Skip to main content

Misseri moy


Einaferð, so nú er ein kongur onkustaðni burtur í verðini á veiðuferð við monnum sínum. Hann legði eftir einum rábukki, og av tí hann var tann ágrýtnasti og tann, sum besta rossið hevði at ríða á, kom hann langt burtur frá monnum sínum.

Best sum er, nú kemur mjørki, hetta er móti kvøldi, og hann er heilt ókunnugur her í skóginum. Áðrenn hann veit av, hevur hann gingið seg út í eina mýru. Rossið, hann ríður á, søkkur niður, brýtur seg upp aftur, men so søkkur tað í av álvara, brýtst, froysur, tivar, fer undir kav og hvørvur heilt.

Í síðstu løtu eydnast tað kongi at leypa av rossabakinum og á eina túgvu, hann sá rivað í mjørkanum. Nú var farið at myrkja av nátt eisini. Hann roynir so at leypa pall av palli, men illa gongst, tað sjunkar undan honum ferð eftir ferð, og av tí tíðin gongur so long, fer hann at møðast. Náttin fellur meira og meira niðuryvir, og kongur fer so smátt at hugsa um, at hann kemur ikki livandi burtur úr hesum, tí mýran tykist ongan enda at hava, og tað verður alt bleytari og bleytari.

Men so einaferð, tá ið alt tóktist heilt vónleyst, nú sær hann ein lítlan hvítskeggjutan mann við stav í hondini koma ímóti sær, hann gongur sum einki tvørtur um alt - túgvur, glupsi, hyljar, tað nervar hann ikki.

Kongur rópar á hann: ”Hoyr maður, hjálp mær burtur úr hesum blotanum!”

”Ja, harra kongur,” svarar tann lítli maðurin, ”nú er illa vorðið; tú kemur ikki afturíaftur, uttan eg vil hjálpa tær. Tað vil eg helst eisini - um vit kunnu semjast um, hvat eg skal hava afturfyri.”

”Sig, hvat tú leggur á,” hvessir kongur afturímóti; tí hann heldur, hesin lítli maðurin er ov lítið høviskur.

Gamli maðurin tekur um sítt hvíta skegg og smílkar spotskliga: ”Lat okkum siga, at eg fái tað fyrsta av kallkyni, ið verður føtt í kongsgarðinum, eftir at tú er komin at húsum.”

”Hatta er ein løgin handil!” heldur kongur.

”Tað er kanska nakað í tí,” svarar gamli, ”men eg eri eisini ein løgin maður. Sigur tú ja ella nei?”

Kongur segði ja, lívinum var at bjarga, og nú var so myrkt, at tað var eingin lívsins vón einsamallur at finna upp á aftur turt.

”Tak henda stavin hjá mær,” sigur gamli og blakar krókstavin, so hann kemur beint í hondina á kongi - men so missir kongurin hann aftur. Tá hendir tað løgna, at stavurin verður standandi beint upp og niður framman fyri honum, datt ikki.

”Hatta er ein undarligur stavur,” sigur kongur fyri munni sínum.

”Tað er hann kanska,” svarar gamli maðurin, ”men elt tú hann bara, so kemur tú burtur úr hesum blotanum.”

Tá ið tann gamli maðurin hevur sagt hetta, hvørvur hann. Í tí sama fer stavurin at gera smá hopp túgvu av túgvu. Kongurin eltir og søkkur ikki niður meir, skjótt er hann komin aftur á fasta jørð. Men stavurin hoppar alsamt og helmar ikki, fyrr enn hann er komin fyri dyrnar í kongsgarðinum. Tá snurrar hann runt í luftini sum eitt hjól og hvørvur.

”Hetta var ein undarligur maður, ein undarligur stavur, eg hitti, og eitt undarligt lyfti, eg gav,” hugsar kongur og grundar yvir tað. ”Stórdýr, smáfenaður, hundar og kettur er í hópatali á kongsgarðinum. Valla er dagur, uttan eitt ella annað av hesum dýrum føðir ein unga. Tað kann verða ein kúgv, ein týk, ein ketta; men tað kann eisini verða drotningin, tí hon gongur búgvin at hvíla.” Kaldasveittin slær út um kong, tá ið hann hugsar um hetta; men hann uggar seg við, at tað skuldi vera ein nýføðingur av kallkyni; nú kundi tað verið, at drotningin fekk eina dóttur, so slapp hon frá at missa sítt barn. Líka so staðiliga hann fyrr hevði ynskt ein son, líka so staðiliga ynskir hann nú eina dóttur.

Men rætt sum kongur kemur upp trappurnar, nú føðir drotningin ein son. Tað var teirra fyrsta barn, og tað fyrsta av kallkyni, sum føtt var á garðinum, síðan hann kom heim. Nú skilti hann, at tað var eitt trøll, hann hevði hitt, og at trøllið hevði vitað um prinsin, sum koma skuldi, frammanundan.

So skjótt drotningin var komin upp aftur at ganga, talaði kongur við hana um hetta. Tey samdust um at vita, um tey kundu keypa rættin til barnið frá trøllinum, tí teirra fyrsta son kundu tey ikki lata frá sær.

Drongurin verður doyptur og fær navnið Vilmundur, tí pápin viltist ta náttina, hann var føddur.

Stutt eftir hetta, meðan drotningin situr við dreinginum á fanginum inni í stovu síni, kemur tann lítli maðurin við stavi sínum inn til hennara og sigur, at hon mundi vita, at barnið var hansara.

Drotningin býður honum nú góðs og gull fyri henda rætt. Men hann sigur nei. Til síðst lovaði hann tó, at tey skuldu sleppa at hava barnið í fimm ár, um hann fekk hundrað oksar afturfyri - og teir skuldu vera feitir.

