Hva er ein ørk?
- ein sangur
- ein bátur
- ein smáfuglur
Hva er ein alin?
- longdarmát frá alboga til fingraspíssar
- ein formur at baka breyð í
- eitt vet longri enn ein kilometur
Hví vildi gud týna øll menniskju á jørðini?
- tí tað vóru ov nógv menniskju til
- tí tey fóru illa við náttúruni
- tí tey vóru ónd
Hví vildi Gud bjarga Nóa og familju hansara?
- tí Nóa gav lyfti um at ansa eftir jørðini
- tí Nóa bað til Gud um at sleppa undan at doyggja
- tí Nóa og familja hansara vóru rættvís
Hví bygdi Nóa eina ørk?
- tí hann skuldi ferðast til Amerika
- tí Gud fór at lata eina flóð koma yvir alla jørðina
- tí hann skuldi sigla við farmi til Egyptaland
Hví skuldi Nóa taka tvey dýr av hvørjum slagi við í ørkina?
- tí hann skuldi fáa mat á ferðini
- tí hann skuldi selja tey í Egyptalandi
- fyri at varðveita øll djórasløg á jørðini
Hví slepti Nóa eini dúgvu av ørkini?
- hon tímdi ikki at vera á ørkini meira
- hon var sjúk
- um hon ikki kom aftur, var tað prógv fyri, at hon hevði funnið land at hvíla á
Hvat lyfti gjørdi Gud við øll á jørðini?
- at alt skuldi vera sum Gud vildi
- at hann skuldi senda onkran niður á jørðina at varða um hana
- at hann aldrin aftur skuldi týna alt lív á jørðini
Hvat var tekinið á hetta lyftið?
- ælabogin
- sólin
- mánin