Ja, um eg slapp á mánan
D
Ja, um eg slapp á mánan
Em7 A7 D
at spæla við eitt himmalský,
D
so hevði eg kunnað kagað
Em7 A7 D0
til børn í hvørjum bý.
Eg kundi sæð ein blámann
við trummustokk´og trummuskinn´,
ein gulan, rak kinesara,
sum hevði ein gulan pinn.
Eg sá tað stóra Russland,
har norðanætt er køld og strong,
á sledu sá eg skreiða
í kavanum ein drong.
Eg kundi sæði í Norra,
tá gentur løgdu lín á blik.
Í Grønlandi sást Petak,
hann sat og fekk sær spik.
Og í teim lítlu Føroyum
sá eg hvar kæra móðir fór,
men hon var ring at fnna,
tí verðin er so stór.
Har er ein trúgva av londum,
og øll við børnum eins og eg.
Eg elski tey øll somul,
og tey øll elska meg.
Vit eru ein stór familja,
og liva vit í frið og ró
og ganga væl um knøttin,
er lagnan okkum góð.
Halfdan Rasmussen
Andreas Andreasen týddi
Fylgiskjøl
Kristni 5 • Lærarabók
134