Page 120 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Gamlir kristnir siðir
Trúarlív føroyinga hevur frá gamlari tíð livað lið um lið við gerandis-
lívið. Lívið var strævið og ikki sørt vandamikið. Lítið var til av teimum
hentleikum, vit í dag halda vera sjálvsagdar. Elorka var eingin, so alt,
sum vit í dag nýta el til, var ókent. Peningi var lítið av, so tey mátti
húsast við tí, sum jørðin, sjógvurin og bjørgini góvu. Trygdarskipanir
vóru ongar, so um tú vart skaddur, ella um ein familja misti forsyrgjaran,
vóru tey illa stødd. Tá vart tú bundin at Gudi og góðum fólki, sum ofta
varð tikið til.
Hetta við Gudi lá frammarlaga í øllum lívsins viðurskiftum. Fólk bóðu
faðirvár
og signaðu seg á morgni og kvøldi og ristu kross fyri andlit og
bringu. Tað, ið sagt varð, var altíð á donskum, kanska eitt sindur av
føroyskum uppií. Við borðið varð ofta sagt okkurt á føroyskum. Seinnu
árini varð málið alt oftari føroyskt.
At signa seg
Tað kundi vera gjørt soleiðis. Tríggir teir fremstu fngrarnir á høgru hond
vórðu hildnir saman og førdir upp fyri ennið, meðan sagt varð
Gud
Fader
, so vórðu fngrarnir førdir niður mitt á bringuna, meðan sagt varð
Guds Søn
, og síðan førdir yvir á bringuna vinstrumegin, meðan sagt varð
Gud den Hellig Ånd
, og at enda yvir á bringuna høgrumegin, meðan sagt
varð
Amen!
. Hetta var gjørt tríggjar ferðir.
forsyrgjaran
Gud Fader…
Guds Søn…
Gud den Hellig Ånd…
Amen!
118