Ája, tey hava so dreingin hesi fimm árini. Hann trívist og veksur, er foreldrunum til mikla gleði. Men tann dag, hann fyllir fimm ár, er trøllið aftur har. Nú krevur hann tvey hundrað feitar oksar fyri at lata tey hava dreingin aftur í fimm ár.

Vilmundur er so hjá faðir og móður hesi árini afurat, og hann er trívuligari og betri í sær enn børn flest, hartil raskur og klókur, so foreldrini elska hann hægri enn sítt egið lív; men tá ið hann fyllir tíggju ár, er trøllið aftur. Nú krevur hann trý hundrað feitar oksar, fyri at lata tey hava hann aftur í fimm ár.

Drongurin mennist hvønn dagin, verður djarvari og klókari og vakrari enn allir sínir javnaldrar, umhildin av øllum. Men tann dag, hann fyllir fimtan ár, er trøllið aftur har við stavi sínum. Og tá verður eingin handil av meir, nú skuldi Vilmundur koma til hansara.

Kongshjúnini buðu honum nøgdir av gulli og fæ; men tað batti alt einki:

”Eitt kongsorð kann ikki brótast! Nú seti eg stav mín her við dyrnar. Í morgin skal drongurin fara til hansara, so vísir hann honum vegin. Kemur hann ikki, skal slottið søkka í jørðina, og alt livandi, sum í tí er, kódnar í runu, tí so djúpt skal tað fara, at fimtan favnar av vatni skulu standa yvir hægsta torni. Og tað eru eingir vegir at sleppa til rýmingar hjá tykkum, sum her eru; tí eg slái ring um garðin, áðrenn eg fari.”

Tann lítli maðurin fór so, men setti stav sín eftir fyri durunum.

Morgunin eftir mátti Vilmundur fara til stavin, og beinanvegin fer hann av stað, og drongurin eltir hann. So skjótt, hann kemur út um slottið, fer hann upp millum beinini á dreinginum, og so ríður Vilmundur av stað, og tað gongur við fljúgvandi ferð yvir dalar og fjøll, yvir land og hav, líka til kvøldið kemur. Tá dalar hann niður aftur á jørðina og er tá beint við eitt slott, sum er grivið inn í eina fjallalíð.

Tann lítli maðurin stendur í durinum fyri honum. Vilmundur veit, hvør ið er, og sigur háur: ”Gott kvøld, trøll.”

”Gott kvøld, kongssonur!” svarar trøllið, ”her verði eg kortini róptur harra kongur. Eg hevði havt bestan hugin at snarað høvdið av tær, so kjaftreystur tú er, og verði helst eisini at gera tað onkuntíð. Men nú kann tú sleppa at liva eina tíð enn, um tú beinanvegin kann siga mær tríggjar sannleikar, sum eingin lygn er í.”

”Tað skal ikki standast á,” sigur Vilmundur: ”Aldri lá eg so bleytt sum í móðurfangi; aldri smakkaði eg søtari dropa enn úr móðurbrósti, og aldri elvdi eg móður míni størri sorg enn í dag.”

”Ja, har er eingin lygn í,” svarar trøllið og blíðkast aftur, helt fyri, at tað var líkt til, hann var væl uppvandur. ”Men tú kann læra gilt her kortini, og tú fer at fáa nógv fyri hendurnar. Í kvøld er heilagt, so nú kann tú ganga her og hyggja teg um; men í morgin er arbeiðsdagur aftur.”

Har er nógv at síggja í trøllabølinum, sum er fremmant fyri Vilmundi. Allastaðni glógvar av gulli og silvuri, tað var hann ikki ókunnugur við heiman ífrá, men her vóru bæði plantur og dýr, sum vóru ólík øllum øðrum. Fólkið var nógv á kongsgarðinum - eitt nú tólv húskallar, sum allir vóru av trøllaslag við hala og allodnir, grimir og skitnir. So er gamla trøllamamman, sum er ljótast av øllum, bithornini standa so svørt út úr kjaftinum, og nøsin hekk sum eitt indur niður yvir gákin. Henda gamla gívurin hevði eina lítla, fitta gentu at vera um seg, sum var heilt ólík øllum hinum, ið her vóru at síggja. Tey róptu hana Misseri moy. Hon var kongsdóttir. Trøllið hevði stolið barnið. Av tí hon hevði verið so leingi hjá hesi gomlu, hevði hon lært seg allar hennara kunstir. Hon var líka klók, sum hon var vøkur. Hon fær beinanvegin tokka til Vilmund, men letur ikki við seg koma.

Vilmundur fær góða song at liggja í og svevur so søtan til næsta morgun.

Tá kom trøllið og vakti, tók tað hann við sær út í ein skóg, hann átti, og segði: ”Hetta skal vera títt dagsverk, at fella allan skógin, og er tú ikki liðugur til kvølds, snari eg høvdið av tær.” So fór trøllið frá honum.

Eftir stendur Vilmundur einsamallur og ovfarin við øksini, hann hevur fingið, ið er so tung og klombrut, at hann er illa førur at lyfta henni. Hann roynir at høgga í eitt træ og fær einar tvær spønir av; men hvat dugdi tað? Hægst kundi hann fáa eittans træ av til kvølds. Nei, tað var einki til at kýta seg. Hann setur seg niður og leggur øksina frá sær, hugsar við sær, at nú er hansara lív at enda komið.

Tá kemur Misseri moy hoppandi har við einari tasku í hondini.

Tað er døgurði, hon hevur við til hansara. Spyr, hví hann er so syrgin á at líta.

