Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 7-15 Landafrøði 2 Avritssíða 7.1 Bólkur 5 Er jørðin ovfólkað Loys fyrst hesar rokniuppgávur: Í tí gamla býnum í Tokyo, høvuðsstaðnum í Japan, búgva á leið 8 milliónir fólk. Býurin er vaksin saman við fleiri aðrar býir og myndar nú eitt stórbýarøki. Tað er ymiskt, hvussu nógv verður roknað upp í hetta stórbýarøkið. Ein uppgerð sigur, at økið er um leið 10.000 km 2 , har um leið 37 milliónir fólk búgva. Víddin á Japan er 379.000km². Í Føroyum búgva um leið 48.000 fólk á 1.400km 2 . 1. Hvussu stórur partur av Japan, roknað í prosentum, er stór- býarøkið Tokyo? 2. Hvussu nógvar ferðir er stórbýarøkið Tokyo størri enn Føroyar? 3. Hvussu nógvar ferðir er fólkatalið í stórbýarøkinum Tokyo størri enn fólkatalið í Føroyum? Svar 1:__________% Svar 2:_________ferðir Svar 3: _________ferðir Práta í bólkinum um spurningin: Er jørðin ovfólkað? Hjálp til rokniuppgávuna 1) 10.000 x 100 / 379.000 2) 10.000 / 1.400 3) 37.000.000 / 48.000
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=