62
at. Duga teir tað ikki, ber til at venja
bókstavaraðið, sí „EG SKRIVI 1“ á 61.-62.
blaðsíðu.
Lærari og næmingar lesa sangin „Karin“
í felag. Prátað verður um innihald, bygnað
og rím. Næmingarnir verða bidnir um at
strika undir lýsingarorðini í 2. og 4. ørindi.
Næmingarnir hava arbeitt eitt sindur við
lýsingarorðum í EG SKRIVI 1 og 3. Tó eigur
lærarin aftur at minna næmingarnar á nøkur
eyðkenni við lýsingarorðum. Í EG SKRIVI
1 á 62. blaðsíðu er hugskot um eitt lýsingar-
orðaspæl.
Niðast á síðuni skulu næmingarnir í einari
søgu lýsa Karina. Lærarin kann seta ávísa
tíð av til uppgávuna, t.d. 10 minuttir.
Síða 19-22
Yrkingin á 19. síðu er eisini ein fyrisøgn.
Lærari og næmingar lesa yrkingina í felag,
práta eitt sindur um innihald, bygnað og
rím.
Uppgávurnar á síðu 19 og 20 eru fyr-
ireikingaruppgávur til fyrisøgnina.
Í uppgávuni niðast á 19. blaðsíðu skulu
næmingarnir finna sagnorð í yrkingini, sum
vísa, hvat persónar og djór gera.
Uppgávan er gjørd soleiðis, so at næm-
ingarnir varnast, at sagnorðini siga frá einari
hending ella einari rørslu.
Næmingarnir skulu eisini vita, at sagn-
orð, ið standa í nútíð ella tátíð, eru umsagnir
í setninginum. Næmingarnir hava fyrr
fingist við at finna umsøgn og grundorð,
men gott er at minna teir upp aftur á, at
umsøgn er eitt sagnorð í nútíð ella tátíð
(fyribils ella ávegis frágreiðing), og at
grundorðið er tann, ið fremur umsøgnina.
Til ber at lata næmingarnar sjálvar finna
umsøgn og grundorð í yrkingini, men eisini
er møguligt at lata teir gera hetta í bólki, ella
at flokkurin finnur umsøgn og grundorð í
felag.
Dentur verður lagdur á at fáa nútíðar-
endingarnar á sagnorðunum rættar. Fyri-
søgnin verður skrivað, tá ið uppgávurnar
eru gjørdar.
Lærarin lesur aftursøgnina á 21. blaðsíðu
í minsta lagi tvær ferðir fyri næmingunum.
Til ber eisini at práta við næmingarnar um
tað, teksturin snýr seg um.
Næmingarnir skriva so lyklaorðini, sum
skulu hjálpa teimum at minnast til tekstin.
Aftursøgnin verður lisin eina ferð afturat,
og so skulu næmingarnir skriva hana, so
sum teir minnast hana. Dentur verður
lagdur á at fáa næmingarnar at taka sjálv-
støðugt til orðanna, tá ið teir skriva aftur-
søgnina.
Síða 23-28
Á 23.-26. blaðsíðu verður dentur lagdur á
at fáa næmingarnar at skilja munin ímillum
óbundið og bundið navnorð. Uppgávan
ovast á 24. blaðsíðu er gjørd soleiðis, so at
næmingarnir fyrst læra seg at síggja hvørki-
kynsorð ímillum onnur navnorð. Hetta
verður gjørt av tí, at teir skulu vita, at bara
hvørkikynsorð fáa bundnu endingina -ð ella
-ið.
Í miðuppgávuni skulu næmingarnir
benda hvørkikynsorðini omanfyri.
Dentur verður lagdur á, at bundna ending-
in verður røtt.
Í uppgávuni niðast á 24. blaðsíðu seta
næmingarnir ring um bókstavin at vísa, um
undirstrikaða orðið er óbundið ella bundið.
Uppgávan hevur loysunarorð og er tí
sjálvrættandi.
Á 25. blaðsíðu halda næmingarnir á at
arbeiða við bundnum navnorðum. Í fyrru
uppgávuni skulu navnorðini í klombrunum
setast bundin á ta tómu regluna. Dentur
verður lagdur á at fáa bundnu hvørki-
kynsendingina -ð ella -ið rætta.
Í seinastu uppgávuni á síðuni verður
roynt at fáa næmingarnar at hugsa um
munin ímillum óbundin og bundin navn-
orð.
Í uppgávuni á 26. blaðsíðu skulu næm-
ingarnir finna navnorð í myndini og benda
tey óbundin og bundin. Lærarin kann, um
hann vil, seta onnur krøv til uppgávuna, t.d.
at næmingarnir finna tvey orð av hvørjum
kyni.
Til ber eisini at seta summumnæmingum
serkrøv og ikki øðrum.
Eg havi valt at taka sagnorð, sum enda