”Tí nú er úti við mær,” sigur hann, ”eg skal vera liðugur at fella allan skógin til kvølds, og eg magni ikki eingang at fella fyrsta træið. Tá ið trøllið so kemur at hyggja eftir, missi eg hálsin. Tað eru korini.”

”Á, tað er einki at gremja seg um,” sigur Misseri moy, ”hatta sindrið av skógi fæst saktans av rótini.”

”So hjálp mær meðni,” biður Vilmundur prinsur.

”Lívgi eg teg,

svíkur tú meg!” sigur Misseri Moy.

Nei, tað var so vist, segði Vilmundur, hann skuldi verða henni trúgvur og takksamur allar dagar, um hon hjálpti honum.

”Set teg bert og et tann góða mat, eg havi borið tær,” sigur hon, ”skógin skulu vit skjótt fáa høgdan.”

Hann fer undir døgurðan, og hon setur seg hjá honum. Tey tala saman bæði, og tað er beinanvegin, at tey koma at kenna heitasta yndi hvørt til annað.

Tá ið líður at kvøldi, sigur Misseri moy, at hon má fara heim, áðrenn gamla gívurin vaknar. Hon fær sær altíð ein langan svøvn aftan á døgurða. Meðan hon svevur, vil hon altíð hava gentuna at vera hjá sær og kláa sær í høvdinum. ”Men í dag havi eg fingið eina svarta kettu at gera tað fyri meg,” sigur Misseri moy. So fer hon heim aftur í trøllabølið við lítlu tasku síni. Men so støðgar hon á og sigur við Vilmund: ”Rætt er tað, vit skuldu fella handa skógin, áðrenn eg fór!” Og so veiftrar hon við fyriklæðinum og sigur: ”Hvist, hvist, hvist!” Og tá raplaði allur skógurin niður, so hvørt lá oman á øðrum, og hvørt træ so vakurt rót-høgt, at hvør maður sá, at her høvdu kønar hendur verið.

Tá ið hon kom heim, var gamla gívurin ikki vaknað, og tann svarta kettan sat alsamt og kláaði henni í høvdinum.

Rætt sum sólin gekk niður, kom trøllið til Vilmund at síggja, hvat hann hevði fingið frá hondini. Nú liggur allur skógurin slættur. Hann gløir við og sigur: ”Tað síggi eg, at tú dugir meir, enn eg helt; men valla hevur tú tikið hetta upp úr egna brósti.”

Vilmundur kemur nú heim í trøllabølið, fær nátturða og fer síðani at leggja seg.

Annan morgunin fylgir trøllið honum út í seyðahúsið. ”Her skal sópast,” sigur tað, ”og hetta hevur tú at gera til kvølds. Verður tú ikki liðugur, snari eg høvdið av tær.” So fór tað.

Eftir stendur kongssonurin við einari kvísl, ið er so tung og klombrut, at hann nóg illa er førur at lyfta henni. Og tøðini liggja yvir alt hetta øgiliga gólv heilt upp undir syllar. Hann pilkar eitt sindur við kvíslini, men tað sæst ikki á í hesi ræðuligu rúgvu, so hann gevur upp, stendur bert fram á skaftið og syrgir yvir tað ringa væri, hann var komin í, at nú misti hann lívið.

Í tí skili verður middagur, og Misseri moy kemur hoppandi við tasku síni at geva honum døgurða.

Hann klagar nú sína neyð fyri henni, at aftur í dag er lagt so nógv á hann, at tað er ikki einsmansføri at fáa tað frá hondini. ”Og korini eru tey, at verði eg ikki liðugur til í kvøld, skal eg missa hálsin.”

”Lívgi eg teg,

svíkur tú meg!» svarar Misseri moy.

Men hann lovaði við øllum, sum dýrt og heilagt var, at hjálpti hon honum, skuldi hann allar dagar verða henni trúgvur og takksamur.

”Ja, so skal eg hjálpa tær,” sigur hon. ”Her hevur ikki verið sópað í hundrað ár, so tað er ikki lítið, ið skumpast skal.” So stingur hon kvíslina í og sigur:

”Skarn fylg kvísl, kvísl fylg skarn,

einki er slíkt fyri kongabarn!”

Nú fór kvíslin at skumpa og tað av grimd, har reyk og feyk, so tað var ikki inniverandi. Tey lupu út í urtagarðin og sótu har og hugnaðu sær bæði, meðan Vilmundur át tann góða mat, hon hevði borið honum. Tá ið leið á dagin, sigur Misseri moy, at nú má hon heim, tí hon má vera við hús, áðrenn gívurin vaknar. Aftur í dag hevur hon sett ta svørtu kettuna at kláa henni í høvdinum. Og so fer hon av stað við lítlu tasku síni; meðan Vilmundur fer aftur í seyðhúsið. Tá er alt so gullreint har sum eitt nývaskað verðílat.

Beint sum sólin gekk til viða, kom trøllið: ”Ho, ho,” læt tað í honum, og eyguni vuksu, ”tú er meira maður, enn eg helt teg vera; men valla hevur tú tikið ráðini upp úr egna brósti.”

Vilmundur kemur nú heim í trøllabølið, fær nátturða og fer síðani at leggja seg.

Triðja morgunin tekur trøllið hann við sær út í rosshúsið og sigur: ”Nú hevur tú í tveir dagar havt tungarbeiði; í dag skal tú ikki gera annað enn ríða greðingin hjá mær út at brynna. Tað arbeiðið man tú vera væl kendur við.”

