Page 11 - Kristni 5 - Brellbiti

This is a SEO version of Kristni 5 - Brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Søga
Niðan á tindin
Livar og Elsa skundaðu sær. Tey kappaðust at
vita, hvør teirra var fyrst niðan á Stórafjall.
Teimum dámdi so væl har uppi. Har sást tú í
all­ar ættir og kundi síggja bygdir ymsastaðni.
Veðrið var av tí allarbesta. Sólin sá, og einki
skýggj var á luftini. Bæði høvdu tey ein lítl­
an ryggsekk á bakinum við saft og smurdum
breyði.
Livar vitaði, um fartelefonin lá á røttum stað.
Hann ætlaði at nýta hana sum myndatól.
Tað gekk skjótt niðaneftir hjá teimum. Nú
sást tind­urin koma undan. Ein seyðarás var
traðkað her. Skjótast var at koma niðan tann
vegin.
Elsa var beint í hølunum á Livari. Hann læði.
– Hví fennir tú? spurdi hon.
– Eg kom bara at hugsa um Jákup í okkara
fokki.
– Jákup, hvat um hann?
– Vit tosaðu um náttúruna í skúlanum.
Tey tivaðu og orkaðu bara at tosa stutt.
– Náttúran sigur honum einki, segði hann.
– Hvussu tá?
– Alt er telduspøl hjá honum. Hann situr
bara inni.
– Telduspøl eru ikki líka kul sum hetta, helt
Elsa. Hon var vorðin kinnareyð.
Tey hugdu aftur um seg. Tey vóru komin
langt niðan, men enn var ikki komið á mál.
– Ja, og Ása kann ikki torga kelidýr, segði
Elsa, tá ein løta var farin.
Hon var nú komin fram um Livar.
– Um alt hetta einki sigur teimum ...
Livar dró ond­ina, meðan hann peikaði á
landslagið og helt fram:
– so skuldu tey bara gingið við bindi fyri
eygu­ni!
Nú vóru bara tjúgu metrar eftir niðan á tind­
in.
14
00 Kristni 5.indb 14
02-07-2012