12
• Jákup Dahl var føddur í Vági í 1878
• Hann tók læraraprógv í Tórshavn í 1896
• Jákup Dahl tók gudfrøðiligt embætisprógv í 1905
• Jákup Dahl stríddist fyri føroyskum máli í skúla og í kirkju
• Hann umsetti Nýggja Testamenti til føroyskt úr frummálinum
• Standmynd av Jákupi Dahl er reist við Vágs kirkju
• Jákup Dahl doyði í 1944
1. Hvønn týdning hevur móðurmálið fyri eina tjóð?
2. Hvat ger skúlin til tess at lívga um móðurmálið?
3. Hvat gert tú til tess at lívga um móðurmálið?
4. Kann tað hugsast, at móðurmál okkara ein dag ikki er til? Hví?/
Hví ikki?
• Greina sálmarnar eftir greiningarfrymlinum á snar.fo
• Být fokkin í fmm bólkar. Hvør bólkur fær eitt ørindi av sálminum
“Alveldisdráttur” at seta upp sum mynd t.d. kolasju.