Her í stallinum eru nógv ross, og tey so vøkur eru, men einki kann javnmetast við greðingin. Hann stendur fyri seg sjálvan fyri gullkrubbu, men hon er tóm, og greðingurin tykist vera ógviliga ódligur, stóð bundin við sjey lásum og gróv hellugólvið, so neistarnir fuku. Tá ið Vilmundur skuldi fara upp til hansara, legði hann oyruni afturá, nísti og físti, so eldur stóð úr nasunum, upp eftir enda stóð hann og sló um seg við framhógvunum. Konga-sonurin visti um skjarlig ross at siga, men sovorðið sum henda greðingin hevði hann aldri havt undir hond. Hann royndi at klappa, pjátra, men tað hjálpti alt einki.

Har stóð nú kongssonurin og var ikki komin longur enn tað sama, tá ið Misseri moy kom við døgurða til hansara. ”Ja, hatta er tað versta, hann hevur álagt tær enn,” sigur hon, ”men onkur ráð eru kanska.”

Vilmundur biður hana nú so staðiliga um at hjálpa sær.

”Lívgi eg teg,

svíkur tú meg,” sigur hon.

Hann vissar hana um, at aldri skal hann gloyma ella svíkja, allar dagar skal hon vera meira verd fyri hann enn nakað annað menniskja á foldum.

Hon tekur nú eitt hálmstrá og leggur á bakið á greðinginum og sigur:

”Spakur Soppur fyri Misseri moy,

so gevi eg tær bæði korn og hoy.”

Tá verður greðingurin sum eitt lamb. Hon gevur honum eitt gott mál av tí besta, sum var, læt hann eta seg mettan, blásti á tey sjey lásini, so tey fóru upp, og greðingurin var leysur. Síðani sigur hon:

”Gakk nú Soppur fyri bøn og løn

og ber hann, Vilmund tann kongason.”

Tá letur hann Vilmund seta seg á bak, gongur at vatninum, drekkur og kemur aftur á básin, alt í frið og forligheit. Gentan blásti aftur á tey sjey lásini, so tey lótu seg aftur, og alt var sum áður.

Misseri moy skundaði sær nú inn aftur til gívrina, men hon var ikki vaknað enn, og tann svarta kettan kláaði henni trúliga í høvdinum.

Beint sum sólin gekk niður, kom trøllið í rossastallin: ”Ja, eg síggi, at tú hevur gjørt tað, tú skuldi, og tað er, sum tað skal vera. Far tú nú og fá tær nátturða.”

Trøllið fer nú inn til gomlu gívrina, móður sína. Tey at tala í duldum bæði, um hvussu verða skal. Men Misseri moy órar ilt og lurtar við dyrnar, hoyrir hvørt orð, tey siga.

Trøllið heldur við móður sína: ”Misseri moy er vorðin okkum ov klók. Hon má hava verið í hóslag við kongssoninum, ella kann hann ikki hava avrikað alt, eg havi lagt á hann. Tá ið hon hevur lúrt okkum so nógvar kunstir av, er vandi fyri, at hon vinnur á okkum sjálvum til síðst. Tí er best, at vit nú sleppa okkum frá báðum tveimum. Vit gera ikki vandari, eta tey beinanvegin, sovorðin kongabørn er góður matur. Nú lati eg tey sjálv kynda upp undir ovnin; tá ið tað er gjørt, lokka tey inn at verða steikt.”

Hetta helt gamla gívurin vera góð ráð, og vatnið rann úr teimum svørtu bithornunum, ið stóðu út úr gákinum á henni, nú hon hugsaði um teir góðu bitar, hon skuldi fáa.

Trøllið fer út til Vilmund og biður hann bera brenni inn til ovnin. Við Misseri moy sigur hann, at hon skal kynda upp og siga sær, tá ið heitt er vorðið, hann skal leggja seg at sova so leingi.

Vilmundur ber nú brennið inn, og Misseri moy kyndir upp - til hon hoyrir trøllið rýta í fasta svøvni. Nú tekur hon tveir brennikubbar, setur ein hvørjumegin ovnin, spýtir á teir og sigur eitthvørt við teir. So tekur hon í hondina á Vilmundi og leiðir hann skundisliga út við sær. So sigur hon við hann: ”Nú ætla trøllini at steikja teg, tí er tað, vit heita ovnin.”

”Á, hjálp mær!” biður kongssonurin.

”Lívgi eg teg,

gloymir tú meg!” svarar Misseri Moy.

Men Vilmundur lovaði, at hann vildi altíð verða henni trúgvur, hon var jú hansara unnusta, og tá ið tey komu burtur hiðani úr trøllabølinum, skuldi hon verða kona hansara.

Nú leiðir hon hann við sær í rossastallin, sissar greðingin og loysir hann. Tey seta seg bæði á hann og ríða í tí stillu, myrku náttini við sprongdarferð út av slottinum.

Nú vaknar trøllið og rópar út: ”Er ovnurin heitur?”

”Nei, ikki enn!” svarar annar brennikubbin.

”Legg meir afturat, meðni,” brølar trøllið og sovnar aftur.

Seinri rassast hann við aftur og rópar: ”Er ovnurin ikki heitur enn?”

”Nei, men nú líður væl,” svarar hin brennikubbin.

Triðju ferð, hann vaknar og rópar, um ovnurin er heitur, kemur einki svar. Nú skilir trøllið, at okkurt er áfatt, loypur av seingini og út til ovnin. Nú er hann kaldur, og einki fólk at síggja.

Hann at leita eftir teimum, men ongan hann fann. Tá ið hann kemur í rossastallin, er greðingurin burtur. Tá skilir hann, hvussu vorðið, ið er, og sendir teir tólv húskallarnar at leita eftir teimum.

”Komið aftur við kongabørnunum ella við øllum løgnum, tit síggja,” sigur tann gamla gívurin, tí hon var tann klókasta har í bølinum.

Tey bæði Vilmundur og Misseri moy eru nú komin ein góðan tein burtur frá trøllaslottinum. Nú sigur hesturin: ”Eg sveitti á lendunum.”

