Page 34 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
32
• Grundtvig er danskt sálmaskald
• Grundtvig las gudfrøði, hóast hugurin stóð til hugvísindi
• Tá royndarprædikan kom út í bók, kom Grundtvig í stríð við gud-
frøðingar
• Grundtvig helt, at kirkjuni tørvaði veking
• Grundtvig stovnaði fyrsta fólkaháskúla í Rødding í 1844
• Grundtvig helt, at øll áttu at kunna sita í landsins stjórn
• Háskúli varð stovnaður í Føroyum í 1899 eftir sama leisti, sum
Grundtvig nýtti
1. Er okkurt í brotinum um Grundtvig, sum tú heldur hevur týdning
enn í dag?
2. Grundtvig helt, at øll eiga at kunna sita á tingi. Hvønn týdning
heldur tú, tað hevur?
3. Hvønn týdning hevur tað at hava opið kjak um trúarspurningar?
4. Farið á heimasíðuna hjá Føroya Fólkaháskúla. Hvørji tilboð hevur
skúlin í dag?
• Lesið sálmin “Lítla Guðs barn” og kannið, hvat torfør orð merkja.
• Samanberið sálmin við Jesu fjallatalu, Matt 6,25-34.
• Hvat merkir orðingin “Lítla Guðs barn”?
• Hvat er tað at stúra?
• Hvat hava vit at stúra fyri í dag?
• Eiga vit at stúra? Hví/hví ikki?
• Samanberið sálmarnar. Hvar síggja vit, at annar er ein sorgar-
sangur, og hin er ein lovsangur?
• Hvar sæst tað í sálminum eftir Grundtvig, at hann er yrktur í
romantiskum stíli?