Page 18 - Kristni 5 - Brellbiti

This is a SEO version of Kristni 5 - Brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Fólk verða limir í fólkakirkjuni, tá ið tey verða
doypt, og tey verða verandi limir í kirkjuni, til
tey doyggja ella ynskja at taka seg úr kirkjuni.
Limirnir taka lut í øllum tí, ið gongur fyri seg í
kirkjuni. Her verða fólk doypt, konfrmerað og
vígd, og her verða tey somuleiðis borin út.
Í Føroyum eru 14 prestagjøld við 62 kirkjum.
Tvær teirra, gamla kirkjan í Gøtu og kirkjan á
Nesi, eru ikki longur í føstum brúki. Í hvørjum
prestagjaldi eru feiri kirkjusóknir. Føroyar eru
eitt biskupsdømi við einum biskupi.
Til hvørja kirkju er eitt kirkjuráð. Tey síggja til
tað praktiska í kirkjuni, at umstøðurnar eru
góðar hjá øllum. Kirkjuráðið tekur sær eisini av,
hvussu kirkjuskatturin skal nýtast.
Prestur tekur sær av tí, sum hoyrir starvinum
til. Tað er at prædika, lesa við konfrmantum,
skriva í kirkjubókina og ein long røð av ymsum
uppgávum millum kirkjufólkið í sóknini.
Føroyska fólkakirkjan hevur hoyrt undir donsk­u
kirkjuna, men í 2007 varð hon yvirtikin og
gjørdist føroysk við egnum reglum og manna­
gongdum. Hesar líkjast nógv teimum donsku.
Biskupur er hægsti myndugleiki í fólka­kirkjuni.
Løgtingið samtykkir lógirnar um fólkakirkjuna.
Kirkjuskipanin
Kongsvald
Fólkating
og
Kirkjumálaráð
Føroya
Løgting
og
Føroya
Landsstýri
Fíggjarlig
ábyrgd
Læru- og
prædikuábyrgd
Stiftsstjórn
Biskupur
Próstadømisráð
Próstur
Kirkjuráð
Prestur
Kirkjuráð:
Tey verða vald fjórða hvørt ár. Fyri at kunna
velja, skalt tú vera fyltur 18 ár og vera limur í fólka­
kirkjuni. Ein vallisti liggur frammi, tá veljast skal. Talið á
kirkjuráðslimum verður ásett eftir fólkatalinum í presta­
gjaldinum. Har nógv búgva, eru stór kirkjuráð. Í minsta
lagi 4 limir verða valdir og so 1 fyri hvørji 1000 fólk.
Eru t.d. 5000 fólk í einum prestagjaldi, so sita 9 fólk í
kirkjuráðnum.
00 Kristni 5.indb 37
02-07-2012