”So eru trøllini í hølunum á okkum,” sigur Misseri moy. ”Hygg aftur um teg, kongssonur, vita um tú sær okkurt.”

”Eg síggi ein krákuflokk koma flúgvandi,” sigur Vilmundur.

”Tað eru teir tólv trøllahúskallarnir, sum koma eftir okkum,” sigur hon.

”Finn uppá ráð at verja okkum fyri teimum,” sigur hann.

”Lívgi eg teg,

svíkur tú meg,” sigur hon.

”Nei, eg svørji tær allar dýrar eiðir um ævinligan trúskap,” svarar hann.

”Teimum sleppa vit lætt frá,” sigur Miseri moy:

”Tú til træ, og ross til stein;

eg skal vera blað á grein.”

Beinanvegin verður kongssonurin til eitt lítið træ, Misseri moy til eitt blað á trænum, og hesturin til ein stein, sum liggur við gøtuna.

Krákurnar koma nú fljúgvandi, síggja væl tað lítla træið við blaðnum og steinin við gøtuna, men fljúgva sína leið, venda so aftur í trøllabølið.

”Nú, sóu tit einki?” spyr gamla gívurin.

”Nei, ikki annað enn eitt træ við einum blað á og so ein stein, sum lá við gøtuna.”

”Á, tykkara tápulingar, tað vóru jú tey; tit skuldu tikið blaðið við tykkum, so hevði hitt elt av sær sjálvum.”

So fór trøllið sjálvt av stað, fleyg á einum krókstavi, fór sum ein hvirluvindur gjøgnum luftina.

Tá eru kongabørnini komin ein langan tein afturat frá trøllabølinum. - Nú sigur hesturin: ”Eg sveitti um lendarnar.”

”So eru trøllini aftur í hølunum á okkum,” sigur gentan. ”Hygg aftur um teg og vita, um tú sær nakað.”

”Eg síggi eitt sovorðið runt av eldi í luftini,” sigur hann.

”So er tað trøllakongurin sjálvur, sum kemur eftir okkum,” sigur hon, ”nú ræður um.”

”Á, hjálp mær,” biður hann.

”Lívgi eg teg,

svíkur tú meg!

Men eg skal gera tað kortini.” So sigur hon:

”Tú til kirkju, eg til prest,

til kirkjugarð vár góða hest.”

Og alt í einum skapast tey um, hesturin til kirkjugarð, Vilmundur til kirkju mitt í garðinum, og Misseri moy til prest, sum stendur fyri altarinum og messar.

Trøllakongurin sær kirkjuna, helt seg ikki hava borið eyga við hana áður, kagaði inn gjøgnum dyrnar; men tá ið hann hoyrir prestin messa, aftrar hann seg og flýgur heim aftur til móður sína.

“Nú,” sigur hon, “sá tú tey heldur ikki?”

Nei, hann hevði einki sætt, “var heilt inni á kristnamannajørð, sá eina kirkju og hugdi inn, har stóð ein prestur, men tey bæði sá eg ikki.”

“Á, tú er tann dólgurin, ið er, tað vóru tey; tú skuldi tikið prestin, so hevði kirkjan og kirkjugarðurin komið aftaná av sær sjálvum. So eru eingi ráð uttan eg fari sjáiv av stað eftir teimum.” Hon tekur ein klova og setur seg á hann. So av stað gjøgnum luftina, so eldrokið stendur frá henni.

Nú eru kongabørnini aftur komin ein langan tein afturat frá trøllabølinum og ríða sum harðast. Men nú letur aftur í hestinum: ”Eg sveitti um lendarnar.”

”So eru trøllini á ferð einaferð enn. Hygg teg um, vita um tú sær nakað.”

”Tað kemur ein elddreki gjøgnum luftina aftan á okkum,” sigur Vilmundur.

”Á, so er tað gamla gívurin sjálv,” sigur hon, ”tað verður verri.” Í tí sama sigur hon:

”Bæði vit eitt antarpar,

og eitt vatn vár hestur verð.”

Beinanvegin svumu tey bæði á einum lítlum vatni og vóru eitt dunnupar.

Gamla gívurin er har í somu løtu; hon veit, hvussu vorðið, ið er, og vaðar út í vatnið, kallar á dunnurnar: ”Billi, billi, billi,” lokkar hon við síni blíðastu rødd. Men dunnan svimur úteftir, og steggin fylgir henni. Gívurin blakar byggkorn til teirra, men einki hjálpir. Nú tekur gamla eitt gandaepli, bindur tráð í og blakar eftir teimum. Hevði tað nomið við tey, kundi hon drigið tey til sín. Men dunnan var so kná, tók í veingin á steggjanum og dró hann undir vatn við sær, og eplið fleyg yvir teimum. Tá leyp dunnan til og beit tráðin av, so eplið sakk til botns; har lá tað!

Nú var spælið vunnið; tá ið gamla gívurin hevði mist eplið, kundi hon ikki ganda meir. So ill varð hon, at hon beinanvegin varð til stein og brast í túsund petti, sandraðist út yvir hagan har uttanum.

Men kongabørnini og hestur teirra fingu sítt upprunaliga skapilsi aftur og riðu sína leið í frið og náðum, líka til tey komu til tað land og tað slott, sum kongssonurin var føddur í.

Tá umskapar Misseri moy hestin til ein stein við vegin, og tey seta seg bæði á hann.

