Kap. 4 - Paulus ápostul
47
Kærleikans hásongur
Um eg talaði við tungum manna og eingla, men hevði ikki kærleika,
tá var eg ljómandi málmur ella klingandi bjølla.
Og um eg hevði profetagávu og kendi øll loyndarmál
og átti allan kunnleika, og um eg hevði alla trúgv,
so at eg kundi fyta fjøll, men hevði ikki kærleika, tá var eg einki.
Og um eg býtti út allar ognir mínar, og um eg læt likam mítt,
so at eg varð brendur, men hevði ikki kærleika, tá gagnaði tað mær einki.
Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður;
kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður,
blæsur seg ikki upp; hann hevur ikki ósømiligan atburð,
søkir ikki sítt egna; hann ilskast ikki, er ikki illmintur;
hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleikanum;
hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.
Kærleikin fellur onga tíð burtur;
men hvørt tað so eru profetagávur, so skulu tær fáa enda,
ella tungur, so skulu tær tagna, ella kunnleiki, so skal hann fáa enda.
Tí at vit skyna í pørtum, og vit profetera í pørtum.
Men tá ið hitt fullkomna kemur, tá skal tað fáa enda, sum er í pørtum.
Tá ið eg var barn, talaði eg eins og barn, hugsaði eg eins og barn, dømdi eg eins og barn;
men síðan eg eri vorðin maður, havi eg lagt barnaskapin av.
Tí at nú síggja vit í spegili, í gátu;
men tá skulu vit síggja andlit til andlits;
nú kenni eg í pørtum, men tá skal eg kenna til fulnar,
eins og eg eri sjálvur til fulnar kendur.
Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý,
men størstur av teimum er kærleikin.
1. Kor 13,1-13