Ymist er, hvussu verður gjørt:
Onkuntíð bjóðar brúðarparið
ávísum fólkum í brúdleyp
við eini serligari inn-
bjóðing, ella tey siga,
at øll eru vælkomin
at tekna seg
at koma í brúd-
leypið innan ein
ávísan dag
Seinni sama dag er konfrmantaveitsla í heimin
um hjá konfrmantunum. Fólk koma á gátt og
ynskja konfrmantinum tillukku við degnum og
gleðast saman við teim nærmastu.
Vanligt hevur verið, at tú kanst fara til altars
aftaná, at tú ert vorðin konfrmeraður, og fáa
breyð og vín, sum tey vaksnu.
Í dópinum játtar ein vaksin fyri teg, at tú skalt
læra kristna trúgv. Við konfrmatiónina játtar tú
sjálvur tín dóp og tína kristnu trúgv.
Konfrmatiónin kann eisini síggjast sum eitt
skifti í lívinum, har tú fert frá barndóminum og
inn í tann vaksna heimin. Jødar og aðrir trúar
bólkar hava líknandi mannagongdir.
Gifta
Komandi brúðarpør, ið skulu giftast í kirkjuni,
møta hjá presti. Har verður gingið ígjøgnum
mannagongdina í giftarmálinum, so tey vita,
hvat hendir, og hvussu tey skulu bera seg at.
Undir vígsluni heldur prestur talu, og sungið
verður. Brúðgómur og brúður játta fyri Gudi,
menniskjum og teimum sjálvum at liva saman
alt lívið. Tá ið tey hava sagt ja hvørt við annað,
eru tey gift.
Síðan verður brúdleypið hildið. Oftast er brúð
urin í hvítum brúðarkjóla og brúðgómurin í
myrkum klædningi og hvítari skjúrtu. Summi
eru í tjóðbúna.
Tey, sum giftast, skulu vera myndug, 18 ár, og
kunna vátta, at tey ikki eru gift frammanundan.
Tey kunnu velja at giftast í kirkju, samkomu
húsi, ráðhúsi ella aðrastaðni. Tvey vitni skulu
vera til staðar.
Giftarmál:
Er gjørt út frá tí, at Gud skapti mannin og
konuna at liva saman, og at tey skuldu fáa sær avkom.
Paulus sigur:
Tí skulu maður og kona fara frá faðir og
móður, og tey skulu vera eitt. Jesus virðismetti hjúna-
lagið og gjørdi sítt fyrsta undur í einum brúdleypi í
Kána.
00 Kristni 5.indb 33
02-07-2012