Page 138 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Deyðahavsrullurnar
Deyðahavsrullurnar vórðu funnar í 11 hellum í Qumranøkinum við
Deyðahavið. Fólk búðu í Qumranøkinum frá um ár 200 f.Kr. til um ár
100 e.Kr. Sagt verður, at fyrstu rullurnar vórðu funnar av einum hirða,
Muhammed Adhmed el-Hamed, eyknevndur edh-Dhib, í 1947. Hann
kastaði ein stein inn í eitt helli at reka eina av geitum sínum út. Tá
hoyrdi hann, at hann rakti eina leirkrukku, ið brotnaði. Tá hann fór
inn i hellið, fann hann skriftrullur, pakkaðar í lørift. Nærri kanningar
vórðu so gjørdar, og í árunum 1947-1956 komu um 800 skriftrullur
undan kavi.
Skriftrullurnar eru frá tíðini, tá ið búseting var í Qumranøkinum. Inni-
haldið er m.a. skriftir úr Gamla Testamenti. Í dag eru allar rullurnar at
fnna á prenti.
Qumranøkið við Deyðahavið.
Brot úr Deyðahavsrullu.
eyknevndur · undan kavi
136