Aktivitetir
•
Bið næmingarnar tekna Rut, sum teir ímynda sær hana, og
aftaná gera eitt putlispæl við tíggju brikkum við henni á.
Tilfar:
pappír og saksar.
Samson
Samson livdi í dómaratíðini. Í Dómarabókini, har frásøgnin
um Samson er, fnna vit 13 dómarar – 6 smáar og 7 stórar. Teir
smáu eru: Sjamgar, Tola, Jair, Ibzan, Elon og Abdon. Hesir eru
bara nevndir.
Í Dómarabókini ber til at lesa um sjey fráfalstíðir. Hesar eru
knýttar til teir sonevndu stóru dómararnar.
Ísraelsfólk fóru ofta at dyrka skurðgudar. Tá kom Guds revs
ing yvir tey, men Otniel (yngri bróðir Kalebs) fekk frið aftur í
landinum (Dóm 3,7-11). Eftir næsta fráfallið kemur bjargingin
við Ehud (Dóm 3,12-30). Soleiðis heldur tað fram. Hinir stóru
dómararnar eru: Debora og Bárak, Gideon, Jefta og Samson.
Gud sendi hesar dómarar til at bjarga landinum aftur. Teir vera
tí nevndir bjargingarmenn.
Samson bls. 134
Hugskot
•
Syngið sangirnar “Mín Gud er so stórur” og “Gud mín
hann er stórur sterkur”. Sí fylgiskjal.
•
Hav okkurt tól til styrkivenjing við í tíman, meðan tú
greiðir frá.
•
Tosið um styrki. Tosið um, hvussu fólk gera í dag fyri at
gerast sterk. Tosið um ftness og um styrkikappingar, sum
t.d. Føroya sterkasti maður.
•
Tosið um gomul høv, ið menn hava lyft.
•
Tosið um nyttuna í at vera sterkur, t.d. tá garðar skulu
lagast.
Aktivitetir
•
Latið tey, ið sita við sama borð taka sjómanstak.
•
Allur fokkurin fer út og lyftir okkurt tungt í felag.
Arbeiðsbókin bls. 60
Næmingarnir tekna hár á ein skallutan mann, so hesin fer at
líkjast Samson.
Samson vinnur
á eini leyvu bls. 135
Hugskot
•
Tosið um Dávid, ið eisini vann á leyvum og rovdýrunum
við einum sleingibandi, sum vit lesa um í 1 Sám 17.
9. Persónar í Bíbliuni
Kristni 5 • Lærarabók
69