Lær teg at stava 1 - page 3

Fororð
Lær teg at stava 1
er fyrsta bókin í eini røð
av stavsetingarbókum til innskúlingina.
Hugsanin er, at bókin verður nýtt um várið
í 1. flokki ella fyrst í 2. flokki. Tó kann hon
eisini nýtast til einstaklingaundirvísing eftir
tørvi seinni.
Í bókini eru fimtan smáar søgur (fyrisagnir)
og uppgávur, har børnini arbeiða við smáum,
ljóðrøttum orðum. Ljóðrøtt orð eru orð, sum
verða skrivað júst sum tey ljóða, t.d.
sól
,
gáva
, o.s.fr. Í stavseting eins og í lesing verður
byrjað við tí lætta, og orðini í søgunum eru
vald soleiðis, at børnini kunnu nýta sína vitan
um bókstav og ljóð.
Um várið í 1. flokki hava børnini lært at skriva
bókstavirnar, men enn er skriftin sera ótrygg.
Tað hevur tí stóran týdning, at tey áhaldandi
læra at skriva bókstavirnar rætt. Tí eru søgur-
nar skrivaðar fyri í bókini, og hugsanin er, at
børnini skriva tær av.
Eins og í skrivibókini til Súluna er ein
klaffur aftast í bókini við øllum prentstavu-
num, vegleiðing um bókstavasnið, skrivileið,
og hvussu bókstavurin stendur á grundlinjuni.
Børnini kunnu hava klaffin frammi, meðan tey
skriva.
Prentstavirnir eru ein einføld útgáva av
teimum stavunum, sum børnini lesa í lesibók-
unum, og skrivingin stuðlar soleiðis eisini
tí fyrstu lesiinnlæringini.
At læra at lesa og stava kann sigast at vera
tvær síður av somu søk, bæði byggja á vitanina
um bókstav og ljóð. At stava kann í mongum
førum hjálpa børnum at fata, hvussu orð eru
uppbygd, og hetta stuðlar teimum í at gerast
betri lesarar.
Staviførleiki kemur ikki av sær sjálvum. At
læra at stava krevur miðvísa undirvísing, og
best er at byrja við løttum, ljóðrøttum orðum,
sum børnini kenna aftur frá lesingini. Soleiðis
kunnu lesing og stavseting ganga hond í hond.
Tað er umráðandi, at børnini halda tað vera
stuttligt at læra at stava, og vit hava tí lagt
stóran dent á at gera bókina barnavinarliga,
fjølbroytta og ikki ov rúgvismikla.
Sjálvandi venja børnini eisini at stava í
øðrum samanhangi, m.a. tá ið tey skriva
søgur og annað.
Aftast í bókini er vegleiðing til lærarar og
foreldur.
Okkara vón er, at børnini verða glað fyri
stavsetingarbókina, og at hon hjálpir teimum
ávegis at gerast góðir stavarar.
Góða eydnu!
Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen
I,II,1,2 4,5,6,7,8,9,10,11,12,13,...58
Powered by FlippingBook