Page 7 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
5
Kristni 8
er grundbók í kristni til 8. fokk.
Kristni 8
byrjar við ymsum skapanarsøgum og viðger síðan Ápostla-
søguna við serligum atliti til Pætur og Paulus. Ein kapittul er um einglar
í skriftini, í bókmentum og í list. Kirkjusøgan tekur við, har bókin til
7. fokk slepti, og lýsir gongdina frá trúbót til okkara dagar.
Greitt verður frá gudstænastu og gomlum kristnum siðum, eins og
lýsing er av ymsum samkomum í Føroyum.
Fremmandi átrúnaðurin hetta skúlaárið er hinduisma. Hon er skipað
eftir sama leisti sum islam, jødadómur og kristindómur, so til ber at
samanbera hesar átrúnaðir.
Kristni 8
er størri í vavi enn bókin til 7. fokk. Lærarin ger sjálvur av,
hvussu mikið hann ger burtur úr hvørjum kapitli, tó kunnu festu
kapitlar nýtast sum próvtøkutilfar í 9. fokki.
Kristni 8
er ein tekstbók við myndatilfari. Tað er týdningarmikið at
kunna seg væl við tekstin og tað myndatilfar, sum er á hvørji síðu.
Niðast á síðuni eru orð, sum lærarin kannar, um næmingarnir skilja.
Hetta er gott at gera, av tí at tað kann hava týdning fyri, um næmingurin
skilir heildina. Svarlisti til orðini er aftast í næmingabókini.
Eftir hvønn kapittul í bókini er ein samandráttur, spurningar og upp-
skot til uppgávur. Faktaboksir eru, sum greiða frá orðum, fyribrigdum
og øðrum. Rútarnir “Visti tú” eru at meta sum lætt ískoyti, men góðir at
kunna seg við. Lærarin ger sjálvur av, um hann tekur alt við ella velur
burtur úr rúgvuni.
Tað er upp til hvønn einstakan lærara, hvussu hann leggur sína frálæru
til rættis. Men tað, vit hava hugsað við tilfarinum, er at geva næmingun-
um vitan, samstundis sum vit leggja upp til at fáa samrøðu í lag lærara
og næming ímillum og eisini næmingarnar sínámillum.
Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum kann verða nýtt, um tíð er
til tess, og uppgávur eru á www.snar.fo.
Charlotta Thorsteinsson
og
Paulina Andreasen
Formæli