Page 19 - Kristni 8

This is a SEO version of Kristni 8. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Tjaldur, ver vælkomið
Tjaldur, ver vælkomið til okkum heim,
frá ókendum, fjarskotnum londum!
Tú bert okkum boð um ein ljósari dag,
at nú er brátt summar í hondum.
Ein dagin, mín sál var so vetrarstird,
eg gekk mær mót havinum vestur;
eg hoyrdi títt ”klipp”, tað vælkenda ljóð,
tú kærkomni summargestur.
Men kemur tú, tjaldur, ár eftir ár,
tú, boð um ljósari tíðir,
so skal tað kennast um landið alt,
tað tekur at sumra umsíðir.
Lat sólina skína um dalar og fjøll,
grønkast lat heiðar og líðir!
Tí øll vit leingjast mót lívgandi sól,
vónandi sælari tíðir.
 
Jákup Dahl
5. juni í 1978 var standmynd
av Jákupi Dahl avdúkað í Vági.
Fyrsta standmynd, sum reist var
yvir ein føroying. Tá helt Eivind
Vilhelm, varabiskupur, røðu, har
hann m.a. segði, at Jákup Dahl
gav Føroya kirkju Guðs orð á
móðurmálinum, og at hann við
sínum týðingum og útgávum ska-
paði føroyskt kirkjumál.
Jákup Dahl doyði 5. juni 1944 á
føðingardegi sínum.
Tá Jákup Dahl fór til gravar høvdu fransiskanasystrarnar saman við
skúlabørnum sínum og øðrum skúlabørnum breitt sóljur á vegin frá
kirkjudurunum til kirkjuportrið. Har var ritað við smáblómum: “Sein-
asta heilsan frá øllum børnunum”. Sóljan var yndisblóma Jákup Dahls.
Vert er eisini at nevna, at Jákup Dahl gav út “Altarbók” í 1929, at hann
eigur feiri upprunasálmar í Sálmabók Føroya Fólks eins og ein hóp av
týddum sálmum. Harafturat skrivaði hann m.a. væl kenda sangin “Tjal-
dur ver vælkomið” á grækarismessu 1907.
at tá Jákup Dahl hevði 25 ára
starvsdag sum próstur, varð hann
gjørdur heiðursborgari í heim­
bygdini, Vági.
Standmynd av Jákupi Dahl uttanfyri kirkjuna í
Vági, 1978, eftir Janus Kamban (1792-1870)
8
Kap. 16 - Jákup Dahl
9