kreyp inn gjøgnum vindeygað til prinsessuna.

Hon lá á sofuni og svav. Hon var so vøkur, at drongurin beinanvegin mátti mussa hana. Tá vaknaði hon og gjørdist ógvuliga kløkk. Men hann segði, at hann var gudur turka og var komin niður av himli at vitja hana, og tað dámdi henni væl.

So sótu tey har lið um lið, og hann segði søgur um eygu hennara. Tey vóru so deilig, vóru sum vøkur vøtn, og tankarnir svumu har sum vakrar havfrýr. Og hann segði um enni hennara, at tað var sum eitt kavafjall við prýðiligum stovum og vøkrum myndum, og hann segði frá storkinum, sum kemur við teim fittu smáu børnunum. Jú, hann dugdi væl at siga frá, og so fríggjaði hann til prinsessuna, og hon segði ja beinanvegin.

”Men tygum mugu koma higar leygardagin," segði prinsessan. ”Tá eru kongur og drotning her at fáa sær ein drekkamunn. Tey verða nakað stolt, tá ið tey frætta, at eg havi fingið turkagudin. Men so mugu tygum hava eitt avbera vakurt ævintýr at fortelja, tí tað er tað besta, foreldur míni vita sær, at lurta eftir ævintýrum. Mamma vil, at tey skulu vera siðvenjandi og aðalborin, men pápi vil, at tey eru stuttlig - at flenna at." ”Ja, so komi eg við ongari aðrari brúðargávu enn einum ævintýri!" segði drongurin, og so fór hann. Men prinsessan gav honum eitt svørð, sum var sett við gullpengum, og pengarnir komu honum væl við.

So fór hann á flog og keypti sær nýggjan innifrakka, og so sat hann úti í skóginum og pentaði eitt nýtt ævintýr saman. Tað mátti vera liðugt leygardagin, og tað var ikki sum at siga tað. Men so var tað leygardagur.

Kongur og drotning og alt hovfólkið sótu og bíðaðu við temunninum inni hjá prinsessuni, og øll tóku væl ímóti honum, tá ið hann kom.

”Fara tygum nú at fortelja eitt ævintýr?" spurdi drotningin, ”eitt, sum er djúphugsað og læruríkt!"

”Men eitt, sum vit eisini kunnu flenna at!" segði kongur.

”Gaman í!" segði drongurin, og so fór hann at siga frá. Og nú mugu tit lurta væl eftir!

”Einaferð var tað eitt svávulpinnabundi. Teir pinnarnir vóru so ógvuliga hástórir, tí teir vóru av góðum fólki. Ættartræ teirra, tað stóra furutræið, sum hvør teirra var telgdur úr, hevði staðið úti í skóginum í mong Harrans ár. Nú lógu svávulpinnarnir á hillini millum eldføristólið og eina gamla jarngrýtu, og fyri teimum báðum søgdu nú pinnarnir frá ungdómsdøgum sínum. ”Ja, tá ið vit sótu í teirri grønu greinini," søgdu teir, ”tá vóru vit sanniliga á eini grønari grein! Hvønn morgun og hvørt kvøld diamanttemunn - tað var døggin - allan dagin sólskin, tá ið sólin skein, og allir smáfuglarnir noyddust at siga okkum frá søgum. Vit kendu eisini, at vit vóru ríkir, tí leyvtrøini, tey vóru bara ílatin um summarið, men okkara fólk hevði ráð at ganga í grønum klæðum bæði vetur og summar. Men so kom skóghøggarin! Tað var tann stóra kollveltingin, og øll okkara familja bleiv sindrað sundur. Óðalsarvingin varð settur sum stórmastur í eitt prýðiligt skip, sum kundi sigla alla verðina runt, um tað vildi. Hini trøini komu aðrastaðni, og vit hava fingið ta uppgávu at tendra ljós fyri fjøldini. Tí eru vit fínu fólk komin higar í køkin."

