Harri, lat meg sáa kærleika, har hatrið grør,
fyrigeving, har gjørdur verður órættur,
semju, har ið klandur valdar,
sannleika, har ið lygnin er í hásæti,
trúgv, har ið ivin gnagar,
vón, har ið mistreysti fnst,
ljós, har ið myrkursins andar halda til.
Lat meg bera gleði til bústað sorganna.
Lær meg ikki at leita eftir troyst frá øðrum,
men sjálvur at veita troyst,
heldur at vilja skilja onnur,
enn sjálvur at verða skiltur,
lat meg elska, ikki sjálvur at krevja kærleika,
lær meg at geva og ikki at fáa afturfyri.
Frans úr Assisi (KFUM 2006)
Bønin hjá
Sankta Frans
Frans úr Assisi (1182-1226) var italskur rík
manssonur, sum segði alt ríkidømi frá sær
og halgaði sítt lív til Gud. Aðrir fóru at fylgja
honum og gjørdust, sum frá leið, ein felags
skapur av brøðrum, sum alment vórðu góð
kendir av kirkjuni. Tvey ár eftir at Frans
doyði, gjørdi pávin hann til katólskt halgi
menni. Síðani hava nógv tikið Sankta Frans
til sín.
Fransiskanasystrarnar í Havn hava Sankta
Frans sum fyrimynd, umframt Mariu, móðir
Jesus Krists. Tær komu til Føroya í 1931 og
savnast í katólsku kirkjuni, beint við Sankta
Frans skúla. Í 1912 kom ein bøn á prent í ein
um fronskum blaði. Eingin visti, hvør hevði
skrivað, men bønin varð kallað “hin einfalda
bønin hjá Sankta Frans úr Assisi”. Síðan er
bønin týdd til mong mál, eisini føroyskt:
00 Kristni 5.indb 61
02-07-2012