Eg skrivi 4 - page 63

63
við -i í nútíð (sagnorð í 1. persóni) fyri júst
her, so at lærari og næmingar kunnu tosa
um trupulleikan við endingini -i og -ið. At
endingin -ið er ein bundin hvørkikyns-
ending (navnorð) (fyribils frágreiðing) og
ikki nútíðarending hjá sagnorði knýtt at
persóninum „eg“. Næmingurin eigur at
verða mintur á, at sagnorð í nútíð knýtt at
persóninum „eg“ altíð endar við -i.
Á 27. blaðsíðu er uppgáva, har sum
næmingarnir skulu siga, um orðið er
navnorð ella sagnorð. Hettamugu teir duga,
so at teir kunnu halda á at arbeiða við
útfyllingaruppgávuni á næstu blaðsíðu.
Krossgátan á 28. blaðsíðu er ein eyka-
uppgáva.
Síða 29-37
Á 29., 30. og 31. blaðsíðu verður arbeitt við
orðaflokkinum
talorðum
. Víst verður á
grundtøl, raðtøl og skiftitøl í øllum kynum.
Næmingarnir skulu vita, at talorð er
orðaflokkur eins og til dømis navnorð,
sagnorð og lýsingarorð.
Lærarin kann greiða frá grundtølum, rað-
tølum og skiftitølum í øllum kynum, áðrenn
næmingarnir sjálvir loysa uppgávurnar á 29.-
31. blaðsíðu, men til ber eisini at arbeiða í
felag og taka ein talorðabólk fyri í senn.
Í fyrisøgnini á 31. blaðsíðu verður dentur
lagdur á talorðini, og arbeitt verður við
talorðum í fyrireikingaruppgávuni til
fyrisøgnina á 32. blaðsíðu. Í seinnu upp-
gávuni á 32. blaðsíðu verður dentur lagdur
á, at orðini verða rætt stavað. Uppgávan
hevur loysunarorð. Fyrisøgnin verður
skrivað, tá ið uppgávurnar eru gjørdar.
Orðayrkingin „Góða Sólrun“ á 33. blað-
síðu verður lisin. Prátað verður um lýsing-
arorðini í yrkingini. Dentur verður lagdur á
at fáa næmingar at skilja, at lýsingarorð siga
okkurt um ein persón ella um eitt navnorð.
Í uppgávuni á 33. blaðsíðu skulu næm-
ingarnir finna lýsingarorð ímillum onnur
orð og seta tey eftir bókstavaraðnum í
orðagátuna. Orðagátan hevur loysunarorð.
Í fyrru uppgávuni á 34. blaðsíðu verður
stigbendingin av lýsingarorðumvíst á fyrsta
sinni. Orðið „stórur“ verður stigbent víst við
myndum.
Lærarin kann eisini vísa á onnur dømi,
t.d. úr skúlastovuni.
Á 35. blaðsíðu skulu næmingarnir stig-
benda 3 ymisk lýsingarorð í øllum kynum.
Í tí sambandi kann lærarin vísa næming-
unum á, at lýsingarorð í kallkyni altíð enda
við -ur í hástigi.
Uppgávan á 37. blaðsíðu er ein eyka-
uppgáva.
Síða 38-44
Í Skríninum verður tikið saman um tað, ið
næmingarnir hava arbeitt við framman-
undan.
Hetta Skrínið leggur dent á at benda
navnorð, óbundin og bundin, at fáa sagn-
orðaendingina knýtta at persóninum „eg“
rætta, at benda lýsingarorð í kynum og
stigum og at kenna talorðini: grundtøl,
raðtøl og skiftitøl.
Í fyrisøgnini í Skríninum á 38. blaðsíðu
verður dentur lagdur á at kenna mun á
bundnu hvørkikynsorðunum, sumenda við
-ð ella -ið, og sagnorðum í nútíð knýtt at
persóninum „eg“, sum altíð enda við -i.
Uppgávurnar á 38., 39. og 40. blaðsíðu
snúgva seg um hetta og eru fyrireikingar-
uppgávur til fyrisøgnina.
Í uppgávunum niðast á 40. blaðsíðu og
ovast á 41. blaðsíðu verður serligur dentur
lagdur á, at orðini verða rætt stavað.
Fyrisøgnin verður skrivað, tá ið upp-
gávurnar eru gjørdar.
Lærarin eigur at minna næmingarnar á
at lesa allar frágreiðingar væl og virðiliga,
áðrenn teir loysa uppgávurnar.
Í uppgávuni niðast á 41. blaðsíðu skulu
næmingarnir seta ávís lýsingarorð rætt bend
inn í ein tekst, og í uppgávuni á 42. blaðsíðu
skulu teir benda ávís lýsingarorð í stigum.
Lærarin eigur at minna næmingarnar á at
kanna eftir, hvørjum kyni lýsingarorðini
standa í.
Á 42., 43. og 44. blaðsíðu verður arbeitt
við talorðum. Lærarin kann gjøgnumganga
talorðini við næmingunumeina ferð afturat,
ella næmingarnir lesa frágreiðingarnar á 42.
blaðsíðu sjálvir.
I...,53,54,55,56,57,58,59,60,61,62 64,65,66
Powered by FlippingBook