Page 57 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
55
Kap. 5 - Tøl
Hvør hesin Simeon hevur verið, er ilt at siga, men tað, sum kemur
aftaná, er kent úr Bíbliuni.
Hetta merkja tølini
1. Gud er ein.
2. Steintalvurnar, sum Móses fekk á Sinai fjalli
3. Ættfedrarnir Ábraham, Ísakur og Jákup.
4. Evangelistarnir Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes.
5. Tær fmm Mósebøkurnar.
6. Tey seks vatnkørini við vatninum, sum Jesu gjørdi til vín í brúd-
leypinum í Kána.
7. Sjey eru skapanardagarnir, tí sjeynda dagin skapti Gud til hvílu.
8. Átta ferðir stendur hjá Mattusi
Sæl eru...
og í fornkirkjuni vóru
doypifuntarnir áttakantaðir, sum ímynd av ævinleikanum og sæluni.
9. Níggju einglakór kann sipa til eina fatan av einglum, sum stavar
frá átrúnaðarligari heimsmynd, ið var væl kend í miðøld. Í prote-
stantisku kirkjufatanini hava hesi einglakór lítlan og ongan leiklut.
10. Tey 10 boðini, ið stóðu á steintalvunum, sum Móses fekk frá Gudi.
11. Ellivu vóru Jesu lærusveinar og tólv vóru ápostlarnir kann merkja,
at upprunaligu vóru lærusveinarnir tólv, men Judas sveik Jesus, so
vóru bara ellivu eftir.
12. Tá so Jesus velur Mattias til ápostul, eru teir tólv ápostlar.
• Ævintýrini eru einføld. Bara tað týdningar-
mesta verður nevnt. Alt týdningarleyst er tikið
úr, so sum náttúrulýsingar, og hvussu fólkini
sóu út.
• Føst byrjan. Flestu ævintýr byrja soleiðis:
Einaferð var tað….
• Tey hava eina friðarliga byrjan, eina miðju, har
okkurt hendir, ein enda við eini loysn.
• Í ævintýrum eru ongantíð eftirnøvn ella
staðarnøvn.
• Árstøl eru ongantíð nevnd.
• Fastan enda, sum t.d.: So livdu tey lukkulig…
og Snipp, snapp, snúti…
• Einfaldan moral: Hin góði fær løn og hin óndi
straff.
• Djór tosa og menniskju skilja djóramál.
• Slag av fólki gongur aftur: Per og Pól, býttligur,
klókur, sterkur.
• Gerðir verða endurtiknar. Ofta hendir tað sama
tríggjar ferðir á rað.
• Gandatøl sum trý, sjey og tólv ganga aftur.
• Trítalið hevur serstakan týdning.
Nøkur eyðkenni við ævintýrum
Einglasangur, 1881, eftir William-Adolphe
Bouguereau (1825-1905)
at ein lærusveinur er at meta við
ein næming og ein ápostul við ein
boðbera.
fornkirkjuni · sæluni · sipa til · stavar frá