Page 129 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 12 - Gudstænasta
127
Altarbók
Í altarbókini eru bønir og signingar, brot úr ápostlabrøvunum og
evangelii til sunnu- og heiligdagarnar og pínslusøga Jesu Krists. Altar-
bókin er tann bókin, ið lisið verður úr frá altarinum.
Ritualini
Ritualini eru teir tekstir, sum eru tengdir at teimum kirkjuligu hand-
lingunum. Millum ritualini eru tey bæði sakramentini, sum hoyra til
dóp og altarborð. Eitt sakramenti er í tveimum: Eitt orð frá Jesusi og
eitt tekin: Vatn, breyð og vín. Dópssakramentið verður givið eina ferð,
altarsakramentið ferð eftir ferð.
Hini ritualini eru tengd at ferming, vígslu, jarðarferð og innsetan av
prestum.
Eitt sakramenti er ein kirkjulig
halgigerð. Eitt ritual merkir
forskrift viðvíkjandi gerðum og
skipan fyri gudstænastuna, og
tað merkir eisini siður og skikkur
ella siðvenja.
Firmatión í katólsku kirkjuni
fullfíggjar dópsnáðina. Nú kann
hin doypti boða trúnna í orði
og í gerð.
Ferming, konfrmatión í
fólkakirkjuni er ein staðfesting
av barnadópinum. Hin ungi
játtar tá sín dóp.
at katólska kirkjan hevur sjey
sakramenti, dóp, frmatión,
altarborð, skriftamál,
prestvígslu, hjúnavígslu og
salving teirra sjúku.
Sálmabókin og urguspæl eru fastir tættir í øllum
gudstænastum. Í sálmabókini eru sálmar til ymisk høvi.