Eg skrivi 4 - page 50

50
Les fyrisøgnina! – Hon er so mikið long, at hon kann verða skrivað í tveimum!
Fyrisøgn
Høgnar eigur nógvar góðar fløgur. Tá ið hann er einsamallur inni, situr
1
hann ofta í stovuni og spælir tónleik, men tá ið foreldrini koma til hús,
2
fer hann upp á loftið við øllum fløgunum, tí hann hevur eisini fløgu-
3
spælara har uppi.
4
Kamarið hjá Høgnari er ikki so stórt, men tað er vakurt, ljóst og hugna-
5
ligt.
6
Høgnar hevur lagt allar tær bestu fløgurnar inn í skápið. Har liggja tær
7
millum buksur, blusur og troyggjur.
8
Høgnar ætlar at keypa eina hill til fløgurnar. Hann bíðar eitt sindur,
9
tí at hann fyllir skjótt, og hann veit, at nøkur longu hava keypt honum
10
gávu.
11
Seinast, hann fylti, fekk hann nógvar góðar gávur, og hann
12
hevur sagt, at hann ynskir sær eina fløguhill.
13
Høgnar fyllir 12 ár. Hann gongur í fimta flokki í Vágs skúla. Eftir
14
summarfrítíðina fer hann í sætta flokk, og tað gleðir hann seg til.
15
Í summarfrítíðini fer hann til Klaksvíkar at vitja Beintu. Beinta
16
eigur tvær kettur, og pápi hennara eigur tvær ryssur.
17
Høgnari dámar væl at ferðast í Klaksvík, men hann er eisini glaður, tá
18
ið hann kemur aftur til Vágs.
19
Frágreiðing!
Navnorð í kvennkyni
, sum enda við
-a í eintali
, enda við -
ur
í fleirtali
!
Finn í fyrisøgnini 6
kvennkynsorð
, sum standa í
fleirtali
og enda við -
ur!
Tey standa á hesum reglum: 1., 8., 12. og 17.
_____________________
_____________________ _____________________
_____________________
_____________________ _____________________
I...,40,41,42,43,44,45,46,47,48,49 51,52,53,54,55,56,57,58,59,60,...66
Powered by FlippingBook