Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 7-9 Landafrøði 2 Fráflyting (emigratión) og tilflyting (immigratión) Fólkaflytingar (migratiónir) sum tær, vit lesa um í bókini á bls. 19–20 eru einki nýtt fyribrigdi. Kanska veit onkur næmingur um onkran í familjuni, sum er fluttur til onnur lond, t.d. Íslands, Danmarkar, Noregs ella Amerika. Eisini er væl hugsandi, at okkurt barn hjá tilflytarum er í flokkinum. Í arbeiðinum við fólkaflyting eru tvey hugtøk at fáa greiðu á. Annað er “hvat elvir til fráflyting” og hitt er “hvat elvir til tilflyting” ( “Push- and-Pull” ).Vit kunnu spyrja, hvørjir tættir reka fólk burtur av ávísum støðum, og hvørjir tættir draga tey at sær aðrastaðni. Flytingin er sjálvandi samspæl millum bæði nevndu viðurskiftini. Her kunnu egnar royndir hjá næmingunum verða brúktar í frálæruni. Summir næmingarnir hava kanska sjálvir onkuntíð flutt. Um ikki, so eiga teir helst foreldur ella ommur og abbar, sum hava flutt. Bið næmingarnar royna at fáa yvirlit yvir flytingar, sum hava verið í familjuni frá ommum og abbum til tey sjálv. Tilfarið, sum næming arnir fáa, kann síðan verða brúkt: 1. Orsakirnar til flytingarnar kunnu verða býttar í tættir, sum reka, og tættir, sum draga. 2. Næmingarnir kunnu eisini flokka orsakirnar í ymsar teigar. At fólk flyta kann til dømis hava politiskar, fíggjarligar, átrú- naðarligar, sosialar ella útbúgvingarligar grundir. Eitt yvirlit á talvuni kann síggja soleiðis út: Politikkur Fíggjarstøða Átrúnaður Sosial viðurskifti Útbúgving ...... Politiskar áskoðanir, ið ikki eru loyvdar Hægri løn Landafrøði 2, bls. 19-22 www.hagstova.fo > Fólkateljing > Fólkið 11.11.11 > Fødd uttanlands, men lýsa sín tjóðskap sum føroyskan www.kvf.fo Skriva í leitirútin: Úr útlendskum í føroyskt
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=