Nú sigur hon: ”Tú má ikki halda, Vilmundur, at tað eru bert nakrir dagar, síðan tú fór heiman, nei, tað eru heili sjey ár - og tað er enn longur, síðani eg kom heiman. Síðani tá er slekt mín deyð burtur - næstan øll.” Og tá ið hon sigur hetta, strýkur hon við hondum sínum blídliga steininum, tey sita á. ”Nógv er broytt heima, síðani tú fór. Mamma tín er deyð. Pápi tín livir enn; men hann er uppaftur giftur við einari einkjudrotning, sum eigur eina vaksna dóttur. Pápi tín eigur ein lítlan son við seinru konuni.

Far nú inn til pápa tín og sig honum alt, hvat hent er. Tá ið tú hevur gjørt tað, kom so aftur eftir mær. Men ansa væl eftir ongan at lata kyssa teg, áðrenn tú hevur ført meg til garðs, tí so gloymir tú bæði meg og alt, sum er.”

Hetta lovar kongssonurin ærliga og reiðiliga, tí hann var so takksamur móti Misseri moy og yndaði hana so inniliga, at hvat skuldi hann annað gera. So kyssir hann hana og sigur farvæl, fer upp á sín faðirs slott. Men hon verður sitandi eftir á steininum við vegin.

Vilmundur kemur inn, og pápi hansara kennir hann beinanvegin.

Í tí sama kemur tann unga drotningin við lítla soni sínum á arminum. Hon vildi beinan vegin kyssa Vilmund og ynskja honum vælkomnum; men hann bar seg undan. So rættir hon lítla sonin og leggur í kneppið á honum. Men kongssonurin ber seg eisini undan hesa ferð. Nú kemur ein hvítur hundur inn, blíður og spælin. Vilmundur heldur, at hetta er tann sami, sum hann var so góður við, tá áðrenn hann fór heiman, og vardi seg ikki, læt hann leypa upp at sær og slikka sær í andlitið - tað var jú bara ein hundur. - Men í tí sama gloymir hann Misseri moy og alt, tey høvdu havt saman.

Nú skuldi hann at siga pápa sínum frá, hvat hent var ta longu tíð, meðan hann hevði verið burtur, men nú mátti hann bara biðja umbera seg, at hann hevði gloymt alt samalt, mintist einki frá tí tíðini.

Gamli kongurin bað hann einki leggja í tað, bara vera glaður fyri at vera heimafturkomin í øllum góðum; hann hevði jú verið gandaður, so tað var ongantíð betur, enn at hann einki mintist frá tí tíðini.

Nú verður stórt gildi á slottinum fyri soninum, ið aftur er komin. Har er sangur og streingjaspæl, allur stuttleiki, og Vilmundur dansar við prinsessuni, alt er gleði og gaman.

Ímeðan situr Misseri moy á steininum við vegin, og eingin hugsar um hana.

Tá ið hon hevur sitið so leingi, at hon skilir, hvussu vorðið er, skapar hon steinin um til ein gráan kálv og fer leiðandi við honum til kongsgarðin, sigur, hon er ein neyðars fátæk genta, sum hvørki eigur faðir ella móður, hevur bert henda gráa kálvin, um hon kundi fáa tænastu har.

Jú, hon kundi vera høsnagenta. Og hon fekk eitt lítið hús at búgva í, so hon kundi hava kálvin hjá sær. Har er hon og sætar sínum. Vilmund sær hon einki til, hann hevði jú gloymt hana, og sama kvøldið, hann kom, varð hann trúlovaður við prinsessuni, og tey skuldu hava brúdleyp fyrsta dagin.

Á slottinum hevði fólk varnast um hesa nýggju høsnagentuna, og tað varð talað nógv um hana, tí hon var so yvirmáta vøkur og dugdi so væl til hendurnar, at eingin hevði vitað sovorðið.

Nú skuldi jú gerast til brúdleyp á slottinum, og so setti ein høvuðsmaður hjá kongi sær fyri at biðja hesa vøkru høsnagentuna seyma sær eina stásskjúrtu til veitsluna. Hetta mundi kortini mest vera eitt sneisaørindi, fyri at hitta hana. Hann kemur nú eitt kvøldið til hennara og biður seyma sær skjúrtuna; hon skuldi fáa afturfyri tað, hon legði á.

Jú, tað var gaman í, segði høsnagentan, hon skuldi seyma skjúrtuna, og hann kundi fáa hana við sær heim beinanvegin, um hann vildi. So sigur hon:

”Saksur klipp plagg, tráður fylg nál,

liðugt skal vera til seingjarmál.”

So gongur alt av sær sjálvum. Ímeðan situr hann og sigur frá, hvussu stórbært, ið alt fór at verða á slottinum, nú brúdleypið skuldi standa. Men tá ið skjúrtan er liðug, og hon gevur honum hana, hevur hann ongan skund at fara av stað; men hann fer at vera so nærgangin og tala um, at hon skal vera unnusta hansara.

Tá sigur hon við hann: ”Á, takið tygum og gerið mær ein beina, farið út í køkin og hirðið fyri meg, eg havi gloymt tað. Har stendur eitt blað at skumpa við; men sigið mær, tá ið tygum hava fingið tað í hondina.”

Tað var gaman í, hann fer beinanvegin, og tá ið hann hevur funnið blaðið, rópar hann tað til hennara.

Nú sigur hon:

”Blað halt kalli,

kallur haldið blað,

til ljósan dag.”

Síðani fer hon at leggja seg.

Men høvuðsmaðurin mátti verða standandi og róta í øskuni alla náttina til tann alljósa dag.

Tá fyrsta sleppur hann heim við skjúrtu síni.

Dagin eftir nú reypar hann av sínari ferð hjá tí vøkru høsnagentuni fyri starvsfeløgum sínum og vísir ta vøkru stásskjúrtu, hon hevur seymað honum; men hann sigur ikki, sum vera man, hvussu náttin gekk hjá honum. Hetta førir til, at kamarsveinurin hjá prinsinum eisini fær hug at eiga eitt sovorðið plagg og fer um kvøldið til ta vøkru høsnagentuna, biður seyma sær skjúrtu.

