21
Aftursøgn
Les aftursøgnina!
Anna og bakarin
Anna bað bakaran seta sær eina køku inn í ovnin. Hon skuldi halda
føðingardag sín og ætlaði at bjóða vinkonum sínum ein kaffimunn. Men henda dagin
var bakarin illa hýrdur, tí at breyðini vóru brend. Hann sýtti tí – og Anna var fúkandi ill.
Hon lovaði, at heldur skuldi hon hungra enn oftari at keypa breyð frá bakaranum.
Anna fór so at baka sjálv, og hon gjørdi hetta arbeiðið so væl, at fólk heldur vildu eta
hennara breyð enn bakarans. Bakarin var heldur enn ikki hugtungur um hetta. Hann
væntaði sær brátt at fara á húsagang.
Hann var gamal drongur, og hon var gomul genta. Bakarin lá vakin manga nátt og
hugsaði um viðurskifti síni.
At enda fann hann ráðið, ið dugdi. Hann skuldi gifta seg við Onnu, tí tá mundu breyð-
ini fara at vera framúrskarandi góð.
Sum tonkt so gjørt. Hann bað hana giftast við sær, men hon segði korta nei – og tað var
púra beint.
So fór bakarin á heysin. Anna keypti bakaríið fyri lítið og einki.
Lítil neisti birtir ofta stóran eld.
Hans A. Djurhuus
Set striku undir tey orð, tú heldur vera serliga umráðandi!
Hesi orðini eru
lyklaorð
– og tey skulu hjálpa tær at minnast aftur á søguna.