Page 143 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Rulla páskaregg
Nú koma páskini
børnini gleða seg
tí at tá páskaergg rulla tey
niðan tey spenna
og oman tey renna
bera so eggini niðan á heyg
Rulla páskaregg
rulla páskaregg
rulla reyð, rulla blá, rulla hvít, rulla grá
Mamma mín, pápi mín
abbi mín, omma mín
fara at rulla sum børnini øll
Sigrun og Hanna rulla
og Anna sigur, at eggini brotna er spell
Rulla páskaregg
rulla páskaregg
rulla reyð, rulla blá, rulla hvít, rulla grá
Dagurin líður
tíðin hon fýgur
eggini brotna nú so við og við
børnini frøast
eisini tey møðast
nú man tað síðsta skjótt fara í tvey
Rulla páskaregg
rulla páskaregg
rulla reyð, rulla blá, rulla hvít, rulla grá
Nú endar dagurin
børini fara inn
fara at sova og eru so mett
um summarið droyma tey
um lomb og um stóran seyð
vakna um morgunin frísk og væl sett
Rulla páskaregg
rulla páskaregg
rulla reyð, rulla blá, rulla hvít, rulla grá
Herman Jacobsen og Svend Brimheim
Fylgiskjøl
Kristni 5 • Lærarabók
143