•
Navnið merkir reinur – skírur.
•
Skírhósdagur er hósdagurin í stilluviku.
Hendan dagin innsetti Jesus heilagu
kvøldmáltíðina og vaskaði lærusveinunum
um føturnar.
•
Seinni sama dag varð Jesus svikin av Judasi
í Getsemane urtagarði.
Hin seinasta kvøldmáltíðin
Jesus hevði sagt lærusveinunum frá, at hann
fór at líða nógv, og at fíggindar hansara fóru at
taka hann av døgum. Eftir at hava verið saman
við teimum í trý ár, skuldi hann verða tikin frá
teimum.
Kvøldið fyri, at Jesus skuldi krossfestast, sótu
hann og lærusveinarnir í eini loftsstovu. Jesus
át sína seinastu máltíð saman við teimum. Her
innsetti hann heilagu kvøldmáltíðina við at
geva lærusveinunum breyð og vín, sum hann
segði var likam og blóð sítt. Teir skuldu eta
breyðið og drekka vínið til tess at minnast Jesus.
Aftaná segði hann, at ein av lærusveinunum
fór at svíkja hann. Judas fór sama kvøldið til
høvuðsprestarnar og segði teimum frá, hvar teir
kundu fnna Jesus og taka hann.
Skírhósdagur
Torbjørn Olsen (f.1956) málaði í 1996 altartalvuna, ið hongur í Haldórsvíkar kirkju. Myndaevnið er seinasta
kvøldmáltíðin. Tey, sum sita til borðs, eru verulig fólk úr Føroyum, sum Torbjørn hevur málað eftir
170
Seinasta kvøldmáltíðin:
Enn í dag minnast vit Jesus,
tá ið vit fara til altars og har fáa breyð og vín, ið er Jesu
likam og blóð. Hetta er annað av teimum báðum sakra-
mentunum, ið evangelisk-lutherska kirkjan nýtir. Hitt er
dópurin.
00 Kristni 5.indb 170
02-07-2012