Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 2-3 Landafrøði 1–3 kunnleiki og námsfrøði Fólkatalsfrøði og menning Kjarnaøki Hvar verður hetta viðgjørt í Landafrøði 1-3 Búseting og undirstøðukervi, fólkatalsfrøði og flyting Landafrøði 2, parturin Heimsins fólk Landafrøði 2, parturin Býir Landafrøði 3, partarnir um búseting fyri hvønn heimspart sær Lendistillaging og menningarlond Landafrøði 2, parturin Landafrøði og politikkur Landafrøði 3, partarnir um náttúrutilfeingi fyri hvønn heimspart sær Viðurskifti og sambond millum lond og øki, harundir sambandið millummenningarlond og ídnaðarlond, og Føroya støða í altjóða høpi Landafrøði 2, parturin Landafrøði og politikkur Landafrøði 2, parturin Heimsins fólk GG! Ikki nøktandi viðgerð í Landafrøði 1–3 Evnini gróður í sjónum, havbúnaður og fiskivinna eru tey einastu úr kjarnuøkjunum í námsætlanini, sum ikki verða nøktandi viðgjørd í Landafrøði 1-3. Av ávegis málum, sum eru nevnd í námsætlanini, verða hesi ikki nøktandi viðgjørd í Landafrøði 1-3: GPS’ari, ráevnavinna í Føroyum, fiskiskapur og streymkort yvir Føroyar . Navnalandafrøði Í námsætlanini verður navnalandafrøðin ikki nevnd. Í uppgávunum til Landafrøði 1-3 verður dentur lagdur á týdningin av at kenna nøvnini á heimspørtunum, heimshøvunum og á týðandi londum, býum, fjøllum, vøtnum og áum. Hesum verður serliga arbeitt við í tí partinum av lærarabókini, sum eitur Heimurin - felags uppgávur til Landafrøði 3. Førleikamál og støðismet Í námsætlanini eru ávegis mál og endalig mál nágreiniliga útgreinað. Námsætlanin tilskilar somuleiðis eina eftirmetingartilgongd, sum tryggjar eina áhaldandi menning fyri tann einstaka næmingin. Til próvtøkuna skal næmingurin við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikum sýna evni til sjálvstøðuga framløgu og viðgerð. 1. Kvantitativur kunnleiki - kunnleiki, sum lýsir viðurskifti Hetta slagið av kunnleika verður mangan lýst við orðum sum t.d. “hava grundleggjandi vitan um” ella “ogna sær innlit í, hvussu materielli heimurin í roynd og veru er háttaður”. Hesin kunnleikin er eyðkendur av at taka heildir sundur í smálutir. Hann lýsir aloftast einstakar lutir og einstøk fyribrigdi.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=