12
At arbeiða við tekstum í Bíbliuni
Til ber at arbeiða við tekstum í Bíbliuni á ymsan hátt. Arbeiðast kann í bólkum
ella einsæris. Tá ið arbeiðið er liðugt, kunnu næmingarnir leggja fram ella
samrøða um úrslitið. Her eru nøkur dømi, hvussu arbeiðast kann.
1. Vit viðgera eina bók, eitt bræv ella ein kapittul
• Les tekstin eina ferð ella feiri ferðir
• Legg merki til, um evni ella orð ganga aftur í tekstinum
• Ger eitt yvirlit yvir gongdina (dispositión)
• Ger eina yvirskrift
• Hvør hevur skrivað tekstin
• Til hvønn er hann skrivaður
• Hvat er ætlanin við tekstinum
• Er nakað brot, sum minnir teg um annan bíbliutekst
• Er okkurt, tú heftir teg serliga við
• Er okkurt, tú ikki skilir
2. Vit viðgera eitt ørindi
• Vel eitt ørindi
• Hvat sigur ørindi
• Hvørjum samanhangi er tað tikið úr
• Hvat fær tað teg at hugsa um
3. Vit arbeiða við einum orði
• Vel eitt orð
• Finn ørindi ella brot við hesum orði
• Merkir orðið altíð tað sama
• Hvat fær orðið teg at hugsa um
4. Vit arbeiða við einum evni
• Vel eitt evni
• Finn støð í Bíbliuni, sum lýsa evnið
• Hvussu verður evnið lýst
• Hvat veitst tú um evnið frá tær sjálvum ella øðrum
• Hvat heldur tú um evnið
5. Vit arbeiða við einum persóni
• Vel ein persón
• Finn ørindi ella brot um persónin
• Nær livdi hann
• Hvar livdi hann
• Hvat annað fært tú at vita um persónin
• Hví er hesin persónur kendur
• Hvat er tín hugsan um persónin