Í fyrstuni skapti Gud himmalin og jørðina. Jørðin var
oyðin og myrk, og andi Guds lá yvir vøtnunum.
Tá segði Gud:
ver ljós, og tað varð ljós.
Síðan skilti Gud ljósið frá myrkrinum og nevndi tað
dag, og myrkrið nevndi hann nátt.
Soleiðis skapti Gud alt í seks dagar, hann segði tað,
og so varð tað.
Gud setti himmalin sum eitt hválv til at skilja millum
vøtnini í erva og í neðra, og hann skilti land frá sjógvi.
Á landi læt hann trø og allar urtir vaksa.
Sólin varð sett á himmalin at lýsa um dagin og mánin
og stjørnurnar at lýsa um náttina.
Í sjónum skapti hann fskar og øll onnur havdýr, og
fuglar skapti hann at fúgva í luftini, og hann skapti
øll dýr at liva á jørðini.
Tá Gud hevði skapt alt og sá, at tað var gott, helt hann
okkurt resta í og segði:
Latið okkum skapa menniskju
í okkara mynd, og tær skulu ráða yvir øllum fenaði á
jørðini.
Og Gud skapti mann og kvinnu í síni mynd, og hann
vælsignaði tey, og beyð teimum at verða barnrík,
fjølgast og uppfylla jørðina, og hann setti tey at ráða
yvir øllum skapanarverkinum.
Alt hetta tók seks dagar, men sjeynda dagin hvíldi
Gud frá øllum arbeiði, vælsignaði dagin og helt hann
heilagan.
Í skapanarsøguni í Bíbliuni stendur, at Gud setti
menniskjuni at ansa eftir og ráða yvir skapanar-
verkinum.
Skapanin í Bíbliuni
Maðurin verður skaptur, 1510, eftir Michelangelo (1475–1564)
14
hválv · fenaði · fjølgast