Page 189 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 16 - Norrøn gudalæra
Baldur
Tá ið jørðin skelvur, er tað tann revsing, Loki á sinni fekk, ið kemur til
sjóndar. Loki var eitt illmenni, hann lokkaði tann blinda Hørð at drepa
son Óðins, Baldur.
Gudarnir plagdu at stuttleika sær at skjóta til máls við pílum eftir
Balduri. Alt livandi á fold hevði svorið ikki at skala Baldur, so uttan
mun til hvussu hann varð raktur, hendi honum einki. Baldur var tann
fttasti og best umtókti av øllum gudunum.
Loki toldi ikki, at øll stuttleikaðu sær og vóru í góðum lag. Hann royndi
at fnna onkran livandi lut, ið ikki hevði lovað at eira Balduri.
Loka eydnaðist at fnna ein mistiltein, og úr honum gjørdi hann ein
spískan píl, ið hann gav Hørði. Loki hjálpti Hørði at sikta og skjóta.
Pílurin rakti Baldur og eftir henda dag var einki sum fyrr hjá gudunum.
Teir saknaðu Baldur so sáran.
Loki varð revsaður. Hóast hann við gandi á ymsan hátt royndi at sleppa
undan, so varð hann umsíðir fangaður og leinkjaður at einum kletti.
Uppi yvir Loka hekk ein eiturormur og dryppaði eitur á hann. Kona
hansara Sigyn tókti synd í manninum og helt eini skál, ið eiturið
dryppaði í. Men hvørja ferð skálin var full, mátti hon tøma hana, og tá
var tað, at eitrið kom á Loka, og hann rykti og skrykti í leinkjurnar, so
fjøllini ristust, og merktist hetta heilt til verð menniskjunnar.
Verðsins endi
Óðin visti, at einaferð skuldi Ragnarøk verða. Ragnarøk var síðsti
bardagin, har verðin skuldi ganga undir. Tá hevði Niðhøggur gnagað
rótina á Yggdrasil av. Tá fór Yggdrasil at falla, himmal og jørð fóru at
brenna upp, og brúgvin, ælabogin Bivrøst, fór at rapa.
Óðin visti, at tá ið lívsins træ fall, var tað tekin um, at jørðin skjótt fór
at ganga undir í eldi og vatni. Tá ið Ragnarøkið kom, fór Fenrisúlvurin
at gloypa Óðini, og Miðgarðsormurin skuldi drepa Tór.
Eftir hetta kom ein nýggj verð. Lívið byrjaði av nýggjum. Hvussu ofta
hetta var hent, og hvussu ofta hetta fór at henda, visti eingin.
Nøvnini á døgunum eru fornnorrøn.
Sunnudagur
er dagur sólar.
Mánadagur
er dagur mána.
Týsdagur
er dagur Týrs.
Mikudagur
ella
ónsdagur
er dagur
Óðins.
Hósdagur
ella
tórsdagur
er dagur
Tórs.
Fríggjadagur
er dagur Froyu.
Leygardagur
kemur av orðinum
laug, ið merkir bað. Eina ferð um
vikuna var vaskidagur.
Ragnarøk, 2003, eftir Anker Eli Petersen,
f. 1959
svorið · skala · eira · mistiltein · rapa
187