Page 158 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
156
Amnesty International
Amnesty International varð stovnað í 1961 og hevur ment seg til
heimsins fremsta felagsskap í stríðnum fyri mannarættindum. Amnesty
hevur deildir í einum 50 londum. Í 1965 varð ein deild sett á stovn her
í Føroyum.
Amnesty International stríðist fyri at veita politiskum fangum frælsi.
Hesir samvitskufangar sita fastir, tí at myndugleikarnir í landinum ikki
vilja viðurkenna átrúnað teirra, politisku áskoðan, húðarlit ella rasu.
Nógvir av hesum fangum eru órættvíst dømdir ella hava als ikki verið
fyri nøkrum dómstóli. Eisini verða nógvir fangar píndir í fongslunum.
Enn eru lond, ið hava deyðarevsing. Eisini tey roynir Amnesty at ávirka.
Tendraða ljósið umgirt av
píkatráði er búmerki hjá Amnesty
International. Ljósið er ímyndin
av mannarættindunum, ið kunnu
skína sum eitt ljós, sjálvt tá
myrkast sær út.
Ein, sum yvirlivdi týningarleguna,
1994, eftir Øssur Johannesen, f. 1970
samvitskufangar