Jú, hon játtar og sigur, at hann kann fáa plaggið við heim beinanvegin í kvøld. So teskar hon:

”Saksur klipp plagg, tráður fylg nál,

liðugt skal vera til seingjarmál.”

Kamarsveinurin hevur eisini nógv at siga um stákið og stásið á slottinum til brúdleypið, og tá ið skjúrtan er liðug, skundar hann sær ikki av stað, men fer at hálvbrokkast um, at hon skal vera unnusta hansara.

Tá sigur hon: ”Gott á tygum, leypið mær út og skjótið sláina fyri høsnarhúshurðina, eg geri tað hvørt kvøld, men nú havi eg gloymt tað; men sigið mær, tá ið tygum hava funnið sláina.”

Jú, honum er ikki at eggja, hann loypur avstað, og tá ið hann hevur funnið sláina, rópar hann tað á hana. Nú sigur hon:

”Slá hald kalli,

kallur halt slá,

til sól sær á.”

Síðani fór hon at leggja seg.

Men kamarsveinurin slapp ikki heim við skjúrtu síni, hann mátti standa og fonglast við sláina á høsnarhúshurðini til tann alljósa morgun.

Hann reypaði eisini av síni vøkru skjúrtu, sum tann vakra høsnagentan hevði seymað honum, og kvøldið eftir fer kongsins stallmeistari eisini at fáa sær eina sovorðna skjúrtu. Hann kemur so til høsnagentuna, og tað gongur sum hjá hinum báðum. Tá ið hann hevur fingið skjúrtuna, hevur hann ongan hug at fara avstað, men hevur lyndi til at gerast eitt sindur nærgangin við gentuna.

Tá sigur hon: ”Tað var spell! Nú havi eg gloymt eitt, sum eg má gera.”

Stallmeistarin spyr, hvat tað er, um hann kann ikki gera tað fyri hana.

Nei, tað fór helst ikki at bera til, hetta var einki fyri ein so fínan mann. Tað var tann grái kálvurin hjá henni, sum stóð úti, hann skuldi verið latin inn.

Jú, tað vildi hann so fegin gera, ikki vert, at hon fór at fáast við sovorðið.

So skuldi hann hava takk, sigur høsnagentan: ”Men nú er kálvurin eitt sovorðið óvandadýr, at hann vil ikki ganga, uttan tað verður hildið í halan á honum.” Beint sum hon sær, at hann hevur fingið í halan, rópar hon:

”Kallur halt kálvi,

kálvur halt kalli,

til sól sær á fjallið.”

Nú fekk stallmeistarin ikki slept, og kálvurin vildi ikki inn, men leyp runt við hesum fína manninum uppi í halanum alla náttina til tann ljósa morgun. Tástani slapp hann heim við skjúrtu síni og mátti beint í song, tí hann var næstan sundursoraður, sum kálvurin hevði turnað við honum.

Men hetta var sjálvan brúdleypsmorgunin, so stallmeistarin fekk bara ein lítlan lúr; tí hann skuldi hava allar vognarnar í standi og sjálvur koyra við, tá ið tey fóru til kirkju. Men hetta gekk illa í hond alt samalt.

Beint sum brúður og brúðgómur koyra út av slottinum, nú brotnar onnur vognhamlan. Ein nýggj verður sett í, men hon brotnar beinanvegin. Tá sigur ein av kongsins monnum og peikar: “Í hasum lítla húsinum býr ein høsnagenta, sum eigur eitt øskublað, ið er so sterkt, at tað heldur til vognhamlu.”

Nú fara boð til høsnagentuna, at kongsins fólk hava brúk fyri hennara øskublað.

Men høsnagentan svarar: ”Mamma mín stóð ongantíð fyri hovboðum, og dóttur hennara ger tað líka lítið.”

So mátti brúðgómurin sjálvur til gentuna at læna øskublaðið; tað verður sett í, og tá helt.

Men tá ið tey hava koyrt eitt petti afturat, so nú brotnar stangarkálin, og har standa tey. Menn koma rennandi við nýggjum kílum, men teir fara beinanvegin. Tá sigur kamarsveinurin hjá kongi, at hann veit, at høsnagentan eigur eina so ógvuliga sterka hurðaslá, ”hevði hon viljað lænt teimum hana.”

Aftur mátti brúðgómurin til gentuna at læna hesa slá. Tá helt, og tey koyra aftur eitt stykki. Men tá ið tey koma fyri dyrnar hjá høsnagentuni, nú støðgar aftur, vognurin verður alt í einum so tungur, at rossini vika honum ikki. Teir spenna nú onnur seks ross fyri; men tað sigur tað sama. Tá heldur kongsins stallmeistari fyri, at hann veit ikki onnur ráð enn at fara aftur til høsnagentuna, tí hon eigur ein so sterkan kálv, at høvdu tey fingið hann til láns, hevði borið til.

Triðju ferð má nú brúðgómurin undan liðini á brúðrini til høsnagentuna at læna. Teir spentu so kálvin fyri, og hann helt av stað við vogninum við sovorðnari ferð, at tey máttu halda sær væl fyri ikki at detta av, og tað helmaði ikki í, fyrr enn við kirkjudyrnar. Vígslan var skjótt frá hondini, og á heimferðini hendi teimum einki óhapp.

Men nú setur brúðgómurin á, at tann vakra høsnagentan skal bjóðast við í brúdleypið, tað var ikki meir enn rímiligt, fyri at hon hevði gjørt teimum hesar beinar. So kundu tey fáa høvi til at takka henni fyri hjálpina.

