64
Uppgávurnar á 43. og ovast á 44. blaðsíðu
eru knýttar at myndini á 43. blaðsíðu.
Næmingarnir kunnu arbeiða einsamallir
ella í bólki við hesum uppgávum.
Uppgávan niðast á 44. blaðsíðu er ein
eykauppgáva.
Síða 45-51
Í hesum partinum verður tikið saman um
tað, sum næmingarnir hava arbeitt við í EG
SKRIVI 1, 2, 3 og 4. Næmingarnir eiga at
kunna arbeiða sjálvstøðugt við uppgávu-
num á blaðsíðu 45-49.
Í fyrisøgnini á 50. blaðsíðu verður dentur
lagdur at fáa tílíkt rætt, sum næmingarnir
higartil hava arbeitt við í EG SKRIVI-
bókunum.
Nevnast kunnu eitt nú kvennkynsorð, sum
enda við -a í eintali og -ur í fleirtali, nútíðar-
endingarnar -ir og -ur og bundnu hvørki-
kynsorðini í hvør og hvønnfalli eintali.
Uppgávurnar á 50. og 51. blaðsíðu eru
fyrireikingaruppgávur til fyrisøgnina. Fyri-
søgnin verður skrivað, tá ið uppgávurnar
eru gjørdar. Fyrisøgnin er so mikið long, at
hon eigur at verða skrivað í tveimum.
Síða 52-53
Næmingarnir skulu í hesum partinum
skriva setningar umnakrar myndir. So finna
teir umsøgn og grundorð í setningunum.
Næmingarnir hava fyrr arbeitt við at finna
umsøgn og grundorð, men gott er at minna
teir upp aftur á, at umsøgn er sagnorð í nútíð
ella tátíð (fyribils ella
ávegis frágreiðing), og at grundorðið er tann
ella tað, ið fremur umsøgnina.
Í uppgávunum á 53. blaðsíðu finna næm-
ingarnir umsøgn, grundorð, komma og
punktum. Gott er at minna næmingarnar
aftur á kommaorðini (á blaðsíðu 33 í EG
SKRIVI 2). Uppgávan hevur fýra ymisk
loysunarorð.
Orðagátan er ein eykauppgáva.