Málstríð
Tað var um hesa tíðina, at málstríðið byrjaði av álvara. Stríðið um, hvørt
danskt ella føroyskt skuldi vera skúla- og kirkjumálið í Føroyum. Ein
av slóðbrótarunum fyri føroyskum máli í skúla og serliga í kirkju var
Jákup Dahl. Tað var ikki væl dámt av øllum, tí summi høvdu ta fatan,
at føroyskt mál stóð ikki mát við danskt. Deknar sluppu heldur ikki at
lesa føroyskan lestur, tí myndugleikarnir hildu uppá, at
deknarnir dugdu ikki at lesa føroyskt, og tí fór eingin
at skilja teir.
Líknandi var hent, tá J. H. Schrøter 100 ár framma-
nundan hevði umsett Matteusevangeliið. Tá søgdu
mong, at málið var ov gerandisligt. Norðoyaprestur
skrivaði til Bíbliufelagið, at tá hann las fyri fólki í síni
sókn, hildu mong, at føroyska málið var gott til geran-
disbrúk, men tá talan var um andligar lutir, átti málið
at vera danskt, sum tað altíð hevði verið.
Í 1912, sama ár, sum hann var vorðin prestur, sendi
Jákup Dahl løgtinginum uppskot um kirkjuráðslóg,
sum bar í sær, at gudstænasta kundi verða hildin á
føroyskum, um meiriluti av kirkjuliðinum var fyri tí.
Jákup Dahl og Símun av Skarði høvdu í hesum sam-
bandi týtt prædikutekstirnar til føroyskt og savna
sálmar til ein sálmabók.
Úrslitið var, at eitt uppskot varð samtykt, sum líktist tí hjá Jákupi Dahl.
Eftir umbøn frá Løgtinginum umsetti Jákup Dahl eisini ritualini, men
orsakað av politiskum stríði komu ritualini ikki út á føroyskum fyrrenn
í 1930. Í ritualbókini frá 1930, sum er endurprentað í 1983, eru hesi
ritual: Ritual til dóp, skriftamál og avloysing, altargang, brúðarmessu,
konfrmatión og lík at kasta jørð á.
Í 1918 varð Jákup Dahl settur sum próstur í Føroyum, hóast eina ávísa
mótstøðu. Próstagarðurin var tá í Sandagerði í Tórshavn. Jákup Dahl
helt fram at stríðast fyri føroyskum máli í skúla og í kirkju. Tað var ikki
bara sum at siga tað, av tí at lítið var at hella seg til, tá nýggj orð skuldu
smíðast um heiti og hugtøk, av tí at føroyskt næstan ikki hevði verið
brúkt í kirkjuligum høpi áður. Hetta hóast føroyskt var fólksins mál, og
føroyingar høvdu eitt skriftmál.
xxxxxxx · xxxxxxxx
Jákup Dahl var føddur suðuri í Vági í 1878.
Bert 15 ára gamal fór hann til Havnar á læraraskúla og tók prógv í 1896.
Eftir at hava virkað sum lærari í eitt ár fór hann til Danmarkar á studen-
taskúla og las síðan gudfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Hann tók gudfrøðiligt embætisprógv í februar í 1905 og fór so aftur
til Føroya. Tað var trupult at fáa prestaembæti, av tí at Jákup Dahl var
ungur og óroyndur. Hóast hann einki embæti hevði, prædikaði Jákup
Dahl feiri ferðir í Vágs kirkju.
Jákup Dahl var sera áhugaður í skúlaskapi og persónligur vinur við
føroysku háskúlamenninar, og spurdi hann seg fyri um lærarastarv á
Føroya Fólkaháskúla, men har var einki starv til hansara tá. So fall valið
á danska háskúlan í Karise. Har var hann eitt skúlaár, til hann í 1908
fekk starv við Thorshavns Mellem- og og Realskole.
Um tað mundi var tað ikki loyvt at læra frá sær á føroyskum, men Jákup
Dahl aktaði ikki boðini og tosaði við sínar næmingar á føroyskum.
Nøkur ár frammanundan, í 1905, hevði hann eisini havt skeið í føroys-
kum fyri lærarum.
Fólk kærdu hann til skúlamyndugleikarnar, so honum varð bannað at
læra frá sær á føroyskum, men hann kundi nýta føroyskt at forklárað
seg við. Tá hann ikki aktaði tað, var kært til løgtingið.
Avleiðingin av tí varð ein viðtøka um, at danskt skuldi vera frálærumálið,
men sagt varð eisini, at munnligt føroyskt gjørdist ein lærugrein.
Føroysk gudstænasta
Í 1908 søkti hann um loyvi at halda føroyska gudstænastu í Havnar
kirkju, men fekk noktandi svar. Jákup Dahl gavst ikki so, tí 2. jóladag
1909 helt hann føroyska gudstænastu í Kirkjubøar kirkju. Tað fekk hann
átalu fyri, av tí at Jóannes Paturson, løgtingsmaður, sum hevði biðið hann
prædika, ikki hevði sent myndugleikunum umbøn um loyvi, sum hann
hevði lovað. Tá háskúlin í 1909 futti til Havnar, hevði Jákup Dahl seinna-
partsgudstænastur har við føroyskum sálmasangi og føroyskari prædiku.
xxxxxxx · xxxxxxxx
Jákup Dahl
Vágs kirkja
Jákup Dahl
Jákup Dahl gav fyrstu føroysku
mállæruna út, og hevur hon verið
brúkt heilt til okkara tíð.
Frammanundan Jákupi Dahl høvdu
aðrir prestar prædikað á føroyskum
eitt nú Fríðrik Petersen og A. C.
Evensen. A. C. Evensen hevði bæði
skrivað skúlabøkur og umsett
Jóhannesar evangelium.
4
Kap. 16 - Jákup Dahl
5