Beint sum tey eru um at seta seg til borðs, kemur hon; men eingin kennir hana, tí í dag líkist hon ikki einari høsnagentu, hon er í prinsessubúna og ber seg sum ein drotning — setur seg beint framman fyri brúðarparinum, hevur eina hanndúgvu á aðrari økslini og eina hondúgvu á hinari.

Beint sum allir gestirnir hava sett seg, tekur hon trý byggkorn og blakar á borðið. Hanndúgvan flýgur niður og tekur tvey, meðan hondúgvan fær bert eitt. Tá sigur gentan:

”Nú sveik tú hana, tær hjálpti úr neyð,

sum prinsurin gjørdi við Misseri moy.”

Allir gestirnir hyggja upp á hana og undrast; brúðgómurin mest av øllum - ørminnist um, at hann hevur hoyrt hetta navnið áður.

Hon kastar nú seks korn; hanndúgvan tekur fýra, bara tvey verða eftir til makan. Gentan sigur aftur:

”Nú sveik tú hana, tær hjálpti úr neyð,

sum prinsurin gjørdi við Misseri moy.”

Vilmundur gløir við, fer so smátt at fata, at tað er hann, tað meinast við.

Nú kastar hon níggju byggkorn. Hanndúgvan tekur seks og leggur bert trý eftir til makan. Gentan sigur aftur:

”Nú sveik tú hana, tær hjálpti í neyð,

sum prinsurin gjørdi við Misseri moy.

Hann setti hana á kaldan stein,

og fyri sín trúskap hon fekk bert mein.”

Tá flugu dúgvurnar upp og settu seg hvør aftur á sína øksl. Men Vilmundur, kongssonurin, reistist úr sæti og segði: ”Einaferð læt eg gera mær eitt dýrgoldið skrín at goyma mínar kærastu lutir í. Hartil læt eg gera mær ein dýran gulllykil; men so misti eg hann burtur. Tá læt eg gera mær ein silvurlykil. Men nú hendi tað, at eg fann gulllykilin aftur. Sigið nú mær øll tit, her eru- hvønn lykil skal eg nú nýta?”

Tá svaraðu øll: ”Gulllykilin!”

Nú sigur prinsurin og herðir á: ”So mugu tit heldur ikki halda tað vera løgið, at eg havni ta prinsessu, sum eg í dag haldi brúdleyp við, og giftist við tí prinsessu, sum her situr við dúgvum á akslunum; tí hon og eingin onnur er mín rætta og einasta unnusta, sum eg skyldi mítt lív og mína æru. Hana havi eg gloymt líka frá tí løtu, eg steig inn í hetta hús; tí illar verur hava vilt meg við gandakunstum sínum.” Og so sigur hann alt, sum honum hevur viðurfarist saman við Misseri moy.

Nú sigur hon: ”Tú minnist kanska eisini, eg segði við teg ikki at lata nakran kyssa teg, áðrenn tú hevði leitt meg í tín faðirs garð. Tað gjørdi tú heldur ikki - fyrr enn tann hvíti hundurin kom, sum leyp upp á teg og kysti teg. Men tú visti ikki, at hesin hundurin var eingin rættiligur hundur, men tann sama prinsessan, sum tú hevur hildið brúdleyp við í dag.”

Tá skiltu øll, at drotningin var ein gívur, sum saman við dóttur síni hevði lagt upp svikaráð móti prinsinum. Kongurin letur tí sínar menn taka tær báðar og tann lítla sonin, seta tey í ein vogn og koyra tey heim aftur hagar, tey vóru frá komin.

Síðani verður hildið rættiligt brúdleyp við miklan gleim fyri Vilmundi prinsi og Misseri moy prinsessu, og tað bæði væl og leingi.

Tá ið songartíð er um kvøldið, sigur Misseri moy við brúðgóm sín: ”Ger mær tað til vildar at lata heinta tann lítla, gráa kálvin, sum stendur eftir heima í lítla húsi mínum. Tað er trøllahesturin, sum bar okkum allan vegin frá trøllaslottinum og higar. Lat hann koma inn í eitt gestarúm á slottinum við reiddari song og einum prinsabúna frá tær.”

Tað verður nú gjørt, sum hon biður.

Síðani sigur hon við brúðgómin: ”Her eftir vil eg vera tín og vil einki hava fyri meg sjálvan. Tí vil eg sleppa frá tí gandakynstri, sum eg lærdi í trøllabølinum. Tak meg tí nú, áðrenn vit fara til songar, og koyr meg undir í kalt vatn, halt mær so leingi undir, sum tú heldur, eg toli. Tá ið tú tá tekur meg upp aftur, eri eg frí frá øllum gandi og trølldómi.”

Vilmundur ger, sum hon biður, hóast tað fellur honum tungt at vera so harður við hana.

Morgunin eftir biður hon hann koma við sær inn í gestarúmið, har tann grái kálvurin var stongdur inni. Tá er kálvurin horvin, men har stendur ein prinsur, so meinlíkur Misseri moy, sum bróðir kann vera systur. Og hann var eisini bróðir hennara, trøllini høvdu umskapt hann, og hann kundi ikki verða rættiligur aftur, fyrr enn systirin hevði verið í brúðarsong.

Hesin prinsurin, sum nú var loystur úr trølla voldum, fór heim aftur til sítt land, har hann varð kongur eftir faðir sín, meðan Vilmundur og Misseri moy tóku ræði aftan á gamla kongin, sum nú legði frá sær. Og tey ráddu og ríktu í landinum í mong ár, umhildin av øllum íbúgvunum.

 

Úr bókini ”Ævintýr 3”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1968.

Upprunaheiti: ”Misseri Mø”. Danske Folkeeventyr. Jesper Ewald, Gyldendahl, 1954