Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 7-10 Landafrøði 2 Orðaskifti Venjingin omanfyri er saman við síðunum í bókini, sumviðgera evnið, gott støði undir orðaskifti um spurningar sum flóttafólkapolitikk, innflyting, samanhald og samfeløg við fleiri mentanum: -- Er tilflytingin ein byrða fyri eitt land, ella er hon neyðug fyri framgongd í lívskorunum í landinum? -- Hvar er markið fyri okkara samhuga við fólki, sum eru flutt ella flýdd úr heimlandinum? -- Hvørji eru flóttafólk? -- Hvør munur er á tilflytarum og flóttafólkum? -- Hvussu taka fólk og stovnar í Føroyum ímóti tilflytarum? -- Eru Føroyar ávirkaðar av tilflytarum? -- Eru nógvar ymiskar mentanir og nógvir lívshættir í samfelagnum ein styrki ella ein veikleiki? -- Hví flyta nógv fólk úr Føroyum, og hvør er tað, sum flytur? -- Hvørja ávirkan hevur fráflytingin á føroyska samfelagið? Norðuratlantsbólkurin á fólkatingi: Hví føroyingar búseta seg í Danmark (2. partur) “Eg vil so fegin, at børnini læra føroyskt”(3. partur) www.setur.fo Skriva í leitirútin: Útisetakanningin í DK

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=