Page 125 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Eitt sólskinsbarn
Gud vil eg skal vera eitt sólskinsbarn
og lýsa fyri hann hvønn dag,
í heimi og skúla og hvørjum stað,
eg komi í ferðalag.
Eitt sólskinsbarn, eitt sólskinsbarn,
Gud vil eg skal verða eitt sólskinsbarn,
eitt sólskinsbarn, eitt sólskinsbarn,
ja, tað vil eg vera fyri hann.
Gud vil, eg av hjarta gleðast skal
og semjast so væl við øll
og vísa, at glaður sum lítið lamb
eg spæli um víðan vøll.
Jesus, eg biði, at hann meg vil
væl varða frá synd og skamm
og hjálpa mær altíð at minnast til,
at ljósið skal setast fram.
Ja, nú vil eg vera eitt sólskinsbarn,
eg kann tað, um bert eg vil,
og liva í trúnni á Jesus Krist,
tá hoyri eg Gudi til.
Alfred Petersen týddi úr donskum
Fylgiskjøl
Kristni 5 • Lærarabók
125