Skip to main content

Eina - stuttfilmur (Andrias Høgenni 2014)

Frásagnarfrymil

distributed computing system research papers research project paper spanish word for homeworkEin ávís beinagrind er neyðug, at halda dramatisku søguni uppi, so vit kunnu gáa um staklutir og tíma at fylgja við í søguni frá byrjan, umvegis ein miðdepil og so heilt til endans.

Eina tílíka beinagrind kunnu vit seta inn í ein frymil, sum ikki bara er galdandi fyri film, men allar søgur, sum vit kunnu raka við á palli ella skíggja.

Sagt verður, at grikski heimspekingurin Aristoteles (384-322 f.Kr.) er upphavið til tankan um ein frásagnarfrymil í sjey stigum.

Í 1970’unum hevur svenski leiklistafrøðingurin, Ola Olsson (1943-2008), skapt nýggjan áhuga á okkara leiðum fyri frásagnarfrymilinum, sum flytir seg eftir eini tíðarrás í ávísum stigum, sum vísa spenningin í søguni. Frymilin verður eisini róptur Hollywoodfrymilin.

Her er endin í frásagnarfrymilin víðkaður, so vit fáa níggju stig við í frymilin.