”Ja, hjá mær hevur lívið lagað seg øðrvísi!" segði jarngrýtan, sum svávulpinnarnir lógu undir liðini á. ”Frá fyrsta degi, sum eg kom út millum fólk, eri eg vorðin skrubbað og kókað óteljandi ferðir! Eg hugsi um tað, sum dugur er í, og satt at siga so eri eg álitið her í húsinum. Tað besta, eg fái, er, tá ið tikið er av borðinum, at liggja rein og nosslig her á hillini og práta við vinfólkini. Men undantikið vatnbyttuna, hon kemur onkuntíð út undir luftina - eru vit altíð innandura. Einastu tíðindi, vit fáa, er frá handilskurvini. Men hon tosar so skelkandi um ríkisstýrið og fólkið. Ja, ein dagin var tað ein krússapottur, sum gjørdist so kløkkur, at hann datt á gólvið og fór í sor. Hon er frísinnað, skal eg siga tykkum!"

”Nú sussar tú ov mikið!" segði eldføristólið, og stálið bresti í tinnuna, so neistarnir fuku: ”Skulu vit ikki fara at stuttleika okkum eitt sindur?" ”Jú, latið okkum tosa um, hvør ið er fínastur av okkum øllum!" søgdu svávulpinnarnir.

”Nei, mær dámar onki at tosa um meg sjálvan!" segði krússapotturin, ”latið okkum heldur gera okkurt kvøldskemt! Eg skal leggja fyri, eg skal fortelja okkurt, sum øll hava upplivað, tað er so hugnaligt:

”Við Eystarasalt undir donsku bókini veksur - !"

”Hatta er góð byrjan!" søgdu allir borðiskarnir, ”hatta verður avgjørt ein søga, sum okkum fer at dáma!"

”Ja, har var eg allar mínar ungu dagar, hjá einari dámligari familju. Tey bonaðu innbúgvið, vaskaðu gólv og hongdu reinar gardinur uppfyri fjúrtanda hvønn dag!"

”Sum tygum duga væl at siga frá!" segði kveisturin. ”Tað hoyrist á lagnum, at tað er konufólk, ið sigur frá, har er sovorðið reinsemi!"

”Ja, tað er eyðkent!" segði vatnbyttan, og av berari frøi gjørdi hon eitt hopp, so tað skvatlaði burtur úr henni. Og krússapotturin helt fram at fortelja, og endin var minst líka góður sum byrjanin. Allir borðiskarnir skramblaðu av frøi, og kveisturin gjørdi ein krans av persillu og setti á krússapottin, tí hann visti, at hini fóru at verða øvundsjúk, og ”prýði eg hann í dag," hugsaði hann, ”so prýðir hann meg í morgin."

”Nú fari eg at dansa!" segði klovin, og so dansaði hann. Ja, tá skuldu tit sæð, hvussu hann gleivaði og spjálkaði við øðrum beininum høgt upp í loft. Tað gamla stólasetrið yviri í krókinum skrædnaði, sum tað flenti.

”Nú vil eg eisini hava krans!" segði klovin, og tað fekk hann eisini.

”Hetta er nú bara fátækrafólk," hugsaðu svávulpinnarnir.

Nú skuldi tekannan syngja, men hon hevði fingið krím, segði hon, og hon fekk ikki sungið, uttan tá ið hon kókaði, men sannleikin var tann, at hon var so hástór.

Hon vildi ikki syngja, uttan tá ið hon stóð á borðinum hjá húsbóndafólkunum.

Yviri í vindeyganum stóð ein gamal fjaðrapennur, sum gentan plagdi at skriva við. Tað var onki serligt við honum uttan tað, at hann var stungin ov djúpt niður í blekkglasið, og tí erpaði hann sær av. ”Vil tekannan ikki syngja," segði hann, ”so kann hon lata vera! í einum búri, sum hongur uttanfyri, er ein náttargali, og hann dugir at syngja. Rætt er tað, at hann hevur onki lært, men tað skal hann ikki lastast fyri í kvøld!"

”Eg haldi tað vera burturvið," segði ketilin, sum var køkssangari og hálvbeiggi tekannuna, ”at ein sovorðin fremmandafuglur skal sleppa upp í sangkórið! Er tað tjóðskaparligt? Eg skal lata handilskurvina døma!"

