14
Myndir og myndlist
At arbeiða við myndum í hesi lærugrein kann geva næmingum eina betri
fatan av, hvussu menniskju gjøgnum tíðirnar hava gjørt sær sínar tankar um
frásagnirnar í Bíbliuni ella hava ímyndað sær ymist í trúarlívinum.
Tað er tí sjálvsagt at draga fram myndir og tekningar í bókini ella aðrar myndir
og tosa um, hvat hesar kunnu siga okkum bæði í mun til tekstin, tær eru settar
saman við, og sjálvstøðugt.
Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men í
staðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um myndina, og kanska, hvat tey
koma í tankar um, tá ið tey hyggja at myndini.
Síðani kann verða tosað um, hvussu myndin er sett saman.
Hvat er á myndini?
1. Persónar
2. Stað - umhvørvið
3. Lutir - klædnabúni
4. Skipan – uppbyggingar
5. Søga
1. Hvussu verður persónur lýstur – kropsburður og andlitsbrøgd?
• Glaður – syrgin (látur ella grátur)
• Sjúkur - frískur
• Spentur – líkasælur
• Stoltur – uppgevandi
• Samspæl við onnur
2. Hvar eru vit stødd, og hvussu er umhvørvið?
• Úti ella inni
• Umstøður
• Hugni/óhugni
3. Hvørjir lutir eru á myndini – hvussu er klædnabúnin?
• Sigur hetta nakað um tíðina
• Sigur hetta nakað um samfelagsligu støðuna
4. Hvussu er myndin skipað ella uppbygd?
• Sjónarhorn
• Dýpd
• Litir
• Ljós – natúrligt – lampa/kertuljós – súmbolskt
• Rørsla – friður/ófriður
5. Liggur ein søga í myndini?
• Huglag – kenslulig støða/hýrur
• Kend – ókend
• Átrúnaðarlig ella ikki
• Myndin – teksturin