Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 2-4 Landafrøði 1–3 kunnleiki og námsfrøði Kvantitativur kunnleiki er ein fortreyt fyri at menna kvalitativan kunnleika. Tað ber ikki til at skilja ella meta um samanhang ella fyribrigdi uttan fyrst at vita, hvørji tey eru. Undirvísing, sum einans byggir á kvantitativan kunnleika, gevur næmingunum ein hóp av vitan um faktisk viðurskifti, men hon gevur teimum ikki amboð at fata heimin við. Vitan av hesum slag hevur lyndi til at verða gloymd eftir stuttari tíð, av tí at hon ofta verður lærd uttanat, og uttanatlæra vanliga verður goymd í stutttíðarminninum. 2. Kvalitativur kunnleiki - kunnleiki, sum grundar um viðurskifti Hetta slagið av kunnleika fevnir um hugtøk sum at fata, grunda, greina, meta um og tílíkt. Hesin kunnleiki krevur, at tað eisini verður arbeitt við tí, sum verður lært. Tað krevur so aftur, at næmingarnir eru búnir intellektuelt og kensluliga - og slík búning liggur ikki føst á einum ávísum stigi, men kann mennast. Við hesum mátanum at hugsa og arbeiða gerst langtíðarminnið virkið. Kvalitativur kunnleiki gevur samanhang og meining og leiðir til væl undirbygdar grundgevingar og niðurstøður. 3. Førleikar Allur kunnleiki, sum næmingurin ognar sær, má hann eisini verða førur fyri at endurgeva á onkran hátt: skrivliga ella munnliga, við at kjakast, endurgeva, skriva frágreiðingar, uppgávur ella annað. Tað ræður eisini um, at næmingurin ognar sær mátar at viðgera upplýsingar, harundir at meta um teir, og lærir seg grundleggjandi lestrarhættir. Samanumtikið er her talan um førleikar. Tað hevur alstóran týdning, at næmingarnir fáa høvi at venja seg í hesum, og tað krevur fjølbroytta undirvísing. Júst hesum eru ríkir møguleikar fyri í Landafrøði 1-3. 1. Kvantitativur kunnleiki At ogna sær grundvitan Tað hevur sjálvandi týdning, at næmingarnir ogna sær eina grundvitan, so teir eru førir fyri at kunna seg í lærugreinini. Eingi liðug krøv eru til grundvitan, men tvey fyribrigdi mugu verða havd í huga. Annað er, at frálæran í landafrøði skal tryggja næmingunum grundleggjandi almenna vitan á økinum. Tað merkir tó ikki tað sama sum at læra staðanøvn uttanat; men hvat hoyrir við til “almenna vitan”, verður ofta ein meting hjá hvørjum einstøkum lærara.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=