”Eg eri so ørg!" segði handilskurvin, ”eg eri so spinnandi ørg, at ongin sigur so frá tí. Halda tit, hetta er besta kvøldsetan? Hevði tað ikki verið betri, at øll fóru upp at gartast, so at hvør gjørdi, sum hann vildi, og sum hann hevði evni til? Men eg skuldi skipað fyri! Tað hevði verið nakað heilt annað!"

”Ja, latið okkum fara at halda gang!" róptu øll í holið hvør á øðrum. Men í sama viðfangi fór hurðin upp. Tað var arbeiðskonan, og so stóðu øll so pinnastill. Ongin segði eitt kis. Men krússapotturin var ikki krússapottur fyri onki. Hann helt ikki lítið um seg sjálvan:

”Ja, hevði eg tímað, so skuldu vit havt eitt stuttligt kvøld!"

Men arbeiðskonan tók svávulpinnarnar og fór at kyka við teimum. Tað var ikki lukkuligt, sum teir spruttaðu og logaðu.

”Nú kunnu øll síggja," hugsaðu teir, ”at vit eru heitir. Hygg, hvussu vit glampa! Hygg, hvussu vit lýsa!" Og so sloknaðu teir.

”Hatta var eitt vakurt ævintýr!" segði drotningin. ”Tað er fyri mær, sum sat eg í køkinum saman við svávulpinnunum. Ja, nú skulu tygum fáa dóttur okkara!"

”So er," segði kongurin. ”Tú skalt fáa dóttur okkara mánadagin!" Og nú søgdu tey tú við hann, tí nú var hann komin upp í familjuna.

So varð avgjørt, nær ið brúdleypið skuldi vera, og kvøldið fyri bleiv allur býurin ljósskrýddur, og øll fingu bollar og kringlur, sum tey vildu. Smádreingirnir gingu og róptu hurrá og bríkslaðu í fingrarnar. Har var veitsludámur við lít.

”Ja, eg má eisini fara at gera okkurt!" segði drongurin, og so keypti hann fýrverk av ymsum slag, so nógv, so nógv, og legði tað so í kuffertið og fleyg upp í luftina við tí. Har bresti hann og tendraði sólir, stjørnur og mánar. Turkarnir lupu upp í loft av frøi, tí sovorðna sjón høvdu teir aldri sæð áður. Nú sóu teir tað skilligt, at tað var turkagudurin sjálvur, sum skuldi hava prinsessuna.

Tá ið so drongurin við kuffertinum var komin niður aftur í skógin, segði hann fyri seg sjálvan: ”Eg má heldur fara inn í býin at vita, hvat ið tey hildu um hetta!" Og tað var so rímiligt, at hann hugsaði so.

Og tá skuldu tit hoyrt reyp í býnum! Hvørt menniskja, hann spurdi, hevði sæð tað upp á sín máta, men øll vóru samd um, at deiligt hevði tað verið.

”Eg sá turkagudin sjálvan!" segði eitt. ”Hann hevði eygu, sum glógvaðu sum stjørnur og skegg sum skúmandi áarfossar!"

”Hann fleyg í eini eldkápu," segði eitt annað, ”og smá einglabørn kagaðu út undan kápufaldinum!"

Jú, hetta var hugaligt at hoyra, og dagin eftir skuldi brúdleypið standa. Nú fór hann út aftur í skógin at seta seg í kuffertið. Men hvat var vorðið av kuffertinum? Tað var kolað upp. Ein neisti var dottin á tað, og eldur var komin í tað, og nú lá tað har uppkolað. Nú fekk hann ikki farið á flog og slapp ikki upp til brúður sína.

Allan dagin stóð hon uppi á takinum og bíðaði. Hon bíðar enn, men hann gongur land úr landi og sigur frá ævintýrum, men ikki eru tey so stuttlig longur, sum tá ið hann fortaldi um svávulpinnarnar.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Den flyvende Kuffert”, ”Eventyr fortalte for Børn. Ny Samling. Andet Hæfte”, 1839.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”Ævintýr – eitt úrval”, Bókadeild Føroya Lærarafelags 2005.

 

 

Viðkomandi tilfar

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019