7
Formæli
Lærarabókin til
Kristni 8
er ætlað sum eyka tilfar til læraran. Hugskotið við
tilfarinum er, at við næmingabókini og lærarabókini til
Kristni 8
hevur lærarin
tað tilfarið, honum tørvar, og hevur ikki fyri neyðini at leita fram annað tilfar
fyri at fylgja námsætlanini í kristnikunnleika og átrúna. Lærarabókin fylgir
kapitlunum í bókini.
Tað er upp til hvønn einstakan lærara, hvussu hann leggur sína frálæru til
rættis. Men tað, vit hava hugsað við tilfarinum, er at geva næmingunum eina
vitan, samstundis sum vit leggja upp til at fáa samrøðu í lag lærara og næming
ímillum og eisini næmingarnar sínámillum.
Í lærarabókini eru endamál og førleikakrøv í kristnikunnleika og átrúnaði eftir
9. fokk. Samandráttir, spurningar og uppgávur, sum eru eftir hvønn kapittul
í næmingabókini, eru endurtikin í lærarabókini. Harumframt eru onnur hug-
skot til arbeiðshættir.
Í lærarabókini eru eisini greiningarfrymlar til myndir og myndlist, og greining
arfrymlar til flm og sálmar.
Aftast í bókini eru uppskot til sálmar og sangir, bæði føroyskar og útlendskar,
yvirlit yvir viðkomandi flmar í Námi, myndalisti og keldulisti.
Á snar.fo/kristni8 eru allir greiningarfrymlarnir, sum eru í lærarabókini,
umframt føroysku málningarnir, sum eru í næmingabókini, og nettøkar
uppgávur.
Charlotta Thorsteinsson
og
Paulina Andreasen